Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Vága floghavn má útbyggjast
    Tað sigur Regin I. Jacobsen stjóri í Vága floghavn, sum í morgun var gestur í morgunsendingini.
    Hann greiddi frá, at núverandi farstøðin ikki er nóg stór at hýsa stóru ferðsluni, ið er í væntu komandi árini. Væntandi verður met set í ár, tá ið umleið 440.000 fólk fara um flogvølin.
    - Farstøðin, ið var liðug í 2014, var í grundini teknað til at hýsa 400.000 ferðafólki, sigur Regin I. Jacobsen og tá var ikki væntað at tað talið fór at náast fyrr enn 2025, men longu nú er ferðafólkatalið farið upp um metingina.
    14 min
  • Útlendskir ferðabólkar uttan ferðaleiðara er vaksandi trupulleiki
    Royndi ferðaleiðarin Ann Askham sigur, at ferðabólkar, sum koma til landið við egnum ferðaleiðara, er ein vaksandi trupulleiki.
     
    - Tey kenna ikki okkara mentan og akta ikki forboðini, vit føroyingar seta, sigur Ann Askham, og hon heldur, at myndugleikarnir áttu at steðgað slíkum.
    - Vit flyta øll ferðafólkini í tey somu støðini, og tey plássini verða óneyðuga nógv slitin. Vit hava nógv onnur vøkur støð, sum kundu komið inn í túrarnar, heldur hon..
    17 min
  • Sundamenn taka havhest sum vanligt
    Hóast fuglakrímið hevur gjørt enda á mangari súlu og mongum skúgvi, eru menn í Hvannasundi farnir eftir havhestaungum sum vanligt.
    - Vit hava ongan deyðan havhest sæð. Men vit hava sæð nógvar deyðar súlur og skúgvar her norðuri, sigur Tóri Simonsen, sum reinsar havhestaungar í skúrinum í Hvannasundi.
    Systkinabarnið Martin Simonsen hevur allan dagin verið úti við báti og tikið havhest, men lítið er komið burtur úr í dag. Martin og Tóri leggja tó dent á, at tað hevur verið vindur hesar seinastu dagarnar, og tá plagar lítið av fugli at fara á sjógv.
    10 min
  • Fær kenslurnar fram í harmonikuni
    Harmonikufestivalur er hetta vikuskiftið í Fuglafirði. Eins og undanfarin ár eru bæði føroyskir og útlendskir tónleikarar við á festivalinum við konsertum, og dansur verður eisini og væl umtóktu sangtiltøkini.
     
    -Harmonikan er eitt ótrúligt ljóðføri, har tú fært kenslurnar fram og tú kanst fáa tínar persónligu eginleikar fram í harmonikuni, sigur kendi norski harmonikasnillingurin Kjell Harald Langhaug.
    18 min
  • Tey vórðu heitt tikin á Bessastøðum
    Tað var íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, sum handaði teimum falkin, sum kann sammetast við danska riddarakrossin og verður latin teimum, sum á ein serligan hátt hava givið sítt íkast til íslendsku tjóðina.
    Hjúnini vóru ovfarin, tá Tórður Mikkelsen hevði tey á tráðnum, beint eftir at tey vóru komin aftur til Reykjavíkar av Bessastøðum seinnapartin í gjár.
    8 min
  • Skúlaleikir styrkja samanhaldið
    Í fjør kappaðust næmingarnir í fýra greinum. Í ár verða seks greinar. Tær eru fræls ítrótt, flogbóltur, badminton, innirógving, kurvabóltur og rørslumegi.
     
    -Vit hava valt út og tillaga ítróttagreinarnar soleiðis, at øll kunnu vera og har allir næmingar eru eitt sindur javnir, sigur Katrin á Neystabø frá ÍSF, sum samskipar Skúlaleikir.
     
    Bæði næmingar í Kollafjarðar skúla og Erla í Húsinum, lærari í Kollafjarðar skúla, eru væl nøgd við leikirnar í fjør og tey gleða seg til at verða við aftur í ár.
    36 min
  • Ikki upplivað so høgar fiskaprísir sum nú
    Tað eru serliga toskur og hýsa, sum hava høgan prís, men øll fiskasløg hava góðan prís.
    -Serliga hýsan er nógv vaksin í virði. Fyri stuttum góðtóku menn at hýsan varð seld fyri 10 krónur kilo. Nú er vanligur prísur millum 20 og 30 krónur kilo og hýsan er komin upp í 38 krónur kilo, sigur Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya á Toftum.
    5 min
  • Hugsar um tað, ið hini gloyma
    Eivind Jacobsen sigur, at hann granskar fisk og fer samstundis at røkja portalin, sum hann nú hevur yvirtikið. Hann dugur ikki enn at siga, um hann skal hava fólk aftur at sær at røkja heimasíðuna.
    - Eg komi nógv í samband við fólk í gerandisdegnum, og har fært tú nógvar søgur, sigur Eivind, sum hevur vaskað á flakavirki og tí er komin nógv í samband við fólk.
    At r7.fo hevur heimstað á Strondum og í Eysturoynni, fer møguliga at síggjast aftur á heimasíðuni. Annars fer hann at leggja seg eftir at skriva um viðurskifti í øllum landinum.
    14 min
  • Dagurin byrjaði við at fanga krabbar
    Fyri fyrstu ferð í trý ár var stóri Sjómannadagurin í Klaksvík veruleiki. Hann hevur ikki verið síðani koronasmittan tók seg upp, men í ár var hann aftur.
    Fyrireikararnir eru ovfarnir at so nógv fólk møttu upp. Á havnalagnum frammanfyri Gomlu Klaksvíkini var stúgvandi fult av fólki úr øllum landinum.
    -Vit eru eini 15-20 mans sum skipa fyri og hava ábyrgdina á hvør sínum øki. Tað gongur so væl, at tað er næstan ikki neyðugt tosa saman. Tað virkar bara, sigur Oliver Joensen.
    Hann leggur dent á, at alt á Sjómannadegnum skal vera ókeypis.
    13 min
  • Hetta er ein gularót fyri okkum
    -Tað er nógv broytt frá 1962 til í dag, men eg ivist ikki í at Sjómannadagurin hevur týdning fyri teir sum eru í vinnuni, sigur Andru Poulsen.
    Hann førir útróðrarbátin Stakkavík, sum er 41 føtur. Báturin hevur verið bestur øll tey trý seinastu árini, 2019, 20 og 21. Á pallinum leygarmorgunin tók Andru ímóti trimum prýðiligum plátum sum siga, at Stakkaberg hevur verið besti útróðrarbátur í tí støddini øll trý árini. Hetta er fyrstu ferð Sjómannadagur er síðani koronasmittan tók seg upp, og tí vóru heiðursplátur handaðar fyri øll trý árini.
    6 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners