Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun mikudagin 25. juni 2024
    Hvønn leygarmorgun hittast menn og nakrar kvinnur á gamla Roykivirkinum í Klaksvík, har ið Norðoya Bátafelag heldur til.
    Á skránni er morgunkaffi, prát og hugni. Og Summarmorgun var á gátt farna leygardag har ið vit hittu Karl Olgar Joensen, Marjun Lómaklett, Poul Havn, Sigmar Høgnesen, Símun á Høvdanum og Hanus Hansen.
    Tungmálmur er kanska ikki tað, sum vit serliga seta í samband við Eivør. Men fríggjakvøldið var Eivør á tungmálmspallinum Copenhell. Vit hava fregnast um konsertina.
    Og vit frætta eisini frá Turid Láksá á Veðustovu Føroya.
    1 hr 19 min
  • Summarmorgun mánadagin 24. juni 2024
    Turid Laksá letur okkum veðurforsøgnina fyri vikuna.
    Fyri fyrstu ferð verða "ISCM World New Music Days" hildnir í Føroyum, og talan er um eitt risastórt tónleikatiltak, ið verður hildið í Havn og úti um landið. Og saman við Sunleifi Rasmussen fara vit at fregnast um tónleikadagarnar, ið vórðu settir í gjár.
    Næstseinasta fríggjadag varð EM kappingin í fótbólti skotin í gongd, og saman við Jóannesi Jakobsen taka vit pulsin á fótbóltinum í morgun.
    1 hr 21 min
  • Summarmorgun 21. juni 2024
    Turið Laksá frá Veðurstovu Føroya sigur okkum veðurforsøgnina fyri vikuskiftið, Magnus Pauli Vest, kunningarleiðari á Visit Vágur, greiður frá um jóansøkuskránna, og vit skifta orð við Sunleif Rasmussen, tónaskald, um stóra altjóða tónleikafestivalin, World New Music Days, ið verður hildin í Føroyum komandi dagarnar.
    1 hr 19 min
  • Summarmorgun hósdagin 20. juni 2023
    Turið Poulsen, veðurkvinnu, sigur okkum um veðrið komandi dagarnar.
    Vit hava eisini verið í Fuglafirði, tí fyrr í ár skrivaði Fuglafjarðar kommuna út eina hugskotskapping um hvussu miðbýurin í Fuglafirði kann skipast.
    Og eftir at vinnararnir vóru avdúkaðir týsdagin, hittu vit Eyðun Eliasen, ið er arkitektur og stjóri á teknistovuni EyA, sum vann kappingina, eins og vit eisini fingu orð á borgarstjóran, Dávur Juul.
    Herfyri vóru Bjarta Petersen og systur hennara í Ísrael, har ið tær millum annað vitjaðu staðið, sum varð álopið av Hamas 7. oktober í fjør.
    1 hr 16 min
  • Summarmorgun mikudagin 19. juni 2024
    Hanus Kjølbro sigur okkum veðurforsøgnina.
    Jan Nystrøm, sum í 2019 flutti til Týsklands, hevur í tveimum umførum nomið sær útbúgving innan list í Danmark.
    Og nú Jan var í Føroyum í farnu viku, fingu vit eitt prát við hann um eitt nú listina og eina framsýning í Týsklandi, sum hann sjálvur er týðandi partur av.
    Í dag letur Elin Dagbjartsdóttir úr hondum sangin "Longsils andarhald", sum hon og Elin á Rógvi eiga lag og orð til.
    Elin Dagbjartsdóttir kemur á gátt, samstundis sum nýggi sangurin eisini verður frumspældur.
    Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina "10 spurningar (og svar) um kristnu trúnnu". Vit fáa orðið á Arna Zachariassen, ið hevur týtt bókina til føroyskt.
    1 hr 19 min
  • Summarmorgun týsdagin 18. juni 2024
    Vit tosa við Hanus Kjølbro, veðurmann, um veðurforsøgnina.
    Hvussu er at vera familja, tá ið bústaðurin er tengdir at arbeiðinum sum vitapassari? Hvussu var at vera í Akrabergi, tá jólaóðnin herjaði í 1988? Og hvør er søgan um stórslidna vitan á Borðuni í Nólsoy?
    Hesir eru nakrir av spurningunum, ið vit ? nú vitaverkið varð yvirtikið 1. juni, seta Hans Petur Kjærbo, ið starvaðist sum vitapassari í 42 ár.
    Í kvøld fara Økistónar av barkastokki í Kolshøll á Eiði. Vit fregnast um átakið, tá ið Marianna Winther Nagata og Dánial á Neystabø koma á gátt.
    1 hr 19 min
  • Summarmorgun mánadagin 17. juni 2024
    Hanus Kjølbro letur okkum veðurforsøgnina fyri vikuna, vit skifta orð við íslendsku sendikvinnuna i Føroyum, Ágústu Gísladóttir, um íslendska tjóðardagin, og Jóannes Jakobsen tosar um EM-kappingina í fótbólti.
    1 hr 19 min
  • Gjái, ein arkitektonisk perla hjá børnunum
    Vit hava vitjað nýggja dagstovnin, sum er umleið 1300 fermetrar stórur, og vit hitta arkitektin, Ósbjørn Jakobsen, ið hevur teknað nýggja dagstovnin, og Rannvá Reginsdóttur Hentze, ið er dagligur leiðari.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    28 min
  • Summarmorgun 1. september 2023
    Í morgun skipar kringvarpið fyri almennari ráðstevnu um miðlar og fólkaræði. Vit spyrja Ivan Niclasen, kringvarpsstjóra, hvørjar avbjóðingar miðlar anno 2023 standa fyri, og hví tað er neyðugt við einari slíkari ráðstevnu.
    Í morgin fer Reyði Krossur undir árligu innsavningina, har ið fólk frá Reyða Krossi ganga hús úr húsi við bússum. Vit fara at fregnast, tá ið formaðurin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard, vitjar í Summarmorgni.
    Nes kommuna hevur ætlanir um at skapa eitt áhugavert, spennandi og viðkomandi miðstaðarøki við bátahylin á Toftum.
    Vit hava vitjað við havnalagið, har ið vit hittu borgarastjórin, Súna í Hjøllum.
    Og vit fara eisini at fregnast um veðrið um vikuskiftið, tá ið vit ringja til Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 19 min
  • Summarmorgun 31. august 2023
    Við javnleiki 1-1 móti Sheriff Tiraspol megnaði KÍ fyri viku síðani enn einaferð at røkka einum glæsiligum úrsliti.
    Og nú KÍ og moldovska liðið bresta saman aftur á útivølli í kvøld, ringja vit til KÍ-formannin, Tummas Lervig.
    Tað eru 18 ár síðani, at nógv spælda fløgan hjá gentubólkinum Poppkorn kom á marknaðin í 2005 og nú eru sangirnir eisini at finna á Spotify. Forsangarin, Lillian Dalsgaard var bara 14 ára gomul, tá ið hon brádliga gjørdist landskend. Vit práta við hana um tíðina í Poppkorn
    Samvera og tónleikur hevur stóran týdning fyri trivnaðin á einum staði, og í besta veðri farna leygarkvøld var á triðja sinni skipað fyri Suðurljóði á Tvøroyri - ella rættari sagt, í Trongisvági. Vit spyrja ein av fyrireikarunum, Súsonnu Bertholdsen, um eitt nú hvønn týdning eitt tiltak sum hetta hevur.
    Og vit fáa feskastu veðurforsøgnina frá Hanusi Kjølbro á Veðurstovu Føroya.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 20 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners