Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Fíggjarlógin og haldføri
    Í dag er fíggjarlógin fyri 2026 til triðju og endaligu viðgerð í løgtinginum.
    Ein fíggjarlóg, sum er komin aftur úr fíggjarnevndini við einum munandi størri undirskoti, enn lagt var upp til, tá landsstýrið legði uppskotið fram síðst í september.
    Tá var hallið mett til 173 milliónir krónur. Nú er tað hækkað upp í 263 milliónir krónur.
    Samgongan sigur, at kósin verður hildin, og at fíggjarlógin er haldfør í longdini. Men er hon tað - við einum halli upp á 263 milliónir krónur?
    Tað kjakast vit um í dag saman við politiskum viðmerkjarum, búskapar- og samfelagsfrøðingum og politikarum, nú fíggjarlógin fyri 2026 skal avgreiðast í dag.
    Gestir: Ragnar Árnason Joensen, Johnny í Grótinum, Eyðgunn Samuelsen, Beinta Løwe og Árni Gregersen.
    Vertir: Katrin Johannesen og Sigurjón Einarsson.
    55 min
  • Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
    Í gjár var nýggja uppskotið um Suðuroyartunnilin til 1. viðgerð í Løgtinginum. Málið er nú farið í fíggjarnevndina, sum skal venda og snara bæði kostnaði, farleiðum og fíggingarleisti, áðrenn løgtingið aftur fær orðið.
    Lógaruppskotið snýr seg um at fáa heimild at fyrireika, prosjektera og bjóða út arbeiðið at gera Suðuroyartunnil - eina verkætlan, sum sambært uppskotinum kann kosta upp móti fimm milliardum krónum. Men hóast nógv er broytt síðani seinasta umfar fyrr í ár, verða spurnartekn nú sett við politisku semjuna, sum løgmaður segði seg vilja hava.
    Í dag spyrja vit: Hvat merkir hetta fyri tunnilsverkætlanina, og hvat fer fíggjarnevndin at arbeiða við, áðrenn álit verður skrivað?
    Gestir: Bjarni Hammer og Hanna Jensen
    Vertur: Sigurjón Einarsson
    46 min
  • Breddin: Brunatrygd og viðurskiftini millum USA og Evropa
    Fyrradagin var eldur í einum sethúsum í Havn. Tað er ikki óvanligt, at eldur er í húsum, men hvat hendir eftir eldsbrunan?
    Í Føroyum er ongin skipan, sum ger, at vitanin frá einum eldsbruna verður brúkt at fyribyrgja, at ein annar eldsbruni hendir aftur á sama hátt.
    Tá politiið hevur gjørt sína niðurstøðu, er málið avgreitt, og eingin hevur skyldu at læra av tí - heldur ikki Brunaeftirlitið, sum ger brunasýn.
    Vit savna stutt sagt ikki vitan burtur úr hvørjum eldsbruna. Tí vita vit heldur ikki, hvussu nógvir eldar eru.
    USA: Evropa farið í órøkt
    Sambært almenna amerikanska politikkinum er Evropa farið í órøkt, og er í ferð við at broytast til nakað, Amerika ikki vil kennast við - og ikki vil stuðla.
    Er talan um gestsins gløgga eyga, ella roynir USA at ræða evropearar? Og til hvat?
    Vit tosa við Hans Andrias Sølvará og Tór Marna Weihe um altjóða politikk og útlitini, vit - eisini føroyingar - hava fyri framman.
    50 min
  • Breddin: Fer Suðuroyartunnilin at venda gongdini í Suðuroy?
    Fólkatalið í Suðuroynni er søguliga lágt.
    Tað eru serliga tey ungu og fólk í arbeiðsførum aldri, sum flyta úr Suðuroynni.
    Borgarstjórar royna og hava roynt at fáa fólk at trívast og verða verandi við ymiskum átøkum, men keðiliga gongdin heldur fram.
    Mitt í øllum hesum er kjakið um ein møguligan Suðuroyartunnil.
    Nógv halda, at ein Suðuroyartunnil kann fara at verða lívsnervin, sum kann venda gongdini, gera tað lættari hjá ungum familjum at flyta aftur í oynna, skapa arbeiðspláss og tryggja, at Suðuroy ikki verður ein útoyggj í landinum.
    Men landskassin er kroystur, og bæði Landsbankin og Búskaparráðið ávara ímóti at gera eina lánifíggjaða íløgu, sum kann kosta upp í ein fimting av BTÚ. Stutt sagt: Vit hava ikki ráð nú.
    Í sendingini frætta vit frá ungum í Suðuroy, sum skulu avgera, um teirra framtíð er í oynni, aðrastaðni í Føroyum ella úti í heimi.
    Og vit tosa við borgarstjóra, sum stríðast við minkandi fólkatali í kommununi.
    Gestir: Sissal Nolsøe, Angela Birgisdóttir, Agatha Djurhuus, Hjalmar Hammer, Torkil Holm og Bjarni Johansen.
    Vertur: Sigurjón Einarsson.
    46 min
  • Breddin: Gera vit nóg mikið fyri at fyribyrgja arbeiðsvanlukkum?
    Í miðal doyr eitt fólk um árið í Føroyum vegna arbeiðsvanlukku.
    Tað talið er nógv hægri enn í okkara grannalondum - tað er hægsta tal í Norðurlondum, og millum tey ovastu í Evropa.
    Talið av ikki-deyðiligum arbeiðsóhappum er eisini stórt - bara síðani mars í ár, hava Arbeiðseftirlitið og Vanlukkutryggingarráðið fingið 300 fráboðanir um arbeiðsóhapp - Tað er meira enn eitt um dagin.
    Men hví hava vit so nógvar vanlukkur í Føroyum? Hava vit eitt nóg gott Arbeiðseftirlit? Er revsingin til teirra, sum hava ábyrgdina av vandafullum arbeiðsumhvørvi, nóg hørð?
    Og liggur nakað í kortunum, sum kann fáa okkara høgu tøl niður?
    Gestur: Margit Stóra, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.
    Vertir: Yngva S. Lamhauge og Katrin Petersen.
    48 min
  • Breddin: Stytt arbeiðsvika
    - Vitlíki er eitt, sum talar fyri, at tíðin er búgvin at stytta arbeiðsvikuna. Tað heldur formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum.  Tað var annars hósdagin í síðstu viku, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, boðaði frá, umvegis eini sms-boð til útvarpið, at undirtøka ikki er í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg. At stytta arbeiðsvikuna var eitt tað størsta vallyftið bæði hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi til seinasta løgtingsval. Í samgonguskjalinum stendur eisini svart uppá hvítt, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg, niður í 37 tímar. Í Breddanum í dag spyrja vit andstøðuna, hvat hon heldur um at stytta arbeiðsvikuna. Vit tosa við formannin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, og við Regin Berg, stjórnmálafrøðing og løgfrøðing, sum hevur gjørt eina greining um styttu arbeiðsvikuna fyri Fakfelagssamstarvið. 
    Við í sendingini:  Regin Berg, Johnny í Grótinum og Árni Gregersen. 
    Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    43 min
  • Breddin: Fosturtøkumálið til endaliga viðgerð
    Við teprum meiriluta var fosturtøkumálið samtykt við aðru viðgerð seint tyskvøldið - 17 atkvøður fyri og 16 ímóti.  Í dag fer málið til triðju og endaligu viðgerð. Verður uppskotið um fria fosturtøku fram til og við 12. viku samtykt í dag, fáa vit eina nýggja fosturtøkulóg, sum kortini ikki kemur í gildi fyrr enn 1. juli næsta ár. Tað kom av álvara politiskur spenningur um málið týsmorgunin, tá Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, avgjørdi at fara aftur í løgtingið fyri at fáa málið samtykt. Ein, at síggja til, óvæntað avgerð, sum kom óvart á tey flestu í einum máli, sum kortini hevur verið merkt av politiskari telving. Í sendingini í dag hyggja vit nærri at tí, sum er farið fram í málinum. Vit spyrja eisini, um hetta er seinasti leikur,  ella um tey, sum eru ímóti lógaruppskotinum, framvegis kunnu telva seg til eitt annað úrslit. 
    Gestir: Beinta Løwe og Hallur av Rana. 
    Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    56 min
  • Breddin: Fráflyting, vinarlag og tøgnmentan
    Fráflyting, vinarlag, tøgnmentan og tað at vera øðrvísi, eru nøkur av evnunum í "Vælkomin heim" eftir Mariu Winther Olsen.  Filmurin viðger flytimentanina hjá okkara ungdómi - og hevur júst vunnið Ekko Shortlist-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm í 2025. Anna Sofía Skoradal og Álvur av Kák eru høvuðspersónar í "Vælkomin heim"  og umboða nakrar av teimum mongu føroyingunum, sum eru fluttir uttanlands í lestrarørindum. Í Breddanum í dag tosa vit við tey bæði og spyrja, hví tey hava skift Føroyar út við Oyrasund. Seinni í sendingini hitta vit nøkur av teimum, sum hava verið uttanlands, men sum eru komin aftur til Føroya. 
    Við í sendingini:  Anna Sofía Skoradal,  Álvur av Kák, Esther Margreth Petersen og Eiler Fagraklett. 
    Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    49 min
  • Breddin: Stytt arbeiðsvika - hvat bleiv av henni?
    Abeiðsvikan skal styttast. Tað var eitt av høvuðslyftunum í valstríðnum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.  Í samgonuskjalinum hjá samgonguni stendur eisini, at arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar, og arbeiðsvikan verður skipað við lóg.  Stutt eftir løgtingsvalið í 2022 var eitt trípartasamráðingarráð sett, við umboðum frá arbeiðsgevarum, arbeiðstakarum og politisku skipanini. Tey skuldi umrøða, hvussu farast skuldi fram at stytta arbeiðsvikuna. Lítið hevur kortini verið at frætt um málið hetta valskeiðið, men fyri góðum mánaði síðani kom Fakfelagssamstavið við einum almennum fyrispurningi til samgonguna:  Nær verður arbeiðsvikan stytt? Í Breddanum í dag spyrja vit, hvat bleiv av málinum at stytta arbeiðsvikuna? 
    Gestir: Óluva í Gong og og Niels Winther. 
    Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    52 min
  • Breddin: Fosturforeldraskipan og friðarsamráðingar um Ukraina
    Alsamt fleiri børn hava tørv á fosturfamiljum, og samstundis er tørvur á fleiri fosturheimum. Politiska skipanin hevur lovað at bøta um umstøðurnar, men enn eru ikki gjørdar broytingar í 20 ára gomlu fosturforeldraskipanini. Í dag verður Fosturforeldrafelagið, sum arbeiðir fyri fosturforeldrum og børnum, sum koma til fosturs, 25 ár. - Vit ynskja okkum politiska raðfesting, er boðskapurin frá forkvinnuni í nevndini, sum verður í útvarpsstovuni. 
    Friðartingingar
    Skal Ukraina lata stór landaøki frá sær og sleppa øllum ynskjum um at sleppa upp í NATO, afturfyri at fáa friðaravtalu við Russland? USA stjórnar samráðingum um frið í Ukraina, men spurningurin er, hvørjum treytum Ukraina og restin av Evropa kunnu liva við.  Seinni í sendingini tosa vit við Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing og rithøvund. 
    Við í sendingini: Herdis Justesen, Annlis Bjarkhamar og Hans Andrias Sølvará. 
    Gjørt sendingina: Katrin Petersen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 
    Tøkningur: Alvin Ellebye.
    55 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners