Hvat er eitt ordiligt mannfólk, og hvørjar avbjóðingar hava menn? Vit hitta Kenneth Reineche, ið er lektari í mannfólkagransking á Roskilde Universiteti.
Hvat eyðkennir føroyska mannin í dag, og hvør er leikluturin hjá føroyska manninum í seinmodernaða samfelagnum? Firouz Gaini, mannfrøðingur, hevur granskað í hesum evni.
Vit fáa eisini vitjan av Ólavi Ellefsen, ið er íverksetari og formaður í javnstøðunevndini, og Helga Rasmussen, sálarfrøðingi, ið fara at skifta orð um tað at vera maður í dag.