Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Kapping um bátaplássini í Vágsbotni á ólavsøku
    Hesar seinastu dagarnar hava serliga nógvir stuttleikabátar verið at sæð í Vágsbotni, og tað hevur verið ein ávísur ólavsøkuhugni eftir Bryggjubakka. Tí nógvir bátar aðra staðni úr landinum eru komnir í góðari tíð til Havnar fyri at fáa eitt gott bátapláss á ólavsøku. Fólk búgva umborð hesar dagarnar og eru fegin um at vera so nær ólavsøkuni sum gjørligt.
    Fyrrapartin í gjár skipaði Tórshavnar Bátafelag fyri at leggja allar bátarnar upp á pláss, har teir skulu liggja á ólavsøku. Endamálið var at fáa pláss fyri so nógvum bátum sum gjørligt fram við Bryggjubakka.
    Summarmorgun í Útvarpinum var við og fekk prát við nøkur bátafólk.
    9 min
  • Havi altíð verið við í grindadrápi
    Tina Kajsdóttir í Miðvági hevur verið við í grindadrápi frá barnsbeini av. Kortini hevði hon ikki væntað at blíva spurd um at gerast grindaforkvinna.
    -Eg helt tað vera spennandi og játtaði beinanvegin. Síðani havi eg verið við í einum grindadrápi og í tveimum førum har hvalirnir vórðu merktir og sleptir aftur. Eg var forkvinna á sandinum og tað gekk væl, sigur hon.
     
    Hóast ikki bara menn nú eru grindaformenn, hledur Tina tað ikki vera neyðugt at broyta navnið á Grindamannafelagnum.
     
    Her kanst tú hoyra innslagið við Tinu Kajsdóttir.
    .
    10 min
  • Marcus roytir 40 ær um tíman
    Fyri meira enn 20 árum síðani vakti tað stóran ans, tá ein fimur maður úr New Zealandi var í Føroyum og roytti seyð við maskinu. Sagt varð, at hann roytti eini 50 til 60.000 seyðir um árið í ymsum londum.
    Síðani bæði føroyingar og útlendingar boðið seg fram til hesa uppgávu kring landið. Og hesi seinastu tvey sumrini hevur ungi sandingurin Marcus Klementsen roytt við maskinu. Hann roytir eini 4.000 ær um summarið.
    Her hitta vit Marcus á einari seyðarætt í Kirkjubø. Vit hoyra eisini Hans Kristoffur Mortensen og Jóannes Patursson.
    9 min
  • Størsta trýstið er um summarið
    Hetta er tann tíðin fólk fara at ferðast og hava tørv á, at húsdjórini verða ansað, so tey hava tað gott og trygt meðan húsfólkið er burtur. Vit hitta Hildigarð Djurhuus Hansen, sum hevur Djóraansing á Strondum.
    Tá fólk fara í summarfrí, er umráðandi at húsdjórini hava tað gott eftir heima. Tí kemur djóraansing væl við hjá mongum. Hetta er háárstíð hjá Djóraansing við Hildigarð á Strondum, sum ansar bæði hundum, rossum og øðrum húsdjórum.
    Í Summarmorgni í morgun var samrøða við Hildigarð og tú kanst hoyra hana her.
    8 min
  • Teir bora í grønlendsku fjøllunum
    Innast í Busksufjørðinum í Grønlandi - miðskeiðis millum Nuuk og Føroyingahavnina - arbeiða í hesum døgum nakrir føroyingar. Teir gera kjarnuboringar í sambandi við eina ætlan um vatnorkuútbygging har. Og avbjóðingarnar hjá teimum hava verið nógvar og spennandi.
    Kristian Stórhamar úr Trongisvági og Martin Sivertsen úr Norðdepli, sum hava arbeitt nógv saman í undirsjóvartunnlum í Føroyum, hava tikið seg saman og gjørt eitt felag, ið bjóðar seg fram til slíkar uppgávur.
    Nú eru teir sum sagt í Grønlandi. Og í Summarmorgni í morgun var samrøða við Kristian Stórhamar. Tú kanst hoyra hana her.
    11 min
  • Tey skulu fylla plássið hjá fransiskanarsystrunum
    Fransiskanarsystrarnar hava verið ein fastur og týðandi partur av øllum, sum er farið fram í Mariukirkju, sum er katólska kirkjan í Havn. Nú systrarnar fara í onnur lond at virka, hevur kirkjuliðið býtt allar uppgávur í kirkjuni ímillum sín
    Summarmorgun hitti Eilif Brimheim, kirkjuráðsformann, eftir messuna sunnudagin. Tú kanst hoyra samrøðuna her.
    12 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners