Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun 30. august 2023
    Tað er ikki á hvørjum degi - ella kvøldi, at ein nýggj føroysk krimibók til børn kemur út. Men í kvøld ber til at fara á almenna bókaframløga á Reinsarínum í Havn í samband við at krimibarnabókin "Flytifuglar", ið Elin á Rógvi hevur skrivað, kemur út. Vit hitta høvundin.
    Í kvøld verður skipað fyri pallborðsfundi í Løkshøll, har evnið er tónleikapolitikkur kringvarpsins. Vit fáa vitjan av einum av fyrireikarunum, Dánjali av Neystabø, ið er formaður í Tónleikasambandinum.
    Í 2020 skipaði Tórshavnar Big Band fyri einari verkakapping, hvørs endamál var at stimbra føroyskan tónleik og føroyska tónleikaframleiðslu.
    Tey átta verkini, ið komu inn til kappingina, eru nú innspæld og verða givin út - eitt í senn hvønn mikudag. Og saman við Heðin Ziska Davidsen og Hans Jacob Kollslíð fara vit at fregnast um sjeynda sangin, sum eisini verður at hoyra alment fyri fyrstu ferð í morgun.
    Og vit fáa eisini feskastu veðurforsøgnina frá Hanusi Kjølbro á Veðurstovu Føroya.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 20 min
  • Summarmorgun 29. august 2023
    Enn ein festivalur er á skránni, og hesaferð er talan um ein Eydnufestivalin. Vit vitja í verkhúsinum Stíggjur.
    Á Mentanardøgunum í Fuglafirði komandi vikuskiftið verður á triðja sinni boðið inn til kappkoyring í kassabilum - eitt tiltak, ið ivaleyst kann fáa kreativu grýtuna á kók, kanska serliga hjá monnum og dreingjum.
    Vit tosa við Palla Vang um tiltakið.
    Er talufrælsi hjá summum skert? Og nær er talan um haturstalu. Hetta hugleiðir Arni Zachariassen um í einum blogg-innleggi, sum ber heitið: Tónalagsløgreglan er elitér og hevur sum endamál at fáa vanlig fólk at blanda seg uttanum.
    Vit tosa við Arna um evnið.
    Og hvussu verður veðrið í dag og komandi vikuna? Tað fregnast vit um, tá ið vit ringja til Hanus Kjølbro á Veðurstovu Føroya.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 20 min
  • Summarmorgun 28. august 2023
    Øll eru vinnarar er yvirskriftin ella sloganið fyri Snarathlon tiltakið, sum verður í Fuglafirði í samband við Mentanardagarnar komandi vikuskifti.
    Men hvat er snarathlon og hvussu verður tiltakið leygardagin skipað. Vit tosa við Magna Hansen.
    Herfyri var nýggi dagstovnurin í Eysturkommunu, Gjái, ið er bygdur ovarlaga í Gøtugjógv, tikin í nýtslu.
    Vit hava vitja í Gjáa, har ið vit hitta arkitektin, Ósbjørn Jakobsen, og dagliga leiðaran, Rannvá Reginsdóttur Hentze.
    Og hvussu verður veðrið í dag og komandi vikuna? Tað fregnast vit um, tá ið vit ringja til Hanus Kjølbro á Veðurstovu Føroya.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 19 min
  • Ein barnadreymur bleiv veruleiki
    Í 2005 skrivaði bólkurin PoppKorn tónleikasøgu. Hann er ein tann fyrsti gentupoppbólkur í Føroyum. Tær fimm sandsgenturnar, ið mynda bólkin, vóru: Lillian Dalsgaard, Elin Reinert Hansen, Jóhanna Vidtfeldt, Rannvá Nielssen og Maiken Stantcheva.
    Fyrsta framførslan var í heimbygdini til Mjús-festivalin, og eftir hetta kom glið á. Tær blivu spurdar aftur og aftur um at upptraðka. Fyri tá 14 ára gomlu Lillian Dalsgaard var hetta ein barnadreymur, sum bleiv veruleiki.
    - Eg hevði altíð droymt um at upptraðka við sangi, og tá vit sluppu tað fyri fyrstu ferð á Mjús-festivalinum, var hetta eina barnadreymur, sum bleiv veruleiki. Tó hevði eg ongantíð ímyndað mær, at bólkurin gjørdist so væl umtóktur, greiðir Lillian Dalsgaard frá, sum í dag er 32 ára gomul og býr í Keypmannahavn.
    18 min
  • Eydnufestivalurin er fyri øll
    Sangur, matur og ikki minst gleði, verður tað, sum verður á skránni á ársins fyrsta Eydnufestivali, sum verður fríggjadagin. Talan er um ein festival, sum verkhúsið Stíggjur skipar fyri. Festivalurin verður í Løkshøll í Runavík.
    Verkhúsið stíggjur
    Verkhúsið stíggjur er ein verkstova fyri fólk, ið hava serligan tørv. Tey koma dagliga til arbeiðis, og í hesum døgum hava tey úr at gera, nú tá festivalur er á skránni.
    Verkhúsið stíggjur
    Verkhúsið stíggjur
    21 min
  • Fyriskipar og eygleiðir altjóða fótbóltsdystir
    Tá ið ein altjóða fótbóltsdystur skal fyriskipast, eru nógvar fyrireikingar, nógvar uppgávur og nógv krøv, sum skulu lúkast.
    UEFA sendir eitt umboð til hvønn tann einasta dyst, sum hevur eftirlit við, at alt koyrir, sum tað skal.
    Føroyar hava fimm UEFA-umboð í dag.
     
    andrass_thomsen_01.jpg
     
    Hóskvøldið í síðstu viku var fimta umboðið, Andrass Thomsen, UEFA umboð fyri fyrstu ferð.
     
    fotboltsdystur.jpg
     
    Tað var til dystin í UEFA Conference League millum Swift Hesperange úr Luksemburg og FK Struga úr Norðurmakedónia.
    Andrass Thomsen fór sostatt úr leiklutinum sum fyriskipari í leiklutin sum eygleiðari, og hann greiðir frá tí, sum skal til at skipa fyri altjóða fótbóltsdystum og eygleiðarauppgávuni.
    17 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners