Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Nógv minni játtan at seta serlæknar
    Síðani 2016 hava fimm milliónir krónur altíð verið tøkar til at seta serlækna, um serlækni er tøkur og hevur áhuga at koma til Føroya.
    Sirið Stenberg setti serlæknapuljuna í verk, tá ið hon var landsstýriskvinna í heilsumálum í 2016.
    Orsøkin var, at færri serlæknar komu higar, og útlitini at fáa fleiri serlæknar vóru tí ring.
    Samstundis gjørdust myndugleikarnir varugir við, at Føroyar kappast við onnur lond um serlæknar.
    Verður hugt eftir úrslitinum, so hevur serlæknapuljan gjørt mun, tí í 2016 vóru 32 serlæknar, nú eru 51.
    Men tað er ikki nóg mikið, tí sambært tilmæli, sum ein arbeiðsbólkur - sum Margit Stórá, fyrrverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, setti - handaði í fjør, eiga vit at hava 121 serlæknar.
    Nú er ætlanin at skerja serlæknapuljuna, tí í komandi fíggjarlóg er serlæknapuljan skorin úr fimm milliónum krónum og niður í hálva millión.
    Gestur: Shahin Gaini, formaður í Serlæknafelag Føroya
    Vertur: Marjun Dalsgaard
    27 min
  • Breddin: Tryggingarfelag gevur ráð um skíggjanýtslu
    Privata tryggingarfelagið Betri Trygging er farið undir eitt átak, sum kallast SkíggjaSunn.
    Á heimasíðuni hjá felagnum verður víst á, at børn í dag spæla minni saman, sova verri, og tey gerast minni empatisk.
    Alt hetta verður sett í samband við ov nógva tíð framman fyri skíggjan.
    Men spurningurin er, hví eitt privat tryggingarfelag skal geva ráð um uppaling og heilsu, og hvussu álítandi eru tær niðurstøður, sum felagið byggir sín boðskap á.
    Í sendingini spyrja vit, hvar markið gongur millum upplýsing og marknaðarføring - og hvør eigur at ráða, tá tað snýr seg um børn, skíggjar og trivnað.
    Gestir: Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, og Noomi O. Gregersen, ph.d. og leiðari í Heilsustýrinum.
    Vertur: Sigurjón Einarsson
    39 min
  • Breddin: Vakmyndatól - tryggleiki ella skert frælsi?
    Løgtingið samtykti í mai í fjør eitt uppskot hjá Sambandsflokkinum, sum heitti á landsstýrið um at koma við uppskoti at geva kommunum heimild at seta vakmyndatól upp í almenna rúminum - men bara í samráð við politiið og eftir tilmæli frá politinum.
    Nú - meira enn eitt ár seinni - er framvegis einki uppskot komið frá landsstýrinum, men málið er sent til ummælis.
    Spurningurin er, hvussu nógv hetta hjálpir í veruleikanum?
    Mong siga, at vakmyndatól skapa ein tryggleika, meðan onnur halda, at vakmyndatól í almenna rúminum er at gera seg inn á okkara privatlív.
    Men hvørjar avleiðingar kann hetta fáa fyri borgararnar? Og hvar gongur markið millum trygd og persónliga frælsið?
    Ger vakmyndatól okkum tryggari - ella eru vakmyndatól ein falskur tryggleiki?
    Gestir: Hervør Pálsdóttir, Kristianna Winther Poulsen, Elsebeth Mercedes Gunnlaugsdóttir og Helgi Abrahamsen
    Vertur: Sigurjón Einarsson
    57 min
  • Breddin: Suðuroyartunnilin aftur á skrá
    Fríggjadagin 24. okt. skulu flokkarnir boða løgmanni frá, hvør tunnilsleið skal bjóðast út.
    Á ólavsøku datt burtur, tá tað ikki var komið úr nevnd áðrenn tingsetanin var liðug, men tað verður lagt fyri tingið fyrsta dagin, sigur løgmaður.
    Mánadagin var løgtingið á kunningarfundi í Tinganesi, har tey millum annað kundu seta spurningar og gera viðmerkingar til eitt avgerðarskjal, sum lýsir tær báðar farleiðirnar, við og uttan at bora úr Skúgvoy og í morign fríggjadagin 24. okt. vil løgmaður hava at vita skulu tey taka støðu til, hvør farleið skal bjóðast út.
    Tað hava longu verið kritiskar røddir frammi um samanberingarnar av farleiðunum, og spurnartekin eru sett við fleiri viðurskifti - millum annað mangla váðametingar og kostnaðarmetingin verður mett at vera ov bjartskygd og at byggja á eitt ov veikt grundarlag.
    Í Breddanum í dag spyrja vit millum annað um tingfólk eru til reiðar at velja ein farleið nú, og hvat hvat løgmaður sigur til atfinningarnar av avgerðarskjalinum.
    Í sendingini tosa vit við løgmann og tingfólkini: Bjarna Hammer, Javnaðarflokkin, Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin, Liljan Weihe, Tjóðveldi og Johan Dahl, Sambandsflokkurin
    56 min
  • Breddin: Z-ættarliðið mótmælir
    Tey eru ung, tey eru vaksin upp við sosialum miðlum - og nú hava summi av teimum fingið nokk.
    Í fleiri londum eru uppreitstrar sprotnir úr ungdóminum, sum krevur eitt rættvíst samfelag uttan korruptión.
    Frá Nepal til Bangladesh, frá Peru til Madagaskar, síggja vit nú eina rørslu, har Z-ættarliðið - tey, sum eru fødd millum 1995 og 2010 - krevja broytingar.
    Tey krevja rættvísi og tey vilja hava eina bjartari framtíð.
    Men hvat fær hesi ungu til at fara út á gøturnar og seta lív og heilsu í váða í stríðnum móti mutri og ójavna?
    Hví nýtir Z-ættarliðið sosialar miðlar sum vápn í mótmælunum - og hví er eitt sermerkt sjórænaraflagg vorðið eitt altjóða súmbol fyri frælsi og uppreistur?
    Og hví er hendan rørslan vorðin eitt altjóða fyribrigdi?
    Í Breddanum hoyra vit um fleiri dømir um lond har at ein uppreistur er vaknaður í ungdóminum.
    Í Nepal eydnaðist tað at koppa stjórnini í síðsta mánað.
    Í Breddanum tosa vit við Tommy Petersen, sum hevur búð í Nepal í 3 ár og Firouz Gaini, sum er PhD og professari í antropologi.
    47 min
  • Breddin: Varandi friður í Gasa?
    Mánadagin kom ein avtala um vápnahvíld í Gasa endiliga í gildi.
    Umleið 2.000 fangar eru komin aftur til Gasa, og allir 20 ísraelsku gíslarnir, sum eru á lívi, eru latnir leysir, og eru nú aftur í Ísrael. men enn bíða familjur í Ísrael eftir líkinum av teimum, sum ikki komu aftur á lívi.
    Samstundis er vápnahvíldin viðkvom - og óttin fyri, at bardagarnir byrja aftur, veksur hvønn dag.
    Men fer vápnahvíldin at skapa varandi frið í longdini?
    Hvør hevur ábyrgdina av, at friðurin verður varandi - Ísrael, Hamas ella útlendskir aktørar sum USA og Egyptaland?
    Og hvussu stórt er trýstið á ísraelsku stjórnina frá fólkinum, sum bæði vil hava tryggleika og rættvísi?
    Í Breddanum í dag tosa við við Schrouq Aila, sum er journalistur í Gasa og Katrina Weihe Grosvirt, sum býr í Ísrael. Eisini vitja Hans Andrias Sølvará professari í søgu og Heini í Skorini lektari í altjóða politikki útvarpsstovuna.
    1 hr
  • Breddin: Føroyskur limaskapur í WTO
    Tann 10. september kom sonevnda grein 6-nevndin til ta niðurstøðu, at Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugir limir í heimshandilsfelagsskapinum, WTO.
    Grein 6-nevndin kann sambært heimastýrislógini taka avgerðir í ósemjum um viðurskifti í ríkisfelagsskapinum, og hetta er fyrstu ferð at henda nevndin er sett at viðgera eitt trætumál millum danskar og føroyskar myndugleikar.
    Men hvat merkir úrskurðurin hjá nevndini, og hvussu ber tað til, at nevndin kemur til aðra niðurstøðu enn danska løgmálaráðið og forsætisráðið hevur sagt í mong ár?
    Eisini kjakast umboð fyri politisku flokkarnar um, hvønn týdning tað hevur fyri sonevndu loysingarætlanirnar hjá løgmanni.
    Gestir: Kristian Joensen, Bjørn Kunoy, Høgni Hoydal, Beinir Johannesen, Høgni Hoydal og Karlot Hergeirsson.
    Vertir: Marjun Dalsgaard og Sigurjón Einarsson.
    1 hr
  • Endometriosa - ein útbreidd kvinnusjúka
    Kommunulæknar í Føroyum hava trupult við at ávísa kvinnur til serlækna, sum stríðast við sjúkueyðkenni fyri endometriosu. Tað vísir ein kanning, sum byggir á samrøður við kommunulæknar, og sum var almannakunngjørd fyri nøkrum døgum síðani.
    Endometriosa er ein støða, har kvinnan hevur ógvusliga pínu í undirlívinum - og tað er ofta í samband við menustratión. Heili 10 prosent av kvinnum kunnu hava endometriosu. 
    Í sendingini tosa vit við Sólfríð Mariu í Rók. Hon bíðaði í 15 ár áðrenn hon fekk staðfest endometriosu. Pínan hjá Sólfríð Mariu var so ógvusli, at hon javnan misti vitið av pínu.  
    Hvussu riggar skipanin at fanga endometriosu í Føroyum og hví vera hesar kvinnur ikki tiknar í álvara?
    Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.
    Vit tosa vi granskara, kvinnu, sum hevur fingið staðfest endometriosu og ein serlækna í kvinnusjúkum.
    Kvinnur sum vilja hava meira vitan um endometriosu kunnu, sambært Katrin Kalsberg, serlækna í kvinnusjúkum, fara á heimasíðuna www.endo.dk,
    53 min
  • Breddin: Hekkuportrið á Galaxy og at varskógva
    Málið um hekkuportrið á Galaxy, er málið um eina møguliga vanlukku, sum skuldi tigast burtur.Einasta orsøk til at vanlukkuliga vansketni nú verður kannað er, at ein maður valdi at traðka fram og møguliga seta sítt egna starv í vanda. Tað var tó um reppið, at tað eydnaðist at steðga honum í at standa fram, vísa innlit í málinum, sum kringvarpið hevur fingið.
    Í Breddanum í dag hyggja vit uppá, hví tað mundi enda við at málið um hekkuportrið ikki varð kannað. Eisini hyggja vit uppá talufrælsið hjá alment settum starvsfólkum. Nær er tað í lagið at nokta starvsfólki, sum eru sett í tí almenna at útala seg um nakað, ella at varskógva?
    33 min
  • Breddin: Friðarsamráðingar og miðladekningur av krígnum í Gasa
    Í dag eru júst tvey ár liðin síðani Hamas leyp á Ísrael, og drap upp ímóti 1200 fólk og tóku 200 við sum gíðslar.
    Og júst á ársdegnum fara partarnar undir friðarsamráðingar við støði í eini avtalu, sum amerikanski forsetin Donald Trump hevur staðið fyri at seta saman.
    Hvat gongur avtalan út uppá og hvørji sannlíkindi eru fyri, at tað ber á mál?
    Tað hyggja vit uppá í Breddanum í dag.
    Eisini fara vit at seta nøkur orð á dekningin av stríðnum, tí tað er eitt evni, sum veruliga fær sinnini í kók
    -hvussu ávirkar tað dekningin av krígnum? Tað spyrja vit fýra umboð fyri redaktiónir um.
    Katrin Petersen, tíðindaleiðari í KvF, Ingi Samuelsen journalistur á portal.fo og blaðstjóri á Vikuskiftisblaðnum, Eirikur Lindenskov, stjóri í Miðlahúsinum og blaðstjóri og Árni Gregersen journalistur á FM1 eru í útvarpsstovuni.
    Vit tosa eisini við Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing, um friðaravtaluna, sum liggur á borðinum.
    59 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners