Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun 27. juli 2023
    Í dag letur føroyski rock/poppbólkurin Adrenaline úr hondum sína fyrstu heildarútgávu. Vit fregnast um bæði bólk og útgávu, tá ið Adrenaline vitjar í útvarpsstovuni.
    Í dag verður árliga Prideskrúðgongan á skránni, samstundis sum LGBT+ eisini hevur skipað fyri einari serligari LGBT viku upp til ólavsøku.
    Vit fáa litfagra vitjan í útvarpsstovuni miðskeiðis í sendingini ella so.
    Og hvussu verður veðrið á ólavsøku? Tað frætta vit nærri um, tá ið vit ringja á Veðurstovu Føroya.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 20 min
  • Summarmorgun 26. juli 2023
    Klokkan trý korter til átta í kvøld fer KÍ á vøllin við Djúpumýru, har ið heimligu meistararnir skulu møta svensku meistarunum, Häcken frá Gøteborg. Hvussu hevur KÍ fyrireikað seg til útselda stórdystin, og hvørji eru útlitini. Vit skifta orð við KÍ formannin, Tummas Lervig, og fótbóltsviðmerkjaran, Jóannes Jakobsen.
    Í 2020 skipaði Tórshavnar Big Band fyri einari verkakapping, hvørs endamál var at stimbra føroyskan tónleik og føroyska tónleikaframleiðslu.
    Tey átta verkini, ið komu inn til kappingina, eru nú innspæld og verða givin út ? eitt í senn hvønn mikudag. Og saman við Eiriki Skála, Ólavi Olsen og Atla Kárason Petersen hava vit at fregnast um annan sangin, sum eisini verður at hoyra alment fyri fyrstu ferð í morgun.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 21 min
  • Summarmorgun 25. juli 2023
    Í 2014 varð skjøtil settur á at talgilda kringvarpssavnið, ið samstundis er eitt gullnám av vitan, dokumentatión og føroyskari søgu.
    Og nú Savnsgull verkætlanin er komin á mál, skifta vit orð við Mass Hoydal, verkætlanarleiðara, um eitt nú týdningin av kringvarpssavninum, samstundis sum vit eisini fara at hoyra nøkur brot úr savninum.
    Hósdagin var bókasavnið heima á Sandi karmur um framløguna av "Sandoyar kirkjubók 1719-1892", sum Johan Guttorm Mikkelsen hevur lagt úr hondum, og sum bókmentafelagið Varðin gevur út. Johan hevur vitjað í útvarpsstovuni í morgun og eitt nú fregnast vit um serligar søgur, ið eru at finna í kirkjubókunum.
    Og vit fara eisini at fregnast um veðrið, nú ólavsøkan nærkast í hvørjum.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 20 min
  • Summarmorgun 24. juli 2023
    Sýningarnar av leikinum Lear Kongur eru av. Ein føroyskur leikur, sum Búi Dam leikstjórnaði, og ein leikur, sum hevur vakt ans, tí at høvuðsleikarin, Birita Mohr, hevur alzheimer. Ber yvirhøvir til at spæla sjónleik, tá ið ein er minnisveik - og hvussu riggaði leikurin sum heild? Tað hoyra vit meira um eftir klokkan átta, tí tá fara Katrin Joensen-Næs, filmsleikstjóri, og Sóley Danielsen, sjónleikari, at ummæla leikin.
    EP-pláturnar, sum Debess & Petersen tóku upp og góvu út í 1973, eru varðar í føroyskari rútmiskari musikksøgu, tí fyri 50 árum síðani vóru teir átta sangirnir á útgávunum bæði nýskapandi og slóðbrótandi.
    Pláturnar vórðu brátt útseldar, men eru ongantíð givnar út av nýggjum, samstundis sum tú ei heldur finnur sangirnar á talgildu miðlunum.
    Fríggjadagin gjørdu vit ein stuttan samandrátt av fyrru EP-ini - og í morgun tríva vit í teirri seinru, ið ber heitið "Mitt í eini meining".
    Vit fara eisini at minnast jazzlegenduna, Tony Bennett, ið lat eyguni aftur fríggjadagin.
    Og vit fara at fregnast um veðrið, nú skjøtil er settur á ólavsøkuvikuna.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 21 min
  • Summarmorgun 21. juli 2023
    Í fyrradagin var bókasavnið heima á Sandi karmur um framløguna av "Sandoyar kirkjubók 1719-1892", sum Johan Guttorm Mikkelsen hevur lagt úr hondum, og sum bókmentafelagið Varðin gevur út. Á framløguni fingu vit orðið á Zakarias Wang, ið sum formaður Varðans handaði Johan Guttorm fyrsta eintakið.
    Tvær ferðir í 1973 lótu ungu havnarmenninir, ið róptu seg Debess & Petersen, frá sær EP-plátuútgávur við í alt átta sangum. Pláturnar eru langt síðani útseldar. Sangirnir eru ongantíð givnir út av nýggjum, og eru heldur ikki tøkir á talgildum miðlum. Kortini liva teir framvegis sítt fríska lív í huganum á teimum, sum minnast teir. Vit fara í dag og mánadagin at varpa ljós á pláturnar hjá Debess og Petersen, sum í ár fylla 50.
    Í tíðarskeiðnum frá 1933 til 1980, vóru fleiri føroyingar millum teirra, ið vórðu send niður á stovn. Og nú fer danska stjórnin alment at biða um umbering fyri hvussu fólk, sum vórðu undir ser- og andveikraforsorgini í hesum tíðarskeiði, vórðu viðfarin.
    Ragnhild Dahl, sum nú er ráðgevi hjá Javna, lærdi á Rødbygaard í Danmark, har allir føroyingarnir vórðu sendir, og hon greiðir frá nøkrum av tí, sum danska stjórnin nú gevur umbering fyri.
    Og vit fregnast eisini um veðrið um vikuskiftið.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 21 min
  • Summarmorgun 20. juli 2023
    Stórfingin dagur í føroyskum fótbólti - KÍ útinti bragdið við glæsiligum sigri í gjár á ungarska meistaraliðnum Ferenzvarosi, og í dag eiga hinir tørn; Víkingur, B36 og HB. Vit ringja í morgun til Budapest, og lodda eisini dýpið í Víkinga-, B36,- og HB-legunum í ávikavist Gøtu, Estlandi og Norðurírlandi.
    Tónleikabólkurin Aldubáran hevur í ár sett sær fyri at savna seg um tónleikin hjá unga tónaskaldinum Eli Tausen á Lava, og hetta verður markerað við fleiri konsertum um dagarnar. Vit fáa vitjan av unga tónaskaldinum umframt Kristinu Thede Johansen, ið spælur saxofon.
    Og hvussu verður veðrið í dag og í vikuni? Vit spyrja Andrias Klein Gregoriussen frá føroysku veðurstovuni.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 20 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners