Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Grønland og verjuavtalan
    Týsdagin var nýggja verjuavtalan millum Grønland, Danmark og USA undirskrivað.
    Ein avtala, sum gevur USA víðkaðar karmar at hava hernaðarligt virksemi í Grønlandi, men sum samstundis staðfestir danska fullveldið og grønlendska sjálvsavgerðarrættin.
    Hvat hava londini í veruleikanum fingið burturúr avtaluni? Hevur USA fingið tað, sum USA trygdarpolitiskt vildi hava burturúr, men uttan at fáa Grønland?
    Harafturat er spurningurin, hvat avtalan merkir fyri framtíðina hjá Grønlandi, tí avtalan staðfestir sjálvsavgerðarrættin hjá grønlendingum. Verður Grønland einaferð sjálvstøðugt, leggur avtalan upp til, at Grønland framvegis skal vera partur av NATO og halda fram við verjuavtaluni.
    Sendingin viðger eisini, hvussu frítt stendur eitt framtíðar sjálvstøðugt Grønland í veruleikanum, og um friður nú er um Grønland.
    Við í sendingini: Birita í Dali, stjórnmálafrøðingur, og Heini í Skorini, lektari og ph.d. í altjóða politikki.
    Gjørt sendingina: Birita Matras Petersen og Sigurjón Einarsson, sum eisini var redaktørur.
    Framleiðari: Bárður Thomsen.
    Teknikari: Kári Annand Berg.
    57 min
  • Breddin: Demenssjúka og trygdaravtalan um Grønland
    Demensur rakar ikki bert tað einstaka menniskja, men eisini familju, vinir og nærumhvørvið. Mett verður, at umleið 1.000 føroyingar hava demenssjúku, og 4.000 eru avvarðandi.
    Tað eru kommunurnar, sum varða av eldra- og demensøkinum. Allar kommunur eru ikki eins væl fyri, og tí er eisini munur á tænastuni kring landið. Har er einki minstakrav.
    Hóast føroyska Alzheimerfelagið fylti 25 ár í gjár, á altjóða alzheimerdegnum, so er demenssjúkan framvegis merkt av tabu og vantandi vitan.
    Hvussu eru umstøðurnar hjá demenssjúkum og avvarðandi? Hvussu verður góða sambandið við demenssjúklingar varðveitt?
    At síggja til kann drúgva og heldur óvanliga ósemjan um Grønland fáa ein fyribils enda, tá ið stjórnarleiðararnir í Danmark og Grønlandi í dag skriva undir trygdaravtalu við USA.
    Hvat avtalan ítøkiliga ber í sær, fáa vit kanska at vita meira um seinni í dag, tá ið avtalan verður undirskrivað á aðalfundi hjá Sameindu tjóðum í New York í dag.
    Gestir: Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum, Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum, og Anneke Dapper-Skaaning, sálarfrøðingur og serfrøðingur í demens.
    Vertur: Annika Bolton Mortensen.
    Gjørt sendingina hava Annika Bolton Mortensen, Birita Matras Petersen og Sigurjón Einarsson, sum eisini er redaktørur.
    51 min
  • Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
    Tað er undantakið, at ein samgonga tekur undir við uppskoti frá andstøðuni. Hetta er ein sjúk mentan, heldur Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum í løtuni er í samgongu.
    Í síðstu viku var hann sum partur av samgonguni við til at fella eittt uppskot hjá andstøðuni. Sjálvur helt Erhard Joensen tað vera eitt gott uppskot, men samgongan hevði gjørt av at fella tað.
    Hevur løgtingið eina sjúka mentan? Hevur tað altíð verið so? Og hvat kann gerast við tað?
    Við í sendingini: Bjørt Samuelsen, fyrrverandi løgtingsforkvinna, og Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur.
    Gjørt sendingina: Birita Matras Petersen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur.
    44 min
  • Breddin: Evnisfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum og kópaveiða
    Verða inntøkurnar ikki øktar, ella útreiðslurnar skerdar, má ein vaksandi partur av almennu útreiðslunum fíggjast við lántøku, og tað elvir til ein áhaldandi skuldarvøkstur.
    Longu um 10 ár verður hallið í almenna geiranum ein milliard krónur. Haldførisavbjóðingin kann loysast, men tað krevur, at politisku myndugleikarnir fara undir miðvísar tillagingar í stundini.
    Tað sigur Búskaparráðið nýggju halførisfrágreiðingini, sum verður løgd fram fyrrapartin.
    - Hann sær nokk so fittur út, og tí vil man ikki fara eftir honum, men í veruleikanum er hetta eitt skaðadjór.
    - Tað er eingin ivi um, at hetta er ein alvorligur kappingarneyti, sum eigur at verða hildin niðri.
    Millum annað soleiðis ljóðaði í løgtinginum fyri nøkrum vikum síðani.
    Og nei, talan var ikki um úlv ella rottu, men um kóp.
    Orðini eiga tingmenn, sum vilja loyva kópaveiðu í Føroyum.
    Tað er eingin lóg, sum skipar kópuveiðu, men tað skal nú vera, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen.
    Sendinginga gjørdu Birita Matras Petersen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur.
    37 min
  • Breddin: Fíggjarligar avleiðingar av krígnum í Iran
    Kríggið í Iran, sum Trump segði skuldi taka einar 4 til 5 vikur, er ikki av enn - og nú er meira enn hálvt ár farið, síðani kríggið byrjaði.
    Hormuzsundið hevur verið meira ella minni stongt, síðani USA og Ísrael lupu á Iran í endanum av februar.
    Nú er Bab al-Mandeb-sundið, millum Jemen og Djibuti, eisini stongt, og einki bendir á, at kríggið fer at enda í bræði.
    Hvat merkir tað fyri búskapin hjá vanligum fólkum, og hvat kunnu vit gera í Føroyum fyri at avmarka avleiðingarnar?
    Við í sendingini: Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum
    Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen, Birita Matras Petersen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur.
    Teknikari: Kári Annand Berg
    36 min
  • Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
    PISA-kanningin og vantandi lesiførleikarnar hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum hava sett dám tíðindaflutningin hesa vikuna.
    Lærarar, foreldur og granskarar harmast, og ávara um úrslitið.
    Laka úrslitið í Danmark hevur ført til eitt uppskot um at banna fartelefonum í skúlum.
    Í Svørríki er PISA-úrslitið blivið eitt av stóru evnunum í valstríðnum.
    Landsstýrismaðurin í Føroyum vil stinga fingurin í jørðina. Hann heldur ikki, at vit skulu fara upp at garta.
    Men hvat halda tingfólk?
    Tað spyrja vit limir í mentanarnevndini.
    Við í sendingini: Astrið Breckmann, Atli F. Johansen og Liljan Weihe
    Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Ingolf S. Olsen, sum eisini var redaktørur.
    Teknikari: Kári Annand Berg
    43 min
  • Breddin: PISA-kanningin og svenska ríkisdagsvalið
    Fer borgarliga stjórnin hjá Ulf Kristersson at varðveita valdið eftir svenska ríkisdagsvalið, ella sleppur Magdalena Andersson, oddakvinna í svenska javnaðarflokkinum, aftur at royna seg?
    Tað er tað stórur spenningur um, nú sviar skulu á val sunnudagin. Umframt valið til Ríkisdagin, sum svenska tingið kallast, er eisini val til svensku kommunustýrini og regiónsráðsráðini.
    Vit lodda politiska dýpið í Svøríki undan valinum.
    Tað er í seinna partinum av sendingini, tí í fyrra partinum fara vit at tosa um úrslitið í nýggjastu PISA-kanningina, sum var almannakunngjørt týsdagin.
    Við í sendingini: Lydia Didriksen og Inna Törnroos
    Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Ingolf S. Olsen, sum eisini var redaktørur.
    Teknikari: Kári Annand Berg
    36 min
  • Breddin: Fundir í ríkisfelagsskapinum og við ES
    Nógv fundarvirksemi er í Nuuk í hesum døgum
    Í gjár var ríkisfundur, har stjórnarleiðararnir í Føroyum, Grønlandi og Danmark hittust.
    Beinir Johannesen, løgmaður, hevur eisini havt fund við Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini, um betri marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur á ES-marknaðinum.
    Og í dag hava londini í ríkisfelagsskapinum fund í samstarvsráðnum.
    Við í sendingini: Bárður á Steig Nielsen, Jóannes Eidesgaard og Niels Winther
    Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Ingolf S. Olsen, sum eisini var redaktørur.
    Framleiðari: Bárður Thomsen
    Teknikari: Kári Annand Berg
    35 min
  • Breddin: Trýstið á Evropa veksur
    Seinastu dagarnar er trýstið í Evropa vaksið.
    Grannalondini hjá Ukraina ákæra Russland beinleiðis fyri yvirgang, hybridkríggj og royndir at vinna sær svíkjarar - at renna ørindi fyri russarar, tilvitað og ótilvitað.
    Í Danmark er PET komið við ávaringum, og mælir fólki tll at vera árvakin.
    Í Breddanum í dag spyrja vit, hvussu spenta støðan ávirkar okkum, skulu vit eisini verða árvakin? Og nær kunnu føroyingar vænta at fáa eina tilbúgvinarætlan, so vit eru klár, um okkurt skuldi hent?
    Meira um snyrilsmálið
    Í sendingini hyggja vit aftur at snyrilsmálinum í Grønlandi.
    Ein vika er farin, síðani frágreiðingin frá serfrøðingabólkinum kom, sum skuldi lýsa, hvørji brot á menniskjarættindi eru framd, og um talan var um fólkadráp á grønlendska fólkið.
    Hvat er fólkadráp, og hvussu við ábyrgd og revsing fyri brotsgerðir móti fólkabólkum - aftur í tíð? Vit tosa við ein løgfrøðing um hetta.
     
    Við í sendingini: Tór Marni Weihe, Hans Andrias Sølvará, Flemming Spidsboel, Leivur Persson og Jógvan Páll Lassen.
    Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Katrin Petersen, sum eisini var redaktørur.
    Framleiðari: Mathias Dimon Næs.
    Teknikari: Kári Annand Berg.
    45 min
  • Met í arbeiðsvanlukkum - nú skulu vit hava null-hugsjón
    Í miðal doyr eitt fólk um árið í Føroyum í arbeiðsvanlukku. Tað er tað mesta í Norðurlondum, og hetta metið í deyðsvanlukkum hava vit havt í nógv ár.
    Talið av arbeiðsóhappum er eisini stórt í Føroyum. Í Vanlukkutryggingarráðnum fáa tey millum 350-400 fráboðanir um arbeiðsóhapp um árið. Tað er meira enn eitt um dagin.
    Arbeiðseftirlitið umskipað
    1. september varð Arbeiðs- og brunaeftirlitið umskipað. Nú skal tað bara eita Arbeiðseftirlitið, og har skal burturav arbeiðast við arbeiðsmarknaðarmálum. Í landsstýrinum siga tey, at vit skulu hava eina null-hugsjón í sambandi við arbeiðsvanlukkur.
    Hví eru so nógvar arbeiðsvanlukkur í Føroyum? Hvat skal broytast fyri at fáa talið av arbeiðsvanlukkum niður? Og hvat verður itøkiliga arbeitt við, nú økið tykist hava fingið politiska raðfesting? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag. 
     
    Við í sendingini: Margit Stórá, Evelyn Gaard, Tummas Pauli Juul og Leivur Persson.
    Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Katrin Petersen, sum eisini var redaktørur
    Framleiðari: Mathias Dimon Næs.
    Teknikari: Kári Annand Berg.
    40 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners