Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist - Petur Simonsen (5:5)
    Petur Simonsen hevur sínar hugsanir um framtíðina hjá føroyskum fótbólti. Hann heldur, at tað er umráðandi at varðveita tey ungu, sum byrja at spæla fótbólt, so tey eisini gera vart við seg í vaksna-mannadeildunum. Tað tykist verða ein trupulleiki, at ov nógv gevast, tá tey eru hálvvaksin.
    Nú eru feløgini eisini farin at fækkast. Spurningurin um tað er gott fyri heildina.Stór menning var í eitt nú 80unum, tá feløg sum GÍ og B68 tóku seg fram og fór at kappast við tey gomlu feløgini um meistaraskapin. Nú eru ávís av hesum feløgum fremst í kappingini. Ein spurningur er, hvat árin tað í longdini fer at hava á føroyskan fótbólt?
    Eitt frítíðarítriv hjá Peturi er í dag at syngja í kóri. Hann og konan Gunnrið eiga fimm børn.
    40 min
  • Meg minnist - Petur Simonsen (4:5)
    Petur Simonsen var formaður í ítróttafelagnum ÍF í Fuglafirði árini 1978-1982. Fótbóltsvøllur varð gjørdur í Fuglafirði í 1956. Hann var nakað lítil, men vaksið varð um hann, tá ÍF var komið í meistaradeildina, og her vunnu teir sítt fyrsta FM í fótbólti í 1979. Tað var stórur dagur í Fuglafirði. Venjari var tann sjáldsami sviin Ronni Gunnarsson.
    Kvinnurnar spældu eisini fótbólt í ÍF. Tær vóru føroyameistarar í 1991. Petur Simonsen hevur verið venjari í fótbólti. Eitt skifti var hann hjálparvenjari hjá landsliðsvenjaranum Alan Simonsen. Eitt annað skifti var Petur Simonsen tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya.
    42 min
  • Meg minnist - Petur Simonsen (3:5)
    Petur Simonsen fór í 1966 til Keypmannahavnar á studentaskúla, og tók prógv í 1969. Tá hevði hann longu funnið saman við Gunnrið úr Havn. Afturkomin til Føroya, fekk hann kjans sum læraravikarur í Skúgvi, har hann var eitt áhugavert skúlaár sama vetur, sum bókin Rannvá hjá Dagmar Joensen-Næs varð lisin í útvarpinum.
    Hendan veturin avgjørdi hann at fara at lesa til lærara. Tá liðugt var í 1976, fór hann til Fuglafjarðar at verða lærari í støddfrøði, alis- og evnafrøði og ítrótti. Í 1987 tók Petur við sum stjóri á Landsmiðsstøðini fyri undirvísingaamboð.
    41 min
  • Meg minnist - Petur Simonsen (2:5)
    Martha og Sigurð Simonsen bygdu sær hús í Fuglafirði í 1941. Hetta vóru stór betonghús við betongtaki. Eftir kríggið, tá skipini fóru av knóranum, var vandi fyri, at húsini fóru á aðrar hendur, men tað hendi ikki. Sigurð fór nú at sigla við ymsum fiskiskipum og farmaskipum. Petur var tvey summur við "Hólmi" og seinni á sild við "Gulldrangi" við pápanum sum skipara.
    Í Fuglafirði hava verið fleiri skúlar. Ein varð nevndur Gamli skúli. Hann kom í 1882 og tá hevði skúli verið frammanundan. Skúlin er javnt og samt útbygdur, og tann nýggjasti er tikin í nýtslu 2021.
    40 min
  • Meg minnist - Petur Simonsen (1:5)
    Fyrsti gesturin í Meg minnist í heyst verður Petur Simonsen úr Fuglafirði. Eitt av hansara áhuga-málum er søgan um ítróttin í heimbygdini. Menn spældu fótbólt á sandinum um aldarskiftið 1900, men stovnaðu ikki felag fyrrenn í 1938, tá eiðismenn, leirvíkingar, fuglfirðingar og gøtumenn spældu eina vetrarkapping.Í 1946 fekk felagið navnið Ítróttafelag Fuglafjarðar.
    Petur er sonur Sigurð úr Sandavági og Marthu úr Leirvík. Tey fluttu í 1936 úr Vestmanna til Fuglafjarðar. Um sama mundið búnaðist ætlanin um at byggja skipið "Vón" á Tórshavnar Skipasmiðju. Skipið var liðugt í 1940 og var í fyrstani leigað íslendingum.
    40 min
  • Meg minnist - Annika Hoydal (3:3)
    Tað var av tilvild, at Annika Hoydal bleiv sjónleikari og filmsleikari.
    Hetta kom alt burturúr, at hon í 1960unum varð yvirtalað at syngja á studentakabarettum í Sjónleikarhúsinum. Seinni sang hon ymsataðni, eitt nú á Vicevertshúsinum í Tivoli. Hon fór upp til roynd at sleppa á sjónleikarakúla og slapp inn.
    Henni hevur dámt serliga væl at spæla á smáum sjónleikapallum og hevur ferðast um alt Danmark eins og í Grønlandi og aðrastaðni. Hon hevur sungið nógv og hevur nú givið út eina plátu við løgum úr Suðuramerika.
    41 min
  • Meg minnist - Annika Hoydal (3:3)
    Tað var av tilvild, at Annika Hoydal bleiv sjónleikari og filmsleikari. Hetta kom alt burturúr, at hon í 1960unum varð yvirtalað at syngja á studentakabarettum í Sjónleikarhúsinum. Seinni sang hon ymsataðni, eitt nú á Vicevertshúsinum í Tivoli. 
    Hon fór upp til roynd at sleppa á sjónleikarakúla og slapp inn. Henni hevur dámt serliga væl at spæla á smáum sjónleikapallum og hevur ferðast um alt Danmark eins og í Grønlandi og aðrastaðni. Hon hevur sungið nógv og hevur nú givið út eina plátu við løgum úr Suðuramerika.
    41 min
  • Meg minnist - Annika Hoydal (2:3)
    Tá Karsten Hoydal var liðugur í Ekvador á vesturstrond Suðuramerika, sigldu tey aftur til Evropa við einum italskum ferðamannaskipi. Nú steðgaðu tey aftur hjá FAO í Rom. Heilsan hjá Anniku var onki at reypa av, men hon fekk bart seg gjøgnum skúlan við einum studentaprógvi úr Danmark. Hevði ilt við at avgera, hvat hon so skuldi gera, men fekk sum fráleið eina spennandi lívsleið sum sangarinna og sjónleikari. Eina ferð spældi hon nakin í einum filmi. Tá fóru mennn a ringja til hennara. Ein hoyrdi til í statsfongslinum í Nyborg.
    41 min
  • Meg minnist - Annika Hoydal (1:3)
    Annika Hoydal er fødd í Havn stutt eftir, at familjan kom úr Danmark í 1945. Mamman var donsk av ættini Falk-Rønne. Abbi hennara hevði verið prestur á Sandi. Pápi Anniku var Karsten Hoydal úr Hoydølum. Hann hevði lisið fiskivinnufrøði í Keypmannahavn. Fyrru helvt av 1950unum fór øll familjan, Annika og tríggir brøður, við foreldrunum yvir til Ekvador í Suðuramerika, har hann arbeiddi fyri ST-matvørustovnin FAO. Annika búði tvey skifti har yviri. Ein trupulleiki var, at hon fekk ov lítla skúlagongd. Tá hon var heima ímillum, búði hon hjá eini fastur heima á Sandi.
    39 min
  • Á ferð í Hoyvík (3:3)
    Eitt eyðkenni fyri Hoyvík í dag er hondbóltsfelagið H71. Hetta felag hevur nú í mong ár staðið seg væl í lands- og steypakappingum og hevur vunnið nógv seinastu árini. Ungdómar í Hoyvík tóku stig til felagið væl stuðlaðir av sínum foreldrum. Fleiri skúlar eru bygdir í Hoyvík, Hoyvíkar Skúli og Skúlin á Løgmannabreyt. Barnagarðar eru eisini bygdir. Tað var ókent fyribrigdi í Hoyvík fyrr í tíðini. Kirkja varð vígd í 2007, og síðani er eisini komin kirkjugarður. Hugsandi er, at fleiri útstykkingar eisini verða gjørdar í Hoyvíkshaganum.
    40 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners