Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Fakfeløgini, politisku flokkarnir og løgtingsvalið
    Trýstið frá fakfeløgunum hevur fingið stóran part av heiðrinum fyri, at løgmaður skrivaði út val í gjár.
    Serliga Javnaðarflokkurin, men eisini Tjóðveldi, kundu ikki liva við at samtykkja uppskotið um at hækka pensjónsaldurin.
    Nógv hava nevnt tað serliga sambandið millum teir báðar politisku flokkarnar og fakfeløgini.
    Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, sum hevur skrivað søguna um Føroya Arbeiðarafelag, fer at greiða frá søguni um sambandð millum fakfeløgini og politisku flokkarnar.
    Vit varpa eisini ljós á politisku støðuna, nú løgtingsval er útskrivað. Jóhann Lützen og Árni Gregersen, politiskir viðmerkjarar, vera í útvarpsstovuni.
    55 min
  • Breddin: Pensjónsaldur, Suðuroyartunnil og bústaðarmarknaðurin
    Lagnudagur var í løgtinginum í gjár.
    Fyrst var onnur viðgerð av málinum um at hækka pensjónsaldurin, og síðani var onnur viðgerð um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunnlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.
    Bæði málini vóru samtykt, og skulu til triðju viðgerð í morgin, mikudagin.
    Vit fáa vitjan av tveimum politiskum viðmerkjarum í Breddanum í dag. Vit fara at hyggja nærri at degnum á tingi í gjár, tosa um hvat man henda i sag og meta um, um vit kunnu vænta, at málini verða endaliga samtykt í morgin.

    Bústaðarmarknaðurin
    Í gjár var eisini ein frágreiðing frá greiningarfyritøkuni Deloitte um føroyska bústaðarmarknaðin løgd fram.
    Skulu vit hava nóg mikið av bústøðum í hóskandi stødd við hóskandi prísi, ja, so má annað skinn takast um bak, ikki bara hjá landsstýrinum, men eisini hjá kommunum, Bústøðum og góðkennandi myndugleikum.
    Vit hyggja at frágreiðingini í seinna parti av sendingini
    54 min
  • Breddin: Muslimskur depil í Føroyum - hvar gongur markið at savnast?
    "Skulu vit hava ein muslimskan depil í Føroyum?".
    Hesin spurningur hevur veruliga sett eld á orðaskiftið í Føroyum seinastu vikurnar, eftir at tað kom fram, at ein felagsskapur við fimm fólkum, fýra útlendingum og einum føroyingi, ætlaðu at stovna eitt sonevnt muslimskt bønarhús.
    Tað, sum byrjaði sum ein skrásettur felagsskapur, hevur ment seg til eitt víðfevnt kjak um trúarfrælsi, trygd, fremmandafígging - og um, hvussu viðbrekið føroyska samfelagið er.
    Politikarar eru ósamdir, sosialir miðlar kóka, og nevndarformaðurin í felagsskapinum sigur seg hava fingið hóttanir.
    Samstundis eru tað onnur, sum minna á, at vit hava grundlógartryggjað trúarfrælsi - umframt rættin at savnast.
    Hvat er í veruleikanum upp og niður í hesum máli? Hví er óttin so stórur? Og hvar gongur markið millum tolsemi og verju av egnum virðum?
    Gestur: Heini í Skorini, doktari í altjóða viðurskiftum og lektari í altjóða politikki á Fróðskaparsetrinum.
    Vertur: Birgit Carina Eliasen.
    50 min
  • Trygdarstøðan í Norðuratlantshavi: Hvussu útsettar eru Føroyar?
    Tá vit tosa um trygd og hóttanir uttanífrá, hugsa mong kanska um hermenn, skip og flogfør. Men í dag liggur ein stórur partur av hóttanunum móti okkum fjaldur á netinum.
    Netálop, njósning og følsk kunning eru vorðin vanlig amboð hjá bæði statum og kriminellum bólkum.
    Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið, okkara fyritøkur, og skapa iva og ótryggleika í tí, sum verður rópt fyri hybrid krígsførsla.
    Føroyar liggja strategiskt mitt í Norðuratlantshavi - og eru samstundis partur av einum altjóða trygdarbýti.
    Men hvussu álvarsligar eru hesar hóttanir í veruleikanum? Hvat eru tær mest sannlíku hóttanirnar móti Føroyum? Og hvussu fyrireika vit okkum, tá hesar hóttanir gerast veruligar?
    Gestur: Lars Findsen, fyrrverandi stjóri í PET og FE.
    Vertur: Sigurjón Einarsson.
    Gjørt sendingina hava Katrin Johannessen og Sigurjón Einarsson, sum eisini var redaktørur.
    37 min
  • Breddin: Evropa má taka størri ábyrgd
    Árliga trygdarráðstevnan í München er júst liðug - og boðskapurin var greiður: Evropa og USA skulu standa saman, men samstundis má Evropa taka nógv størri ábyrgd fyri egnari trygd.
    Samstundis var sagt beinleiðis, at gamla heimsskipanin, sum vit kenna hana, er burtur.
    So hvar standa vit nú í dag? Eru vit á veg inn í eina nýggja og meira ótrygga tíð, har ongin veruligur leiðari er? Og hvør tekur ábyrgdina, tá USA hugsar meira um egin áhugamál?
    Eru vit á einum søguligum vegamóti, har ein nýggj heimsskipan er við at taka skap?
    Og mitt í øllum hesum stendur Evropa: Hevur Evropa veruliga viljan og førleikan at taka nógv størri ábyrgd fyri egnari trygd - og hvat merkir tað fyri sambandið við USA?
    Gestir: Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, og Tór Marni Weihe, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum.
    Vertur: Sigurjón Einarsson.
    57 min
  • Breddin: Evropa vil gera seg leyst av amerikanskari tøkni
    Vit eru í stóran mun bundin at amerikanskari tøkni. 
    Vit brúka hana privat, tá vit ferðast á sosialum miðlum, og lítil ivi man vera um, at hetta er vorðið størsti pallur hjá almenna kjakinum. Tí verður eisini javnan sett spurnartekn við tøknirisarnar, sum ráða har, tí vangar verða javnan strikaðir fyri politiskar meiningar - ella minni enn tað. Vit nýta eisini hesa tøknina til arbeiðis, tá vit brúka forrit sum Teams, Word og Excel. 
    Og í einari verð, har heimspolitiska støðan bara gerst spentari, er Evropa nú farið at tosa um at gerast óheft av amerikanskari tøkni. Í Fraklandi er eitt nú avgjørt, at almennir stovnar skulu gevast at brúka amerikanskar tænastur. Í sendingini í dag spyrja vit, um vit kunnu líta á amerikanskar tøknirísar, ella um tíðin er komin til at venda amerikanskari tøkni bakið. 
    Við í sendingini: Trygvi Danielsen, Brandur Mortensen Nolsøe, Jón Tyril, Eyðbjørt Skylv Midjord og Ulla Joensen. 
    Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    31 min
  • Breddin: Útlendingar í Føroyum
    Nógv kjak hevur verið um tilflytarar seinastu tíðina. Tað kyknaði av álvara, tá tað frættist, at ætlanir vóru um at skipa ein muslimskan depil í Føroyum. Men eisini snarskipanin, sum hevur gjørt tað smidligari at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin, hevur verið á breddanum, og fleiri finnast verandi lóggávu - útlendingalógini - sum er frá 2001. Summi halda, at lógin skal herðast, onnur halda, at lógin skal gerast smidligari, og uppaftur onnur halda bæði í senn. 
    Royndirnar í Danmark
    Í vikuni vóru danskir javnaðarmenn í Havn og Klaksvík og greiddu frá donsku royndunum við tilflyting. Teir ávaraðu ímóti at gera eins og Danmark og loyva ov nógvum inn uttan at seta stór krøv. Tilmælið var at finna eina breiða semju, um hvussu hetta økið skal skipast. Í sendingini í dag hyggja vit nærri at kjakinum, sum hevur verið, og vit lodda dýpið um hugburðin í politisku skipanini.
    Við í sendingini: Sjúrður Skaale, Frederik Vad, Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Kristianna Winther Poulsen.
    Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Hans Edward Andreasen.
    53 min
  • Breddin: Suðuroyartunnilin og Epstein-skjøl
    Fíggjarnevndin viðger í løtuni lógaruppskotið hjá løgmanni um Suðuroyartunnilin, sum kemur úr nevndini í næstu viku.
    Biðið var um ein mánað aftrat at viðgera málið, og nevndin hevur sett løgmansskrivstovuni 59 spurningar.
    Eitt nú vil fíggjarnevndin vita, hvussu tað bar til, at ráðgevin hjá PF Suðuroyartunlinum, SINTEF, kundi staðfesta, at tað jarðfrøðiliga var ein fyrimunur at fara av Skarvanesi, tá kanningin hjá Jarðfeingi ikki var liðug fyrr enn eitt ár seinni.
    Og Epstein-skjølini eru av álvara farin at fáa avleiðingar, serliga í Evropa. Í Bretlandi økist trýstið á forsætisráðharran, Keir Starmer, sum í gjár fekk boð frá floksfelaganum, formanninum í Labour í Skotlandi, um at leggja frá sær.
    Seinastu dagarnar hava stápsstjórin og samskiftistjórin hjá Starmer lagt frá sær, men forsætisráðharrin noktar at gera fara frá.
    Kann Keir Starmer verða verandi í sessinum? Hví er hetta hent, og hvat merkir tað fyri Bretland?
    Gjørt sendingina: Marjun Dalsgaard, Katrin Johannessen og Birgit Carina Eliasen
    Gestur: Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur
    Tøkningur: Kári Annand Berg
    49 min
  • Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman?
    Flestu evropearar vilja hava, at ES skal flyta seg enn tættari saman, vísir nýggj spurnakanning. Og tað, tey helst vilja hava Evropa at standa saman um, er verja ímóti øðrum londum.
    Fer Evropa at flyta seg ímóti at vera meira sum eitt ríki? Og hava evropearar annað til felags enn at ræðast fíggindar uttaneftir?
    Vit tosa við Berg Djurhuus Hansen, P.hd og lektara, og Hans Andrias Sølvará, professara.
    Hevur tú viðmerkingar ella hugskot til okkum, so skriva ein teldupost, send hann til [email protected]
    31 min
  • Breddin: Aldursmark á sosialar miðlar
    Ungdómsting hevur verið í løgtinginum seinastu dagarnar, og har hava tey ungu yvirhálað okkum vaksnu við at samtykkja aldursmark at brúka sosialar miðlar og snildfonir.
    Rákið at seta aldursmark á sosialar miðlar sæst kring allan heim.
    Í desember í fjør bannaði Avstralia sum fyrsta landið í heiminum børnum og ungum undir 16 ár,at brúka sosialar miðlar - sum t.d. Facebook, Snapchat, TikTok og YouTube.
    Síðani hevur Frakland samtykt forboð. Og í Noregi, Bretlandi, Spania og Danmark umhugsa tey somuleiðis at seta aldursmark fyri nýtslu av sosialum miðlum.
    Hví koma tey ungu við hesum uppskotinum? Tað fara fýra ungdómstinglimir at kjakast um.
    Vit spyrja eisini, hvørji útlitini eru fyri, at vit fáa eitt veruligt lógaruppskot um aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum? Og hvussu ávirka snildfonir og sosialir miðalar okkum?
    Vertur: Annika Bolton Mortensen
    Redaktørur: Katrin Petersen
    Gestir: Eva Sofía Rein, Jenny Laura Foghill, Sigrún Eyð Haldórsdóttir Fossadal, Bára Biritudóttir Biskupsstøð, Hedvig Johansóttir, Aksel V. Johannesen, Bjørt Samuelsen og Djóni Nolsøe Joensen.
    47 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners