Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun 19. juli 2023
    Flaggskipið í føroyskum kappróðri - 10. mannafarið Klaksvíkingur - hevur bara eina manning at kappast við. - Hinir ræðast okkum, og krógva seg tí í 6. mannaførum og 8. mannaførum. Soleiðis ljóðar ertandi áheitanin úr Klaksvík á hini feløgini um at brynja seg út til kappróður í 1. deild. Vit skifta orð við Magnus Norðberg, ið er maðurin, sum hevur vunnið flestar sigrar í einum 10. mannafari.
    Í 2020 skipaði Tórshavnar Big Band fyri einari verkakapping, hvørs endamál var at stimbra føroyskan tónleik og føroyska tónleikaframleiðslu.
    Átta verk komu inn til kappingina og øll tey átta eru nú innspæld. Og saman við Eiriki Skála, Ólavi Olsen og Rógva á Rógvu fregnast vit um verkætlanina, samstundis sum fyrsti sangurin fyri fyrstu ferð verður at hoyra alment.
    Tað kennist kanska eitt sindur heystligt í morgun, men hvussu verður veðrið í dag og í vikuni? Vit spyrja Andrias Klein Gregoriussen frá føroysku veðurstovuni.
    Og KÍ spælir móti ungarska meistaraliðnum Ferenzvarosi í Champions League í dag. Vit lodda dýpið í Budapest, tá ið vit tosa við KÍ formannin, Tummas Lervig.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 20 min
  • Summarmorgun 18. juli 2023
    Dansieksperimentið er ein árlig verkætlan og dansiskeið, ið savnar føroyskar yrkis- og áhugadansarar. Og hetta frætta vit meiri um, tá ið Diana Jógvansdóttir Hansen kemur á gátt.
    Eftir russisku innrásina í Ukraina í fjør, meldaði Bjarti Grunnveit Olsen úr Haldórsvík seg inn í ukrainska herin, men hetta er ikki vandaleyst, tí fyri fáum døgum síðani fekk hann skaða í einum russiskum álopi. Vit hava ringt til Bjarta.
    Eisini fer Andrias Klein Gregoriussen frá Veðurstovu Føroya at siga okkum um veðrið komandi dagarnar
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 21 min
  • Raktur í skinnabeinið og afturpartin av pettum frá einum spreingivarpara
    Í samrøðuni greiður Bjarti Grunnveit Olsen frá tí, sum hendi, tá ið deild teirra varð álopin av russum. Eisini nemur hann við eitt nú nøkrum av tí, sum honum hevur verið fyri í stríðnum móti russum, og hvussu moralurin er í ukrainska herinum og millum ukrainska fólkið.
    Tú kanst hoyra samrøðuna við Bjarta Grunnveit Olsen her!
    16 min
  • Summarmorgun 17. juli 2023
    Á vestanstevnuni, sum var um vikuskiftið, vóru fleiri áhugaverdar og siðsøguligar framsýningar. Vit vitjaðu við Kirkjar í Miðvági, har ið vit fingu orð á Andrias Berglíð og Heina Trónd.
    Í samband við at Keypmannahavn er heimsins arkitekturhøvuðsstaður í 2023, var risastóra UIA-Ráðstevnan fyri arkitektur hildin í Bella Sentrinum í farnu viku, og millum luttakararnar vóru eisini føroyskir arkitektar. Vit hitta ein teirra, nevniliga Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 26 min
  • 56 skótar úr Føroyum á heimsins størstu skótalegu
    Jamboree er altjóða skótalegan, ið verður hildin fjórða hvørt ár, og sum uttan samanbering er tað størsta, sum ein skóta kann uppliva í skótatíðini.
     
    Saman við skótum frá 152 ymiskum londum skulu skótarnir úr Føroyum halda legu á SaeManGeum, sum er ein turrløgd rísmark, og sum er gjørt til eitt rætt paradís fyri skótar.
     
    40.000 skótar á Jamboree
    Um 40.000 luttakarar verða á leguøkinum, sum er umleið seks kilometrar breitt og tveir kilometrar langt, og á leguni fara skótarnir at virka undir temanum 'Draw your dream', ella 'Tekna tín dreym', sum skal fáa skótarnar at vísa, skapa og liva nýggjar dreymar.
     
    Legan er fyri skótar millum 14 og 18 ár 
    Á leguni sjálvari verður gerandislívið kanska eitt sindur øðrvísi, enn skótarnir eru vanir við í Føroyum ella frá øðrum legum. Tjøldini standa longu klár, tá skótarnir koma á leguna, og matgerð fer ikki at ganga fyri seg á báli ella á sprittkøki, sum annars er gerandiskostur her um leiðir.
    Fyri at luttaka á leguni sum skóti, skal skótin vera millum 14 og 18 ár, og av tí at jamboreein verður einans hildin 4. hvørt ár, ber bert til at fara á eina jamboree sum skóti.
    Tað eru tó ikki bara skótar, sum eru á jamboreeini, tí hópin og hópin av arbeiðsfólki er eisini við, soleiðis at legan koyrir eftir ætlan.
     
    Fara avstað 22. juli og koma aftur 15. august
    Legan sjálv er frá 1. Til 12. August, men føroyska ferðaliðið ferð avstað longu 22. Juli. Hetta er tí at saman við danska ferðaliðnum skulu føroyingar í vikuni undan leguni ferðast í Suðurkorea, millum annað í høvuðsstaðnum Seoul, har endamálið er at læra eitt sindur um vertstjóðina fyri Jamboreeina.
    Tað er skótarørslan í Suðurkorea, ið skipar fyri Jamboreeini fyri altjóða skótafelagsskapin WOSM (The World Organization of the Scout Movement).
    Lurta eftir samrøðuni við Símun Michael Sørensen, annar av skótaleiðarunum á ferðini.
    11 min
  • Átta málningar í átta dagar
    Kappingin Paint Out Norwich verður í býnum Norwick, ið liggur nakað norðanfyri London.
    100 luttakarar fara at kappast og kappingin gongur út upp á at mála átta málningar í átta dagar.
    - Tað verður málað í átta dagar, hvønn dag á ymiskum støðum, sum fyrireikararnir hava valgt frammanundan, greiður Pól Skarðenni frá.
    Pól er kendur fyri at mála landslagsmálningar, og tað er eisini tað hann fer at leggja seg eftir í kappingini.
    - Eg fari at halda meg til mín stíl, og so fáa vit at síggja hvussu dómararnir dáma hann, sigur Pól við einum brosi.
     
     
    Dagarnir byrjar við at løriftini, sum man ætlar at mála á, fáa eitt stempul, hetta fyri at umganga at fólk snýta, og so fara luttakararnir sjálvir fara út at mála, sigur Pól Skarðenni.
    Kappingin byrjar frá hósdegnum 13 juli til endar leygardagin 22 juli.
    Leinki til kappingina er at finna HER
    Lurta eftir samrøðuni við Pól Skarðenni í Summarmorgni.
    13 min
  • Petur Reinert og Regin Egholm givnir sum dómarar
    Petur Reinert og Regin Egholm eru tveir teir royndastu dómararnir vit hava havt í føroyskum fótbólti, men nú hava teir báðir avgjørt at gevast.
    Teir dømdu sín síðsta dyst Inni í Vika seinasta vikusskifti, tá ið AB tók ímóti 07 Vestur.
    Petur og Regin tosa um yrkisleið sína, dystir teir minnast væl og hvat teirra yndis frítíðarítriv, nevniliga dømingin, nú verður útskift við.
    13 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners