Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Politiskt kjak um mvg-frítøku av bensin og dieselolju
    Ætlanin er at gera dieselolju og bensin mvg-frítt í 3 mánaðir, men hvønn mun ger tað?
    Og er tað rætti mátin at hjálpa sperdum familjum í løtuni?
    Tað kjakast limir í fíggjarnevndini um í Breddanum.
    Samgongan var ikki nógvar dagar gomul, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá, at landsstýrið vildi lata ein stuðul í sambandi við at oljupisirnir eru nógv hækkaðir.
    Men ætlanin hjá Akseli V Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum hevur fingið mótstøðu bæði inni í samgonguni og í anstøðuni.
    Heilt ítøkiliga gongur uppskotið út uppá at frítaka Bensin og diesel fyri mvg frá at uppskotið er samtykt til 31. juli í ár
    Tað fer at kosta góðar 20 milliónir krónir. Men ikki øll halda, at tað er eitt gott hugskot - tað rakar ikki rætt sosialt, er ein atfinning. Haraftrat doyva vit tað tekin, sum hækkandi prísirnir geva okkum um, at vit skulu brúka minni av olju.
    Vit eiga heldur at skunda undir grøna orkuskiftið, heldur FNU. 
    Í Breddanum er somuleiðis ein samrøða við Guðrun í Jákupstovu frá Felagið fyri Súklarar og aðra Ábæra ferðslu.
    54 min
  • Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai
    Í morgin er Altjóða arbeiðaradagur, har arbeiðarafeløg brúka høvi at gera vart við seg á teimum ymsu 1. maidagshaldunum.
    Men hví halda vit 1. mai? Er tað viðkomandi enn?
    Í sendingini fara vit aftur í søguna um arbeiðarafeløgini, og spyrja, hvat tey upprunaliga settu sær fyri. Tann spurningin seta vit Erlandi Viberg Joensen, lektara í søgu á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, sum granskar í m.a. føroysku arbeiðarafeløgunum.
    Er málið rokkið? Og hvussu er støðan hjá arbeiðarafeløgunum í dag?
    Tað spyrja vit um í Breddanum í dag. Í útvarpsstovuni eru Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Verkafólki, og Hera Reynheim, formaður í Havnar arbeiðarafelag.
    55 min
  • Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
    Tað var ein feilur, at Heilsufrøðiliga Starvstovan meldaði Bakkafrost til fútan.
    Tað sigur Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti um tað nógv umrødda málið um eina bót uppá 67 milliónir, sum fyrstu ferð gjørdist alment í december í 2021.
    Umrøðan av málinum byrjaði sum kunnugt við, at eitt telefonnotat hjá stjóranum í løgmanskrivstovuni gjørdist alment. Eitt telefonnotat, sum vísti, at fútin hevði ringt til løgmannskrivstovuna og gjørt vart við, at Bakkafrost varð blivið meldað, og at útlit vóru til eina bót uppá 67 milliónir krónur.
    Í farnu viku gjørdist málið aftur aktuelt - nú tí hetta stóra málið, sum var so álvarsligt, at fútin mátti ávara løgmanskrivstovuna, var tódnað niður í einki.
    Ein partur var fyrnaður og ein partur kundi ikki prógvast segði fútin í telefonsamrøðu við útvarpið tann 20. apríl.
    Breddin viðgerð hvat málið snúði seg um og roynir at kasta ljós á um tað var brot á nakrar reglur, at fútin ringdi út í Tinganes og segði, at Bakkafrost var meldað í 2021?
    34 min
  • Breddin: Hvørja leið skulu vit halda í ferðavinnuni?
    Ferðavinnan verður mett at hava 1,4 milliardir krónur í útflutningsvirði. Vinnan er nú triðstørsta vinnan í landinum eftir fiskivinnuna og alivinnuna.
    Fleiri og fleiri ferðafólk velja nú airbnb, tá ið tey skulu gista í Føroyum, og nú sova fleri útlendingar í føroyskum íbúðum og húsum í staðin fyri á hotellum.
    Men tað eru eisini fleiri, ið siga, at pengarnir frá ferðavinnuni ikki í nóg stóran mun liggja eftir kring landið, men at teir fara til tær stóru fyritøkurnar í Havn.
    Fólk í ferðavinnuni og politikarar kjakast í Breddanum í dag, um vit skulu halda á somu leið, ella broytingar skulu gerast.
    Gestir: Tróndur Kollsker, stjóri í Vert, Magret Heldarskarð, eigari av Café Eðge, Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin og limur í vinnunevndini, og Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum og limur í vinnunevndini.
    Vertur: Frants Jensen.
    58 min
  • Breddin: Virkin deyðshjálp
    Hvør eigur at avgera, nær eitt lív skal enda?
    Í Føroyum er virkin deyðshjálp ólóglig og revsiverd. Men samstundis er tað loyvt at halda uppat við lívsleingjandi viðgerð og at geva pínulinna, sum kann framskunda deyðan.
    Í fleiri londum er virkin deyðshjálp seinastu árini vorðin ein lógligur møguleiki undir ávísum treytum, og í hesi vikuni hevur evnið eisini verið reist í Føroyum, har fleiri faklig ráð komu við sínum íkasti til spurningin.
    Men tað er ikki bara ein løgfrøðiligur spurningur, hvørt vit skulu hava virkna deyðshjálp ella ikki. Tað er fyrst og fremst ein etiskur spurningur.
    Men hevur eitt menniskja rætt til sjálvt at velja deyðan, tá líðingin gerst ótolandi?
    Og eigur samfelagið nakrantíð virkið at hjálpa einum menniskja at doyggja?
    Í sendingini í dag seta vit sjóneykuna á eitt av truplastu málunum í okkara tíð.
    Gestir: Bergur Debes Joensen, formaður í Etiska ráðnum, Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum og Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum.
    Vertur: Sigurjón Einarsson.
    55 min
  • Breddin: Útbjóðing í kommunum
    Tá ein kommuna keypir tænastur ella bjóðar arbeiði út, eigur tað at vera besta boðið, sum vinnur.
    Men er tað altíð soleiðis?
    Ein nýggj spurnarkanning hjá Kappingareftirlitinum vísir, at stívliga triðja hvør fyritøka, sum hevur verið við í kommunalum útboði og innkeypi, sigur seg hava verið fyri órættvísi.
    Fyritøkur halda, at staðseting, kennskapur til fólk í kommununi - og í summum førum óreiðiligar gerðir - kunnu hava týdning fyri, hvør vinnur.
    Kappingareftirlitið mælir tí til, at reglur verða gjørdar um kommunal útboð og innkeyp.
    Gestir: Bjarni Dal-Christiansen, fulltrúi í Kappingareftirlitinum, sum hevur gjørt kanningina.
    Marius Thomassen, ið starvast í Vinnuhúsinum, ráðgevi hjá Føroya Handverksmeistarafelag og staðbundnu handverksmeistarafeløgunum.
    Elsa Berg, næstforkvinna í kommunufelagnum og borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
    Vertur: Frants Jensen.
    58 min
  • Breddin: Rúma vit teimum við demens?
    Í leikinum "Lear Kongur" velur Búi Dam at seta Biritu Mohr, sum hevur alzheimer, aftur á pall. Endamálið er at varpa ljós á, hvussu vit viðgera tey, sum onkursvegna eru øðrvísi - og harvið eggja samfelagnum til at hugsa meira um inklusión, sigur leikstjórin, sum eisini er sonur fólkakæra sjónleikaran.
    Í sendingini í dag hyggja vit nærri at nýggja heimildarfilminum "Birita", sum fylgir hesari verkætlanini.
    Vit spyrja m.a., um tað ber til at geva samtykki við skerdum minni og um har er eitt mark? Og so viðgera vit, um vit í Føroyum eiga at duga betri at rúma ymiskleika?
    Við í sendingini: Unn Justinussen, Pál Weihe, Búi Dam og Egi Dam
    Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg
    59 min
  • Breddin: Ungarn - Vígvøllur hjá stórveldunum
    Sunnudagin var tað valið, sum politiskir eygleiðarir og viðmerkjarir hava kallað tað mest umráðandi valið í Evropa í ár.
    Peter Magyar vann á Viktor Orbán, sum hevur sitið við valdið í Ungarn í 16 ár.
    Tað var ikki nøkur loyna árðenn valið, at í Russlandi, USA og í Evropa hevði hetta valið nógv at siga. Ungarn gjørdist í valstríðnum ein vígvøllur hjá fleiri stórveldum. Stjórnirnar í Russlandi og USA stuðlaðu sitandi forsetanum Orbán, men hinvegin var gleðin stór í Evropa, tá tað gjørdist greitt at Magyar hevði vunnið. Men hví er eitt so lítið land so áhugavert hjá nøkrum av teimum mest valdsmiklu leiðarunum í heiminum? Og hvat kann ungarska valið siga okkum um stríðið millum heimsins stórveldi?
    Við í sendingni: Tór Marni Weihe, Regin Berg og Hans Andrias Sølvará. 
    Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Hans Edward Andreasen.
    40 min
  • Breddin: ABC Samgongan
    Í gjár gjørdist ABC samgongan veruleiki og Beinir Johannesen løgmaður. Dagurin var merktur av smílum, tá nýggja løgtingið kom saman fyri fyrstu ferð - og seinni eisini við pinnamati og blómum í Tinganesi, har nýggju landsstýrisfólkini tóku við starvinum.Tað eru eisini smíl og gott lag, sum hava eyðkent samgongusamráðingarnar, í øllum førum at síggja til. Men fer tað at halda fram, tá ABC samgongan av álvara fer til arbeiðis? Tað spyrja vit um í dag, tá politiskir viðmerkjarar koma í útvarpsstovuna.
    Vit spyrja eisini, um tær breiðu semjurnar síggjast aftur í samgonguskjalinum? Og hvat tað er fyri ein politikkur, sum vit kunnu vænta okkum í hesum valskeiðnum.
     
    Við í sendingni: Jóhann Lützen og Hallur av Rana. 
    Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    41 min
  • Breddin: Politisku ungmannafeløgini og valini
    Løgtingsval verður 26. mars og fólkatingsval 24 mars, og valstríðið er byrjað.
    Forfólkini í flokkunum vóru í sjónvarpsstovuni mikudagin, tá løgtingsvalið var útskrivað.
    Men í dag snýr tað seg ikki um tey, men um tey ungu.
    Bústaðir. Exit Føroyar. Lestrarumstøður. Lestrarmøguleikar í Føroyum ella lesa uttanlands.
    Í sendingini í dag sleppa tey ungu til orðanna.
    Umboð fyri politisku ungmannafeløgini koma útvarpsstovuna, og vit spyrja tey: Hvat eru týdningarmestu málini? Og hvat krevja tey ungu av politikarunum, nú val er í hondum?
    Vertur: Annika Bolton Mortensen
    Gestir: Áki Stenberg frá Unga Sambandinum, Jóannis Erlendsson frá Unga Tjóðveldinum, Rúni Hammer frá Huxa, ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, Jógvan Midjord frá Unga Sjálvstýrinum, Markus Mortensen frá Konservativ ung, ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum og Gretchen Karinardóttir frá Sosialistisk ung, ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum. Tað lá ikki fyri hjá ungmannafelagnum hjá Framsøkn, Framsøkin ung, at vera við.
    1 hr 1 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners