- Eg havi ikki orð fyri, hvussu gott hetta er.
Rakel Helmsdal, rithøvundur, hevur fingið listafólkaløn í trý ár.
- Heilt ítøkiligt merkir hetta frið í trý ár. Frið fyri at skula søkja. Frið fyri strongdini, sum tað er ikki at vita, um eg klári árið. Ella at tað brádliga ikki eru pengar eftir á kontuni, sigur Rakel Helmsdal.
Samstundis, sum tað er ein viðurkenning av hennara starvi sum rithøvundur, er tað eisini ein viðurkenning av barna- og ungdómsbókmentum yvirhøvur, tí tær eru ofta forfjónaðar í bókmenta- og listaheiminum.