Hann er fasti viðmerkjarin, tá ið fótbólturin rullar, men vit fara at snara prátinum aðrar leiðir, tí gávurnar og áhugin er til so mangt annað. Jóannes Jakobsen er okkara hósdagsgestur.
Og nú samfelagið varliga letur upp aftur, umrøða vit tvær listaframsýningar.
Í Listaskálanum hava tey broytt føstu framsýningina. Ein stórur partur teimum málningum, sum hingu uppi, eru avloystir av øðrum verkum, sum felagið eigur.
Og so skipar blaðið Vinnulívið fyri forkunnugari sølulistaframsýning í Sjónleikarhúsinum leygardagin, sum eisini er opin fyri teimum, ið bara vilja hyggja.