Fyri 75 árum síðani endaði seinni heimsbardagi, og tí seta krígsárini dám á hendan tematýsdagin í Nón.
Vit fara eina tónleikaliga snarferð gjøgnum krígsárini.
Vit spyrja Erling Isholm, søgufrøðing, hvat tað hevði at siga, at tað vóru bretar og ikki týskarar, sum hertóku Føroyar.
Vóru nasistar í Føroyum? Tað hevur Signar í Homrum, lesandi á søgu- og samfelagsdeildini, kannað.
Í Føroyum eru nógvar leivdir og nógv støð, sum minna okkum á stóra hermannavirksemi undir krígnum. Saman við Jonn Hansen søgufrøðingi gera vit eitt yvirlit yvir krígsminni.