- It's the bloody White Album!
- Tað hevði verið ógvuliga trupult at skorið hana stórvegis niður.
- Hon er akkurát, sum hon skal vera.
- Eftir Beatles-standardi er hetta ikki meistaraverk, men hetta er ein fantastisk pláta.
Hetta eru nakrar útsagnir, sum koma fram í hesum tímanum í Nón, sum viðger hvítu plátuna.
22. november 1968 kom The White Album við The Beatles á gøtuna. Hesa ferð tóku teir fýra beatlarnir sjálvur ræði, alt slapp við, teir spældu sær í upptøkuhølunum, og plátan peikaði í nógvar ættir musikalskt.