Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun 19. august 2022
    Vit tosaðu við:
    Karl Birgir Isaksen, fyriskipari av Føroya sjómannadegi
    Sólrun Michelsen og Anna Joensen-Næs um kropsfatan
    Hergeir Staksberg, Guðrið Poulsen og Bárður Dahl Christiansen um tiltakið "List til eitt vist", sum er á Reinsarínum kl. 20 í kvøld.
    1 hr 20 min
  • Allir kroppar eru summarkroppar
    Við slagorðunum "allir kroppar eru summarkroppar" hava ymiskar myndir av ymiskum fólkum verið at sæð á Instagramvanganum hjá Sinnibata Ung.
    Fólk hava sent teimum nakrar myndir av sær, til dømis í bikini og svimjidrakt ella eina mynd av einum berum búki. Og so hava tey skrivað ein tekst um sína kropsfatan.
    Harafturat hevur ymisk list verið á vanganum, sum snýr seg um kroppar so ella so, tekningar, yrkingar, tónleikur o.s.fr.
    15 min
  • Vónar at hundurin kann hjálpa
    Djór hava leingi verið nýtt, at hjálpa fólkum við ymsum avbjóðingum. Tey flestu kenna eitt nú blindahundar, men hundar kunnu eisini nýtast at hjálpa fólki við sjúkuni epilepsi.
    Eini 500 føroyingar liva við epilepsi, og hetta er sjúka, sum kann hava stóra ávirkan á gerandisdagin.
    Ein teirra, ið hevur sjúkuna, er Karis í Liða Hansen. Hon hevur sera ringa epilepsi, sum ger, at hon fær ógvuslig herðindi, sum millum annað hava við sær, at hon javnan má liggja á intensivari deild fyri at fáa hjálp.
    25 min
  • Summarmorgun 18. august 2022
    Vit prátaðu við:
    Aron Jacobsen og Rani A. Dalsgarð sum luttaka í EM í amboðsfimleiki, sum er í Munchen í Týsklandi í løtuni.
    Karis í Liða Hansen og Jimmi Koldenborg, sum greiða frá um epilepsihund, sum Karis, sum hevur ringa epilepsi, hevur fingið fyri at hjálpa henni.
    Sigmundur Isfeldt og Sissal Kristiansen um japanska vitjan í Føroyum og japanskir filmsdagar.
    1 hr 19 min
  • Aron og Rani eru til EM í amboðsfimleiki
    Aron D. Jacobsen og Rani A. Dalsgarð hava kvalifiserað seg til EM sum teir einastu tveir menninir í Danmark. Teir umboða danska landsliðið, tí Føroyar eru ikki góðkendar.
    Aron Jacobsen býr í Danmark og venur við einum donskum felagi, meðan Rani Dalsgarð býr í Føroyum. Ta seinastu tíðina hevur Rani vant einsamallur, tí hann hevur ongan venjara í løtuni, og hinir fimleikararnir hava havt summarfrí.
    Aron skal kappast í øllum seks greinum í amboðsfimleiki dag, og Rani kappast í einari grein.
    12 min
  • Summarmorgun 17. august 2022
    Vit tosaðu við:
    Óla Mittún, sum er kosin at vera besti hondbóltsleikari í Evropa í U18 árganginum
    Ivan Hentze Niclasen, stjóra í Kringvarpinum og Eirik Lindeskov, ábyrgdarblaðstjóra á Sosialinum
    Mark Blach-Ørsten, professara á Roskilde Universitet og Heina í Skorini, ph.d. og lekatari á Setrinum um miðlaráðstevnu í Norðurlandahúsinum hósdagin.
     
    Vertir vóru:
    Marin Hermansdóttir Eidesgaard og Lív Mikkelsen
    1 hr 22 min
  • Hart arbeiði gav úrslit
    Um vikuskiftið fingu Føroyar á fyrsta sinni ein norðurlendskan meistara í ríðikapping.
    Tað var Knút Lützen og hesti hansara Kára, sum sunnudagin sannførandi vunnu NM í greinini GDB Gæðingakeppni.
    Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava fingið ein norðurlendskan meistara í ríðikapping á íslandsrossum, og eitt tað størtsa avrikið innan ríðing í Føroyum, sigur Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandi Føroya.
    At vinna NM í ríðing var ein dreymur, sum gjørdist veruleiki hjá Knút Lútzen;
    13 min
  • Óli Mittún er besti hondbóltsleikari í Evropa í U18 árganginum
    Føroyar eru nummar níggju í Evropa í U18-manshondbólti. Um vikuskiftið spældu teir seinasta dystin í EM endaspælinum í móti Íslandi. Teir vunnu dystin við tveimum málum og kundu hátíðarhalda at enda nummar níggju.
    Óli Mittún má sigast at vera stjørnan á liðnum. Hann er ein 17 ára gamal hoyvíkingur, sum bleiv kosin besti hondbóltsleikari í Evropa í U18 árganginum. Umframt tað, var hann eisini toppskjútti í kappingini við heili 80 málum.
    Tað er 100% lykilin til Hoyvíkshøllina, sum hevur gjørt hann til so góðan hondbóltsleikara á so ungum aldri, sigur Óli.
    14 min
  • Ein broyting at byrja í skúla
    Hósdagin byrja fólkaskúlarnir aftur, og tá traðka nógv børn inn um skúlagátt fyri fyrstu ferð.
    Men hvussu er tað hjá 6-7 ára gomlum børnum at byrja í skúla, hvussu fyrireika lærarar og námsfrøðingar seg til at taka ímóti børnunum, og til at geva teimum eina so góða skúlabyrjan sum til ber, og hvat kunnu foreldur gera fyri at fyrireika børnini til skúlalívið?
    Tað spyr Summarmorgun Katrina Dagbjartsdóttir, lærara í Skúlanum á Fløtum og Katrina Lindberg, námsfrøðing í Skúlanum á Fløtum.
    22 min
  • Summarmorgun 16. august
    Í sendingini tosa vit við:
    Knút Lützen, sum gjørdist norðurlendskur meistari í ríðikapping á íslandsrossum í greinini GDB Gæðingakeppni.
    Rigmor Napoleonsdóttir Arge, sum greiður frá um FM í Frælsu ítrótti, sum var um vikuskiftið.
    Katrina Dagbjartsdóttir og Katrina Lindberg, lærara og námsfrøðing á Skúlanum á Fløtum um skúlabyrjan.
    Vertir eru:
    Marin Hermansdóttir Eidesgaard og Lív Mikkelsen
    1 hr 22 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners