Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Okkara partur úr bankatoskinum er ov lítil
    Í gjár kom 42 fót glastrevjabáturin Gusti á Leirvík av triðja túrinum á Føroya Banka. Teir tríggir menninir, sum eru við bátinum, eru 210 ár tilsamans.
    -Prísurin vit fáa fyri bankatoskin er alt ov lítil tá vit hoyra hvat matstovurnar í Havn borðreiða bankatoskin fyri, sigur Kjartan Joensen. Avreiðingarprísurin hjá Gusta í gjár var 30 krónur kilo.
    Gusti hevur verið tríggjar túrar á Føroya Banka í juli og teir eiga tveir eftir. Kjartan Joensen sigur, at teir túrarnir verða eftir ólavsøku.
    Her kanst tú hoyra samrøðuna við Kjartan Joensen, sum var í Summarmorgni í morgun.
    .
    12 min
  • Fleygar lunda á Ormadali í Viðoynni
    Komin norður í Ormadal og niður í fleygingarsessin, setur Símun Grúkaskarð upp lundar sum hann sjálvur hevur gjørt, fyri at lokka lundan at landi.
    -Ormadalur var gott lundaland áðrenn rottan kom í Viðoynna, sigur Símun. Viðingar gera nógv fyri at halda rottuni burtur.
    Seks lundar bleiv úúrtøkan hetta kvøldið og Símun hevur havt ein góðan túr.
    20 min
  • Garðaskøran er fimmfaldað í Hoyvíkshaganum
    Í gjár skipaði FNU, Føroya Náttúru og umhvørvisfelag, fyri serligum skørudegi. Endamálið er at fáa grannaløg kring landið at týna garðaskøruna, ið er blivin ein plága og trokar annan vøkstur burtur.
    Oman Gil í Hoyvíkshaganum var millum býlingarnar, sum høvdu eitt skøruátak í gjár. Henrietta Hammer og Jenny Olsen skipaðu fyri. Tær siga, at síðani í fjør er nøgdin av garðaskøruni í býlinginum í minsta lagi fimmfaldað.
    Summarmorgun hitti tær báðar beint eftir tiltakið. Samrøðan er her.
    10 min
  • Summarmorgun fríggjadagur 12. juli
    Sunnudagin verður heitt á øll fólk um at týna garðaskøruna, sum breiðir seg um alt landið og ger av við aðrar plantur. Føroya náttúru- og umhvørvisfelag hevur tikið stig til garðaskørutýningardagin. Vit tosa við Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðing.
    Nú eru 100 ár liðin, síðani Sunneva Katrina Luid, vanliga nevnd Trina í Meiðlendi, andaðist, hava nøkur ættfólk tikið stig til at seta henni minnisstein uttan fyri savnið á Mýri í Hovi. Trina var heimadoktari og kend fyri at lekja fólk. Hon ferðaðist um alla Suðuroynna, og mong komu eisini aðrastaðni frá at fáa hjálp frá Trinu. Vit tosa við Ingun í Skrivarastovu, sum hevur tikið stig til minnissteinin um Trinu í Meiðlendi.
    Tveir føroyskir íverksetarar hava ment eina nýggja føroyska bókhaldsskipan, sum eitur Bókin. Hví tað, kann man spyrja, eru ikki fleir bókhaldsskipanir til? Jú, men hendan er bygd við einum máli í huga - at gera bókhaldið so lætt sum gjørligt fyri íverksetar og smærri fyritøkur í føroyum.
    Turið Poulsen frá Veðurstovu Føroya gevur okkum veðrið fyri vikuskiftið
    1 hr 16 min
  • Summarmorgun hósdagur 11. juli
    Í USA stríðist Joe Biden fyri sínum politiska lívi. Alsamt fleiri, eisini í demokratiska flokkinum ivast, um hann er rætti maðurin at vinna á Donald Trump. Vit tosa við Regin Berg, stjórnmálafrøðing, um komandi amerikanska forsetavalið og støðuna hjá Joe Biden beint nú.
    Nógv hevur verið tosað um VAR, nú EM er í mansfótbólti í Týsklandi. Men hvat er VAR, og hvussu gongur at seta tað í verk í Føroyum. Vit tosa við Lassin Isaksen, dómaraleiðara hjá FSF
    Veðrið fáa vit frá Veðurstovu Føroya og Turið Poulsen
    1 hr 20 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners