Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
    Málið um tær fleiri hundrað grønlendsku kvinnurnar, sum uttan samtykkti fingu snyril uppsettan frá 1960-unum og frameftir, kom fríggjadagin á eitt vegamót.
    Ein serfrøðingabólkur kom við eini frágreiðing, sum varpaði ljós á, hvør kann ábyrgdast í málinum, og um menniskjarættindi eru brotin.
    Grønlendingar vilja hava rættvísi, og at øll søgan um Grønland sum hjáland og sum partur av danska ríkinum verður viðgjørd í semjutilgongdini.
    Við í sendingini: Sigrún Brend, Naja Lybert, Martine Lind Krebs, Anne Pilegaard Petersen, Celine Klint og Ado Holm.
    Gjørt sendingina: Frants Jensen, Annika Bolton Mortensen, Sigrún Brend og Katrin Petersen, sum eisini var redaktørur.
    Framleiðari: Bárður Thomsen.
    Teknikari: Kári Annand Berg.
    32 min
  • Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
    Umstøðurnar á eldraøkinum eru ikki nøktandi, og trupulleikin fer ikki at minka, tvørturímóti.  Við broyttari fólkasamanseting, har vit fáa fleiri eldri, verður eldraøkið heldur ikki bíligari at reka. Síðani málsøkið fór til kommunurnar at umsita í 2015, hava inntøkurnar vaksið hvørt ár, men vøksturin steðgar í 2027. Tá er vandi fyri, at summar kommunur hokna undir byrðuni. Í dag spyrja vit politisku skipanina, hvussu eldrarøktin skal skipast frameftir - og hvussu hon skal fíggjast. 
    Við í sendingini: Johnny í Grótinum, Grímur Sundstein, Liljan Weihe,  Aksel V. Johannesen og Ruth Vang. 
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Katrin Johannesen, sum eisini var redaktørur. 
    Teknikari: Øssur Egholm.
    42 min
  • Breddin: Avbjóðingar og loysnir á eldraøkinum
    Vit liva longur, og tí verða fleiri eldri í Føroyum í framtíðini. Tað er steinur oman á byrðu hjá eldraøkinum, sum longu er undir trýsti. Í fleiri støðum í landinum er tørvur á bæði starvsfólkum og búplássum. Og pengarnir, sum higartil hava goldið fyri eldraøkið, eru farnir at ganga undan. Eldraøkið er evnið í sendingini dag. Vit tosa um avbjóðingar og loysnir. 
    Við í sendingini: Torbjørn Jacobsen, Hans Kári Vang, Barbara Eystberg Sørensen, Mary Anthonsdóttir, Bingerð H. Fosságil og Johnny í Grótinum. 
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen, Birita Matras petersen og Katrin Johannesen, sum eisini var redaktørur. 
    Teknikari: Øssur Egholm.
    25 min
  • Breddin: Vit skulu venja okkum við hitabylgjur á hvørjum ári
    Ikki færri enn fimm hitabylgjur hava rakt Evropa í summar. Í fleiri evropiskum londum hevur hitin verið meira enn 40 stig. Hitabylgjurnar hava elvt til turk og skógareld í Evropa, og fleiri eru deyð av nógva hitanum enn vanligt, meta hagtalsstovnar og heilsustovnar. Men nær er talan um hitabylgju? Hvørjar eru avleiðingarnar av hitanum í Evropa, sum setti met í summar?Tað er sannlíkt, at nógvi hitin er komin fyri at vera, so hvussu kunnu evropisku londini fyrireika seg til nýggja veruleikan? Tað spyrja vit í dag í sendingini í dag.
    Við í sendingini: Turið Laksá og Ragnheiður Bogadóttir.  
    Gjørt sendingina: Birita Matras Petersen, Birgit Carina Eliasen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur.
    Ljóðmynd: Heini Holm Johannesen.
    Tøkningur: Bjørn Hentze Bech.
    28 min
  • Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
    Burðardygd var eitt av høvuðsevnunum á altjóða fiskivinnuráðstevnuni IIFET, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum hesa vikuna.
    Burðardygd hevur eisini verið á breddanum seinastu mánaðirnir, tá fólk í vinnuni fóru at stúra fyri, at MSC-góðkenningin skuldi fara, tí at hon er treytað av, at fiskiskapurin verður stýrdur burðardygt.
    Og hvussu gera vit so tað?
    Fiskivinnuting var eisini á sjómannadøgunum á Klaksvík í vikuni, og har tók kjak seg upp, um vit skulu fara frá fiskidagaskipanini til kvotuskipan.
    Altso skulu vit lata rættindi at fiska í so og so nógvar dagar, ella rættindi at fiska eina ávísa nøgd.
    Tað kjakast løgtingslimir um í sendingini í dag.
    Gjørt sendingina: Ingolf S. Olsen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur.
    Við í sendingini: Petur Steingrund, Unn Laksá, Magni Laksáfoss, Fróði Magnussen og Eirikur í Jákupsstovu
    Tøkningur: Alvin Elleby.
    Vertur: Ingolf S. Olsen

    38 min
  • Breddin: Upplýsingar um føroyingar á netinum
    Løgmaður hevur sent eitt uppskot til hoyringar, sum krevur, at internetveitarar skulu goyma ein logg, har tað stendur, hvør IP-adressa var online, og nær.  Upplýsingarnar skulu goymast í eitt ár. Á tann hátt ber til hjá løgregluni at síggja, hvør eigur internethaldið, og nær tað er brúkt aftur í tíðina.
    - Hetta uppskotið fevnir víða, men ikki djúpt, sigur stjórin í Dátueftirlitinum. - Við hesum amboðnum kunnu vit greiða nógv mál, sum vit ikki kunnu í dag, sigur løgreglan. - Vit eiga at taka kjakið um, hvar markið gongur fyri privatfriðin hjá fólki, sigur samfelagsfrøðingurin.
    Í sendingini verður politiskt kjak um uppskotið hjá løgmanni, og løgtingslimir vera í útvarpsstovuni. 
    Gjørt sendingina: Katrin Petersen og Katrin Johannesen, sum eisini var redaktørur.
    Við í sendingini: Tóri Højgaard, Kári Jacobsen, Laufey H. Blaasvær, Ruth Vang, Jóhannis Joensen, Sunnvá Dahl Høgfeldt, og Bjørg Brynhildardóttir Egholm.
    Ljóðmynd: Heini Holm Johannessen.
    Tøkningur: Alvin Elleby.
    41 min
  • Ja ella nei til ES?
    Ja ella nei til ES, tað er evnið á Breddanum í dag, tí 29. august verður fólkaatkvøða í Íslandi, har fólkið skal gera av um Ísland skal taka samráðingar við ES uppaftur, um ES-limaskap.
    Íslendingar eru ikki samdir og summar av grundgevingunum fyri og í móti líkjast teimum føroysku.
    Hvat er tað sum hendir í Íslandi í løtuni, hvørjar eru grundgevingarnar fyri og ímóti íslendskum limaskapi í ES og hví er hetta viðkomandi fyri okkum í Føroyum?
    Luttakkarar: Hanna í Horni, føroysk sendikvinna í Íslandi, Daði Már Kristoffersson, íslendskur fíggjarmálaráðharri og Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur
    Vertur: Hansa Hansen
    32 min
  • Breddin: Føðitíttleiki, barsilsskipan og barnakekkar
    Fyrradagin var mammudagur.
    Føroyskar mammur eiga 2,1 barn í part, meðan miðaltalið fyri Evropa er 1,3-1,4 barn.
    Hvussu er tað at vera mamma í Føroyum, og hvat eiga vit at gera og ikki gera fyri at varðveita stóra føðitíttleikan.
    Og hvønn mun ger ein barnakekkur og hægri útgjald í barsilsskipanini?
     
    Luttakarar: 
    Sólrun Foldbo, stjóri í Gigni.
    Sigrun Jónsveinsdóttir, sum er nevndarlimur í Kongshavnar Kvinnufelag, kommunustýrislimur í Runavíkar kommunu, og sum stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til seinasta val.
    Rósa Tyril, sum hevur stillað upp fyri Miðflokkin og seinast fyri Fólkaflokkin, og hevur havt fleiri familjupolitisk evni á síni dagsskrá.
    Esther Margreth Petersen, sum er nevndarlimur í Kvinnufelagnum í Havn, og sum hevur stríðst fyri rættindum til sammøður.
    52 min
  • Breddin: Gjøld á alivinnuna
    Skiftandi skipanir hava verið galdandi síðani 2010 - onkuntíð skattur - sum alivinnan ynskir og onkuntíð tøkugjøld - sum ávísir politiskir flokkar hava ynskt.
    Men í 2024 gjørdi undanfarna samgonga eina breiða semju um leistin, hetta fyri at fáa eina varandi loysn.
    Sambært galdandi skipan verður gjald tikið inn eftir bæði skatti og tøkugjaldi.
    Politikarirnir tykjast nøgdir við breiðu semjuna og at gjøldini til alivinnuna eru komin í eina fasta legu.
    Men er tað ein góð loysn?
    Tað hyggja vit uppá í Breddanum í dag.
    Hoyr millum annað samrøðu við Beinir Henriksen, sum hevur skrivað serritgerð um føroysku tøkugjaldsskipanina og serskattin.
    32 min
  • Breddin: Ójavni
    Ein alsamt størri partur av virðunum, sum verða skapt í vinnuni fara til fyritøkurnar, meðan ein minni lutur fer til løntakararnar.
    Hvussu javnt er tað føroyska samfelagið?
    Tað er ilt at siga nakað um - men vit síggja í dag tekin um, at stórur ójavni er í samfelagnum, hóast tað sokallaða Ginitalið er lágt, tá tað kemur til inntøkur.
    Tað merkir í vanligum máli, at tað ikki er so stórur munur á inntøkunum hjá folki.
    Men hyggja vit út gjøgnum vindeygað síggja vit stórar dýrar bilar, og vit síggja húsaprísirnar fara til himmals
    Samstundis hoyra vit um børn, hvørs dagligdagur er merktur av, at tey mangla mat, pengar til frítíðarítriv og egið kamar í heiminum.
    Barnaverkætlanin, sum Barna- og Undirvísingarmálaráðið lat úr hondum áðrenn valið, vísti millum annað, at hetta eru umstøður, sum eru veruleiki hjá børnum í Føroyum.
    Uppgerð yvir uttanlandsskuldina vísir, at føroyingar eiga milliardir uttanlands - heilt ítøkiliga eiga føroysk húsarhald góðar 8 milliardir, meðan fíggjarlig feløg eiga 19 milliardir. Samlaða ognin uttanlands er 47 milliardir krónur
    Í Breddanum í dag tosa vit við Hermann Oskarson, búskaparfrøðing, Hans Ellefsen, búskaparfrøðing og Gilla Wardum, stjóra á Hagstovuni.
    í politiskum kjaki vóru Johannis Joensen, Frói Magnussen, Liljan Weihe og Ruth Vang
    58 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners