Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Trong kor í Kvinnuhúsinum og føroyski faðirleikluturin
    Kvinnuhúsið fyllir runt, men føðingardagsbarnið hevur trong kor.
    Ov lítið pláss og slit er tíverri tað, sum møtir teimum kvinnum, sum søkja sær skjól undan harðskapi á kreppumiðstøðini.
    Vit mugu hava betri og størri karmar sum skjótast, sigur leiðarin.
    Landsstýrismaðurin í mentamálum vitjar útvarpsstovuna.
    Eisini tosa vit við Rúnu Preeti, sum hevur kanna føroyska pápaleiklutin.
    Eru gamlar fatanir av pápum "av tí gamla slagnum" neyðturviliga rættar - og í hvønn mun vit ávirkast av okkara egnu foreldrum, tá vit fáa børn.
    42 min
  • Breddin: Eru vit klár til hybrid-kríggj?
    Danmark er rakt av hybrid-kríggi.
    Tað gjørdist greitt, tá dronur frá fremmandum valdi vóru ólógliga í donskum luftrúmi í tímavís í fleiri umførum í síðstu viku.
     
    Úrslitið var ruðuleiki og ørkymlan.
    Her heima hevur landsstýrið ætlanir um at yvirtaka loftrúmið, tilbúgving, tænastur og dronuflúgving.
    Í Breddanum í dag spyrja vit, um vit eru til reiðar at standa ímóti í einum hybrid kríggi. Hvat meinast heilt ítøkiliga við, tá tosað verður um hybrid kríggj?
    Gestir í Breddanum eru Leivur Perrson, stjóri í Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
    47 min
  • Breddin: Fíggjarlógin 2026
    Hall í bestu tíðum, men eitt hall, sum er minni enn væntað fyri einum hálvum ári síðani, tá játtanarkarmarnir vórðu lagdir fram.
    Tað var millum annað tað, sum Ruth Vang legði fram í Smæruni fyrrapartin.
     
    Samgongan ætlar, at blæður og grønmeti skal frítakast fyri mvg, og at barnafrádrátturin skal hækka. Tað skal fíggjast av hægri avgjøldum á snús og sigarettir umframt minni mvg frítøka á elbilar.
     
    Í apríl, tá játtanarkarmarnir vórðu lagdir fram, varð mett, at hallið fór at vera 252 milliónir krónur, men sambært fíggjarlógini verður tað 173 milliónir, sambært uppskotinum, sum varð lagt fram fyrrapartin.
     
    Í hesum Breddanum líta vit aftur á nakað av tí, sum hevur verið frammi seinastu mánaðirnar um fíggjarligu støðuna. Eit nú tá Játtanarkarmarnir vórðu lagdir fram í apríl og tá Búskaparráðið legði sína heystfrágreiðing fram fyri einum mánaða síðani.
    Eisini taka vit samanum fíggjarlógina og tosa við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum. Vit tosa eisini við Magnus Rasmussen nevndarlim í fíggjarlógini og Steffan Klein Poulsen sum eisini er limur í fíggjarnevndini.
    54 min
  • Breddin: Hvat hendir í Sambandsflokkinum?
    Limir melda seg út, tingbólkurin og lokalfeløg halda kreppufundir. Tað brýtur í bæði borð í Sambandsflokkinum, eftir at Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinna hjá Sambandsflokkinum, saman við tingfólkum úr samgonguni, hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta fosturtøkulógina. Hvat er tað, sum hendir í Sambandsflokkinum í løtuni, spyrja vit í sendingini í dag. 
    Við í sendingini: Bárður á Steig Nielsen, Beinta Løwe og Ingi Samuelsen.
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og John Johannessen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    47 min
  • Breddin: Kommunubúskapur og eldraøkið
    Eldraøkið tyngir kommunubúskapin, og tað er neyðugt at gera nakað skjótt, skulu kommunurnar ikki koma í veruligar trupulleikar av hesum. Fíggingin av eldraøkinum má umskipast og ábyrgdin má eisini umskipast. Tað er boðskapurin frá Búskaparráðnum, sum í hesi løtu fyri fyrstu ferð leggur fram frágreiðing um kommunala búskapin í Føroyum. 
    Við í sendingini: Johnny í Grótinum, Torbjørn Jacobsen, Ruth Vang og Eirikur í Jákupsstovu.
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og John Johannessen sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Alvin Ellebye.
    49 min
  • Breddin: Fosturtøkulógin aftur fyri tingið
    Í dag leggja fólk úr ymsum flokkum, tvørtur um samgongu og andstøðu, fram uppskot um nýggja fosturtøkulóg.
    Um lógin verður samtykt, fer markið fyri fosturtøku niður í 12 vikur, og avgerðin løgd til kvinnuna.
    Hesa ferð sær uppskotið út til at verða samtykt, men eisini hesa ferð vekir uppskotið sterkar kenslur, og flestu flokkar eru í tvíningum innanhýsis.
    Hvat er innihaldið í uppskotinum, og hví er evnið so torført at viðgera?
    Gestir í sendingini í dag eru: Katrin Kallsberg, gynekologur og limur í etiska ráðnum, Bergur Debes Joensen, formaður í etiska ráðnum og prestur, Jógvan D. Hansen, limur í etiska ráðnum og námslektari og Noomi Gregersen, limur í etiska ráðnum og verkætlanarleiðari í FarGen.
    Gjørt sendingina: Katrin Petersen og John Johannessen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    50 min
  • Breddin: Skipasølur og fólksins ogn
    Skipasølur fyri 100-tals milliónir vísa, at vit eru aftur har, sum vit byrjaðu, í framhaldsøguni um fiskin, fólksins ogn og tilfeingisrentuna.
    Í 2007 vórðu øll fiskiloyvi uppsøgd, tí stóra kvotuvirðið hevði við sær, eitt skip varð selt fyri 300 milliónir krónur.
    Í dag er støðan tann sama.
    20 ára gamla uppsjóvarskipið Jupiter varð í mai selt fyri góðar 200 milliónir krónur meira, enn tað var keypt fyri tvey ár frammanundan, og keyparin dylur ikki fyri, at tað eru kvoturnar, sum eru áhugaverdar.
    Men í dag er eingin politisk reaktión.
    Hví er tað so? Og eru nýggjastu skipasølurnar tekin um eina skeiva skipan, sum eigur at vera broytt?
    Gestir: Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, Dennis Holm, Tjóðveldi, Hans Jacob Thomsen, Javnaðarflokkurin, Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, og Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin.
    Vertur: Marjun Dalsgaard.
    1 hr 3 min
  • Breddin: Happing á Glasi
    Á Glasi hevur eitt álvarsamt fyribrygdi verið afturvendandi ár um ár: Tann sokallaði straffbarlistin.
    Hetta er ein listi, har næmingar og viðhvørt eisini lærarar verða nevndir og niðurgjørdir.
    Næmingar - serliga teir yngru - siga seg kenna ótta um hendan listan, og foreldur eru ørkymlað.
    Sálarfrøðingur hevur kallað hetta fyribrygdið á Glasi eitt tekin um eina sjúka mentan, har happing verður tikin framum virðing og felagsskapin.
    Í hesi sendingini spyrja vit: Hví gerast slíkar listar aftur og aftur? Og hvussu uppliva næmingar, næmingaráðið og fólk, sum eru um næmingarnar, hesa støðuna?
    Vit tosa við næmingarráðið og næmingar, studentarprestin og so er Una Joensen, rektari eisini í útvarpsstovuni
    49 min
  • Breddin: Polarisering í almenna kjakinum og heilsufótbóltur
    Polariseringin í almenna kjakinum tykist vera vaksandi.
    Á sosialum miðlum verður tónin alsamt harðari.
    Men hvussu ávirkar hetta felagsskapin?
    Og hvør hevur ábyrgdina av, at kjakið er siðiligt?
    Tað spyrja vit millum annað um í Breddanum í dag, sum eisini snýr seg um heilsu, tá vit verða eldri.
    Tí føroysk gransking vísir, at tað ber til at steðga neiligu gongdini við vøddamissi og vánaligari beinheilsu hjá monnunum og kvinnum, sum eru komin í 50 ára aldur.
    Í 13 ár hevur verið granskað í heilsufótbólti, og í sendingini hyggja vit nærri at granskingarverkætlanini saman við Magna Mohr, professara.
    Gestir: Eyðbjørt Skylv Midjord, miðla- og samskiftisfrøðingur, Eydna Skaale, retorikkari, og Magni Mohr, professari.
    Vertir: Sigurjón Einarsson og Marjun Dalsgaard.
    53 min
  • Breddin: Alsamt fleiri kæra heilsuverkið
    Talið av kærum í heilsuverkinum er meira enn tvífaldað frá 2020 til 2024 og søgurnar um tey, ið ikki vera tikin í álvara av kommunulæknanum og vera vend í hurðini á Landssjúkrahúsinum eru nógvar.
    Í dag tosa vit við enn ein avvarðandi, sum hevur upplivað ikki at vera tikin í álvara í føroyska heilsuverkinum.
    Í Breddanum í dag hyggja vit uppá heilsuverkið. Hví er talið av kærum vaksandi, og hvat fært tú burturúr at kæra?
    Vit hyggja eisini uppá tað sokallaðu útgeiningareindina, sum skal gera tað lættari at staðfesta sjúkuna.
     
    Í sendingini tosa vit við Daniu Niclasen, sum misti mammu sína í Juni 2021, Jan Rasmussen, yvirlækna á medisinska deplinum, Lars Fodgaard Møller, landslækna og Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilusmálum.
    43 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners