Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Á ferð í Hoyvík (2:3)
    Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum var næsti granni hjá Hoyvíkingum. Í eini 50 ár lógu nógv fólk sjúk har av tuberklum. Við Sanatoriinum fekk Hoyvík nýggju farleiðina, Sanatoriivegin, oman til Havnar. Fyrst í 1960unum flutti Føroya Studentaskúli inn í húsini, og nógvir ungdómar komu hagar at búgva og ganga í skúla. Í 1970unum varð farið undir at leggja til rættis býarbygging í Hoyvík og Hoyvíkshaganum. Hoyvík var í Tórshavnar Uttanbíggja Kommunu, men fór nú úr henni og upp í Tórshavnar Kommunu.
    38 min
  • Á ferð í Hoyvík (1:3)
    Í trimum sendingum við Jákup Símuni Simonsen fara vit at hoyra um Hoyvík í fortíð og nútíð. Hoyvík er millum størstu búpláss í Føroyum við um 4000 fólkum. Fyri fáum árum síðani var Hoyvík ein lítil bygd. Upprunaliga var ein bóndagaður har. Tá ein fúti ikki slapp at planta skóg í Hoydølum, býtti hann ein uppsitaragarð burtur av festinum. Royndarstøðin í Hoyvík fekk í 1920'unum innvist á hesum garði. Partur av bygdini bleiv eisimi býlingurin Uttanfyri garðar. Glyvramaðurin Símun Joensen fekk loyvi at seta seg niður her, tá hann hevði gjørt seyðhøgar garðar um alla bygdina.
    42 min
  • Meg minnist - Beate Samuelsen (3.3)
    Beate sat í barnaverndini í Havn í 16 ár. Hon umboðaði sambandsflokkin. Hetta var eitt umleypandi starv. Viðhvørt vóru stórir trupulleikar, viðhvørt vóru málini smærri, men ein javnur streymur var, sum eftirlit mátti vera við. Í 2000 stillaði Beata upp til sjálvt býráðið, og varð vald tvey valskeið. Eitt skeið var hon formaður í sosialu nevnd. Í 1992 beyð amerikanska sendistovan í Danmark henni ein túr til USA at verða hjá, tá nýggjur forseti varð innsettur í januar 1993. Ferðin var áhugaverd og vardi einar 6-7 vikur við ferðing um alt landið.
    42 min
  • Meg minnist - Beate Samuelsen (2:3)
    Beate fór í skúla hjá nonnunum seks ára gomul í 1953. Har høvdu tey útlendskar nonnur sum lærarar, eisini í føroyskum. Tær hildu gott skil á skúlanum. Beate hevði eksem. Fimm ára gomul var hon ein mánaða á TB á landssjúkrahúsinum. Hon heldur, at hon fekk astma har av sproytuevninum Acht. Var seinni hálvt ár á astmaheimi í Kongsbergi í Noregi. Har hitti hon Petru Jónsdóttir. Ùr barnaskúlanum fór Beate í millumskúla hjá nonnunum og seinni víðari í real og stu-dent í Hoydølum. Fór art arbeiða á Dimmalætting og var á journalistháskúla í Århuus veturin 68-69.
    42 min
  • Meg minnist - Beate Samuelsen (1:3)
    Beate Samuelsen er formaður í Landsfelag føroysku pensjónista, sum hevur 16 limafeløg kring landið. Felagið hevur samband við løgting og landsstýri um spurningar, sum viðvíkja eftirløntum. Beate er dóttir Georg L. Samuelsen, sum eitt mannaminni var blaðstjóri á Dimmalætting. Mamman var Rakul, dóttir Lisbeth og Jóanes Fonsdal í Vestmanna. Georg var sonur Andrass Samuelsen, løgmaður 1948-1950. Var ættaður úr Vík og konan Beate var úr Skrivarastovu í Havn.Tey búðu í Fuglafirði, har Andrass var sýslumaður. Har vitjaði Beate sum smágenta.
    43 min
  • Meg minnist - Edmund Joensen (7:7)
    Edmund Joensen varð valdur á løgting fyri sambandsflokkin á løgtingsvali í 1988. Longu í 1990 gjørdist hann formaður í flokkinum. Í 1994 kom sambandsflokkurin í landsstýrið við Edmundi Joensen sum løgmanni. Hann sat í hesum sessi meginpartin av fýra árum, men skrivaði út nýval í ótíð orsakað av vantandi játtan frá donsku stjórnini um samráðingar og innanhýsis ófriði í flokkinum. Edmund Joensen var løgtingsformaður árini 2002-2008. Hann tók undir við, at løgtingið bygdi ein tignarligan bygning við Tinganes, men tað endaði við endurnýgging av løgtringshúsinum.
    41 min
  • Meg minnist - Edmund Joensen (6:7)
    Við hvalastøðini i við Áir broyttist náttúran í Sundalagnum. Eitt var, at hvalabátarnir komu hagar við fonginum, annað var, at her tók seg eisini upp eitt fjølbroytt fuglalív. Tá seinasta sólarmyrking var, vóru Edmund og ein vinmaður við línu í Sundinum. Teir vildu vita, hvørja ávirkan tað hevði á fiskin, ta løtuna, ið myrkt var. Edmund er fjórði oyrarmaður, sum var Føroya løgmaöður. Tveir vóru í 1600-talinum og ein í 1700-talinum. Edmund býr beint við brúnna um Streymin. Hann heldur, at brúgvin hevur havt stóran týdning har á leiðini. Menning er í teimum størru bygdunum og fólk leita eisini hagar at seta seg i búgv.
    39 min
  • Meg minnist - Edmund Joensen - (5:7)
    Sum stjóri og medeigari í virkinum O.C. Joensen á Oyri var Edmund Joensen limur í umboðsráð-num og starvsnevndini í l/f Føroya Fiskasølu. Hon stílaði fyri útflutninginum hjá sínum limum, ið vóru so at siga øll fiskavirki og skip. Fiskasølan hevði deildir í Grimsby og Hirtshals og samstarvaði eisini við Coldwater Seafood í USA. Eitt skifti sendi Fiskasølan eitt farmaskip um vikuna til USA við føroyskum flaki. Setningurin hjá Fiskasøluni var bæði at selja og fíggja virksemið hjá sínum limum. Fíggjarkreppan í Føroyum í nítiárunum tók eisini lívið av Føroya Fiskasølu.
    42 min
  • Meg minnist - Edmund Joensen (4:7)
    Edmund Joensen var uppi í, tá farið varð undir alibrúk í Skálafirði og við Streymin. Tá teir funnu nóg heitt vatn við Áir mælti Júst í Túni, at hetta var ein revolusjón. Landsstýrið hevði hug at byggja alivinnuna upp sum smá húsmansbrúk. Tað helt ikki. Lús og sjúkur vórðu dagligur kostur. Nú talar Edmund fyri at fara út á hav at ala. Spurningurin er, hvat umhvørvið tolir aftrat inni við land. Torført var at fáa marknað fyri jákupsskel v.m. Virkið á Oyri fekk sær eitt bein í rækjuvinnu, og funnu ein máta at menna posarækjurnar, sum gingu sum heitt breyð til Onglands, Fraklands og USA.
    45 min
  • Meg minnist - Edmund Joensen - (3:7)
    Børnini á Oyri runnu dyst, spældu bólt og arbeiddu við teimum vaksnu. Edmund var fyrsta túr til skips við einum leigaðum norskum kópafangara. Ingolf Andreassen førdi hann á sild. Teir fingu 2600 tunnur og vóru besta skip. Edmund var seinni við Búgvanum undir Føroyum. Tá teir komu aftur við fullum skipi, segði Tórhallur við reiðaran: "Skipið er bara ov lítið".
    Oyrarmenn sigldu eina tíð við bilum um Sundalagið við gomlu "Agnes Louisu". Edmund var uppi í, tá Júst í Túni gjørdi fyrstu alistøðina. Samstundis arbeiddu oyrarmenninir við at fáa í lag skeljaveiðu undir Føroyum. Báðar vinnurnar komu fyri seg, um enn alingin hevði størri byrjunartrupulleikar.
    39 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners