Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun mikudagur 10. juli
    Gamalt var at seta epli niður á flaggdegnum ella út í mai mánað, men tað vísir seg í dag at verða alt ov tíðliga, tí gert tú tað er vandi fyri at alt blívur tað reina ókrút. Vit vóru ein túr í Miðstovuni á Sandi og tosaðu við bóndan, sum ikki setur epli niður fyrr enn um hálvan juni.
    KÍ fer undir enn eina Champions League kapping, sum hepnaðist so sera væl í fjør, og vit tosa við formannin í KÍ, Tummas Lervig. B36 spælir somuleiðis í dag móti liði úr Lettlandi, og vit ringja til Maritu Debes Magnussen, forkvinnu í B36.
    Og so hoyra vit um veðrið frá Veðurstovu Føroya.
    Hoyr alla sendingina her
    1 hr 17 min
  • Summarmorgun mánadagur 8. juli
    Franska valið var í gjár, sunnudagin 7. juli, og tað setti dám á Summarmorgun dagin eftir.
    Raphaëlle Gonzalez Nysted, er úr Fraklandi, og hon fylgdi væl við valinum í heimlandinum í gjár. Rólandi í Skorini, serkønur í fronskum viðurskiftum, greinar eisini støðuna, nú politiskt kaos valdar í Fraklandi.
    Um vikuskiftið var Roskilde festivalurin hildin á Dyreskuepladsen í Roskilde. Fleiri túsund fólk vóru savnað, tá ið rættligt ódnarveður brast á við regni og vindi. Hvussu spældi festivalurin av, spurdu vit Una L. Hansen, sum er fastur fúsur á Roskilde.
    Og so segði Turið Poulsen frá Veðurstovu Føroya okkum frá veðrinum, sum verður á heilt góðari leið hesa vikuna.
    1 hr 21 min
  • Summarmorgun hósdagur 4. juli
    Bretska parlamentsvalið er í dag, og í hesum sambandi greina Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, og Bjarni í Liða, búskaparfrøðingur, valið og støðuna hjá Bretlandi. Konservativi flokkurin er fyri niðurbræðing, búskaparliga støðan sær ikki góð út, og tosað verður um beinleiðis fátækradømi og stóran ójavna. Alt bendir á ein knúsandi sigur til Labour, og at Bretland vaknar til eina nýggja politiska støðu í morgin, har stóra avbjóðingin verður at venda gongdini.
    Tey eru farin í gongd við nýggja bygningin hjá Smyril Line, sum verður bygdur miðskeiðis á molanum í Havn. Hvørjar eru avbjóðingarnar við einum bygningi av hesum slagnum, hvørjum hava tey lagt seg eftir, tá talan er um tað estetiska. Vit tosa við arkitektin, Ósbjørn Jacobsen.
    Og so sigur Turið Poulsen okkum frá veðrinum í dag og í morgin.
    1 hr 19 min
  • Summarmorgun 3. juli 2024
    Nú Veðraplátan kemur út aftur í dag, verður tosað við Gissur Patursson og Jørgin Dahl um plátuna, samstundis sum eitt nú "forbodna" versiónin av Headding for disaster verður spæld.
    1 hr 20 min
  • Summarmorgun mánadagin 1. juli 2024
    Turid Láksá um veðrið komandi vikuna, Kappróðrarneystið í Klaksvík tilnevnt umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, vit tosa við Ósbjørn Jakobsen og Sonja Kjølbro, og við Róland í Skorini um franska tjóðartingsvalið.
    1 hr 20 min
  • Summarmorgun 28. juni 2024
    Undir Gerðhamri er nýggj útstykking í Hvannasundi. Vit hava verið á staðnum, har ið vit skiftu orð við borgarstjóran í Hvannasunds kommunu, Katrin Næs.
    Vit tosa eisini við Bjarna Nygaard, trivnaðarleiðara, um mentanarvikuna á Tvøroyri.
    Og Turid Laksá sigur okkum veðurforsøgnina fyri vikuskiftið.
    1 hr 17 min
  • Summarmorgun 27. juni 2024
    Hvussu verður veðrið í dag og í morgin? Vit frætta frá veðurkvinnuni, Turid Laksá.
    Í dag verður Lena Joensen, ið er búsitandi á sambýlinum Vesturskyn á Toftum, 100 ár. Tórður Mikkelsen hevur vitjað Lenu.
    Í hesum døgum vera stóra tónleikatiltakið, "ISCM World New Music Days", sum fór av barkastokki fyri slakari viku síðani, hildið í Føroyum. Og saman við Sunleifi Rasmussen fara vit at kaga í skránna tað, sum eftir er.
    1 hr 19 min
  • Summarmorgun mikudagin 26. juni 2024
    Hvussu verður veðrið í dag og í morgin? Vit frætta frá veðurkvinnuni, Turid Laksá.
    "Show Time" er heitið á konsertferð, har ið tey trý, Borgfríð Fonsdal, Bergur Fonsdal og Aksel Remmel, fara at spæla tónleik úr sangleikum og opera. Vit fregnast um konsertferðina.
    Vit fara eisini at forvitnast um Voxbotn, ið verður á skránni leygardagin. Vit tosa við Rúna Djurhuus.
    1 hr 19 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners