Nú elsti mentastovnurin Føroya Landsbókasavn fylti 190 ár, setti Nón sær fyri at kanna, hvat alment dannilsi er.
Hvat er alment dannilsi, hvat inniber tað, hvørji arbeiða við tí, hvønn týdning hevur tað, hví skulu vit hava tað, og er tað framvegis viðkomandi? Og hvussu eitur alment dannilsi á føroyskum.
Rói Patursson, heimspekingur, og Theodor Eli Dam Olsen, prestur, hugleiða um hugtakið, sum teir hava hug at nevna búgving ella mynding.
Annfinnur Heinesen, háskúlastjóri, nevnir tað mentaskap og umrøður, hvussu tað hevur merkt háskúlan.