Tvey gallerí lótu upp í miðbýnum í Havn í farnu viku, og í byrjanini av sendingini hitta vit Elsu Maria Holm Olsen og Kinnu Poulsen í Víngarðinum.
Vit hava eisini verið á gátt í Galleri Focus, har vit skiftu orð við Onnu Mariu Gøricke, Palla Gregoriussen og Marionnu Norðoy.
Í morgin letur Stanley Samuelsen úr hondum fløgu "Nr. 8" - og í dag verður Stanley Hósdagsgestur í Nón.
"Ver tú" er ein handbók um kynsfatan, kærleika, familju og margfeldi. Vit tosa við Juliu Rutt Petersen, ið hevur týtt bókina til føroyskt.
Tú kanst hoyra sendingina her!