Tað eru í hesum døgum 30 ár liðin, síðan Berlinmúrurin syndraðist, og kommunistiska jarntjaldið spakuliga varð drigið frá.
Samstundis eru 40 ár liðin, síðani koncept-plátan "The Wall" hjá Pink Floyd kom út, og eisini 40 ár síðani Michael Jackson gav út plátuna "Off the wall".
Hesin TemaTýsdagur er bygdur upp við múrum.
Hví kom múrurin? Hvat umboðar múrurin? Hvat gjørdi Berlin-múrurin við heimin - tá ið hann stóð, og hvat er hent síðani? Tað tosa vit við Hans Holm, landafrøðing, og Heina í Skorini, stjórnmálafrøðing, um.