Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Suðuroyartunnilin og Epstein-málið
    Sands Kommuna, Skuvoyar Kommuna og Húsavíkar Kommuna peika - í hoyringarsvari til Suðuroyartunnilin - allar á farleiðina norðanfyri Sandsbygd.
    Tað sama gera stovnar og áhugafelagsskapir, eitt nú Umhvørvisstovan og náttúrufelagsskapirnir FNU, Fuglafrøðingafelagið, Veltan, Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, Rudda Føroyar, Føroya Sílaveiðufelag og Hagafelagið.
    Men hvussu ávirkar hetta tunnilsfelagið og avgerðina um at peika á Djúpadalsloysnina? Vit hava samrøðu við Teit Samuelsen, stjóra í PF Suðuroyartunlinum.
    Í seinasta lagi um 30 dagar skal amerikanska løgmálaráðið leysgeva Epstein-skjølini, eftir at bæði Demokratarnir og Republikanararnir tvingaðu málið ígjøgnum í kongressini.
    Trump royndi fyrst at forða málinum, men síðan kúvendi hann og skrivaði sjálvur undir lógina.
    Nú verður spurt, hvat skjólini innihalda - og hvørt hetta fer at styrkja Trump ella ikki - og kann málið fáa ávirkan fyri hansara tíð sum forseti.
    Gestir: Teitur Samuelsen, Hallur av Rana og Regin Berg
    Vertir: Marjun Dalsgaard og Sigurjón Einarsson
    59 min
  • Breddin: Rúsevnismisnýtsla og politiska skipanin
    Fólk, sum rúsa seg við sproytu, heilivágur, sum verður misnýttur sum rúsevni, fiksi-rúm og fólk, sum ikki rúmast í samfelagnum - heldur ikki á viðgerðarstovnum.
    Politisku skipanina verður spurd um avbjóðingarnar og ávaringarnar, sum vit hava hoyrt um seinastu vikunar.
    Eru umstøðurnar á misnýtsluøkinum nøktandi, vita vit nóg mikið um tey, ið eru ringast fyri, hvørja leið skulu vit ganga - og hvørjar eru politisku loysnirnar?
    Gestir: Annika Olsen fyri Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen fyri Javnaðarflokkin, Bárður á Lakjuni fyri Fólkaflokkin og Steffan Klein Poulsen fyri Miðflokkin.
    Vertur: Birgit Carina Eliasen.
    Redaktørur: Sigurjón Einarsson
    55 min
  • Breddin: Fólkaskúlin og námsferðir
    Í Føroyum siga vit, at fólkaskúlin er fyri øll. Men seinastu dagarnar hava vit fingið eina áminning um, at veruleikin ikki altíð samsvarar við hesi orð. Ein námsferð hjá einum skúlaflokki, sum skal til Týsklands at hyggja at hondbólti, kostar umleið 11.000 krónur umframt lummapengar og mat. Tað ljóðar kanska sum bara eitt tal - men fyri summi er tað ein forðing og eisini eitt val millum at liva upp til felagsskapin, ella standa uttanfyri. Summi foreldur noyðast at taka lán, so barnið ikki skal kenna seg uttan fyri felagsskapin.Men er tað fíggjarstøðan hjá foreldrunum, sum avger, hvør fær fulla skúlauppliving - og hvør ikki fær Og er tað óskaðiligt, at skúlar víkja frá sínum egnu leiðreglum, tá tað snýr seg um námsferðir. Ella er hetta fyrstu stigið móti einum skúla, sum ikki longur er javnur fyri øll børn? 
    Gestir:  Hedvig Johansdóttir, Vagn Foldbo og Lillian Poulsen. 
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Sigurjón Einarsson, sum eisini var redaktørur. 
    Tøkningur: Alvin Ellebye.
    38 min
  • Breddin: Koronufarsóttin og fólkaræðið
    Koronufarsóttin legði trýst á fólkaræðið. Í nýggjari bók verður lýst, hvussu demokratiski rætturin hjá okkara evsta valdi var brotin undir koronufarsóttini inni í sjálvum løgtinginum.Har vóru hjálparpakkar samtyktir, sum kostaðu skattaborgarunum nógvar milliónir krónur, uttan at løgtingsfólk sluppu at viðgera málini.  Beinta Løwe hevur skrivað bókina, sum m.a. vísir á týdningin at viðgera brot á fólkaræðið undir koronufarsóttini, so tað ikki gerst ein siðvenja at skúgva fólkaræðið til viks. tá kreppustøður eru.Í Breddanum í dag fara vit í dýpdina við hótta fólkaræðinum í løgtinginum undir koronufarsóttini, og vit tosa m.a. um tøgnina, sum hevur valdað um trýstið á fólkaræðið, bæði undir farsóttini og síðani. 
    Við í sendingini: Beinta Løwe, Ivan Niclasen, Rógvi Olavson og Johan Dahl. 
    Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    54 min
  • Breddin: Sjúklingar detta millum skipanir
    Tað ljóðar einfalt: Psykiatriin hjálpir teimum, sum eru sálarliga illa fyri, og viðgerðarstovnar hjálpa teimum, ið eru bundin av rúsevnum. Men hvat hendir, tá tú hevur avbjóðingar á báðum økjum? Í Føroyum eru tað júst hesi fólkini, sum ofta detta millum tær skipanir, ið skulu hjálpa teimum. Og hjá teimum, sum haraftrat ikki hava ein fastan bústað, er tað nærum ógjørligt at fáa hjálp.  Í Breddanum í dag spyrja vit, hví tað er so trupult at lofta hesum bólkinum, hvørjar avbjóðingar eru á økinum - og hvussu hesin knúturin kann loysast. 
    Gestir: Tormóður Stórá og Leivur á Lakjuni. 
    Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    56 min
  • Breddin: Tá politikarar biðja eitt úrvalslið um ráð
    Hvat hendir, tá politikararnir leggja sínámillum politiska kjakið til viks, og heldur biðja eitt úrvalslið siga, hvat skal til, fyri at gera landið meiri haldført? Fyrsta svarið til tann spurningin kom fyri akkurát einari viku síðani, tá Nýskipanarnevndin við Ben Arabo á odda kom við fyrsta tilmælinum - og politiskan skipanin gjørdi eftir ráðunum. Trý landsstýrisfólk vórðu send til hús, og trý aðalráð verða niðurløgd. Hevur Nýskipanarnevndin givið politikarunum dirvi til at taka effektivar avgerðir? Ella hava politikarar latið av fólkavaldinum til ein útvaldan skara? Vit hava formannin fyri Nýskipanarnevndina í útvarpsstovuni saman við tveimum eygleiðarum og stjórnmálafrøðingum. 
    Gestir: Ben Arabo, Beinta Løwe og Regin Berg. 
    Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    47 min
  • Breddin: Støðan í Sudan
    Kríggj er í Sudan. Stríðið millum sudanska herin og bólkin Rapid Support Forces hevur nú vart í meira enn tvey ár.
    Hetta hevur havt við sær, at vit, sambært ST, uppliva størstu mannarættindavanlukku í øllum heiminum júst nú.
    Fleiri enn 14 milliónir fólk eru flýdd, og 30 milliónir fólk hava brúk fyri mati, vatni og heilivági.
    Sjúkrahús eru løgd í oyði, fólk eru dripnir, og hungur og sjúka breiða seg. Men hvussu álvarslig er støðan í Sudan beint nú og hvat verður gjørt fyri at hjálpa teimum, sum enn sita føst í ræðuleikunum í Sudan? Tað spyrja vit um í sendingini í dag. 
    Gestir: Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin, og Sigrið Zachariasen, dagligur leiðari í Reyða Krossi Føroyar. 
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Sigurjón Einarson, sum eisini var redaktørur. 
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    37 min
  • Breddin: At rúsa seg við sproytu
    At rúsa seg við sproytum hevur higartil verið óvanligt í Føroyum, men nú er støðan broytt.
    Í Breddanum í dag hitta ein av teimum, sum í mong ár hevur verið rúsevnismisnýtari.
    Hann er ein av teimum, sum meiri verður tosað um, enn við.
    Vit spyrja, hvussu tað er at liva sum misnýtari í Føroyum, hví tað er so trupult at sleppa burtur úr støðuni, og hvat skal til fyri at betra um umstøðurnar?
    Seinni í sendingini verður viðgjørt, hví tað er so trupult at lofta teimum, sum eru ringast fyri.
    Vit spyrja eisini, hvussu hesin trupulleikin kann loysast, og hvør kann loysa hann.
    Gestir: Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, og Magni Højgaard, leiðari í RÓWT.
    Vertur: Birgit Carina Eliasen.
    1 hr
  • Breddin: Nýskipanir í almenna geiranum
    Tað er ikki hvørjum degi, at fakfólk fáa so stórt vald yvir framtíðini hjá almenna geiranum, sum nýskipanarnevndin hjá løgmanni hevur fingið.Nevndin, sum Aksel V. Johannesen setti fyrst í september, skal mæla til nýskipanir í tí almenna - og longu í dag fáa vit so at vita, hvørji fyrstu tilmælini hjá nýskipanarnevndini verða.Eftir hvat skilst, hava tingbólkafundir verið í gjár um uppskot um sparingar, sum nýskipanarnevndin fer at mæla til. Keldur upplýsa fyri Kringvarpinum at talan er um, at trý landsstýrisfólk og tríggir aðalstjórar verða koyrd í dag. 
    Við í sendingini: Árni Gregersen, Beinta Løwe og Ben Arabo. 
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Sigurjón Einarson, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    46 min
  • Breddin: Suðuroyartunnilin og farleiðir á Sandoynni
    Nú politisku flokkarnir hava tikið undir við linjuføring 1A fyri Suðuroyartunnilin - úr Djúpadali til Sandvíkar, so er greitt, at vegurin til Djúpadals skal vera gjøgnum Sandsbygd og serliga náttúruøkið har.
    Ætlanin hevur elvt til bæði misnøgd og stúran hjá borgarum og náttúrufelagsskapum.
    Fleiri vísa á, at leiðin kann fáa stóra ávirkan á náttúruna og vanliga gerandisdagin á Sandi.
    Samstundis spyrja onnur, um valda leiðin í roynd og veru er tann fíggjarliga skilabesta, tí nýggjar kostnaðar- og nyttukanningar vísa, at alternativa leiðin norðanfyri Sandsbygd kundi verið bæði burðardyggari og í longdini eisini bíligari.
    Gestir: Birgit Lassen, Michael Anthony Charles Johannesen, Jón Sigurdsson og Brandur Sjúrðarson.
    Vertir: Sigurjón Einarsson og Marjun Dalsgaard.
    51 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners