Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Raðfestingar í heilsuverkinum
    Vit gerast alsamt eldri og møguleikarnir fyri at viðgera gerast betri.
    Tað merkir millum annað, at Heilsuverkið gerst alsamt dýrari.
    Tí mugu vit tora at tosa um hvussu vit raðfesta í heilsuverkinum. 
    Hvørjar viðgerðir skulu gerast - hvør heiligvágur skal latast og hvar tilboðini skulu vera.
    Tað var niðurstøðan av Ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, sum var mánadagin 8. september um raðfestingar í heilsuverkinum.
    Í hesum Breddanum tosa vit um raðfestingar, um val og frával av  heiligvági og viðgerðum og um gjøgnumskygni.
     
    Í sendingini tosa vit við Kjeld Møller Pedersen, heilsubúskaparfrøðing, Janu Mortensen, forkvinnu í siðfrøðinevndini hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, Jógvan D Hansen, heimspeking og Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum.
    50 min
  • Breddin: Ferðafólk í føroysku náttúruni
    So hendi tað aftur.
    Ferðafólk sum hvørva í føroysku náttúruni.
    Seinastu árini hava vit fer eftir ferð hoyrt um ferðafólk, sum koma illa fyri tá tey fara í hagan.
    Í farnu viku hvurvu 3 fólk úti við Bødsdalafoss/Trælanípu í Vágum
    Men, hvør hevur ábyrgdina av trygdini og hvat skal gerast?
    Tað spyrja vit í Breddanum í dag.
    Tosað verður við: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum, Gunnar Nattestad, sum varðar av ferðavinnuni við Trælanípuna, Bárð Lydersen, fotograf, sum ferðast nógv úti í føroysku náttúruni, og Sunnevu Dalsgaard Hansen, sum hevði eina skelkandi uppliving við Trælanípu í summar.
    33 min
  • Breddin: Peningastovnar fíggja undirvísingartilfar í fólkaskúlanum
    Tvey evni verða viðgjørd í Breddanum hesa ferð:
    Felagið Peningastovnar hevur tikið stig til og fíggja nýtt undirvísingartilfar, sum eitur Pengar, og sum skal brúkast til undirvísing í samfelags- og støddfrøði í hádeild í fólkaskúlanum.
    Endamálið við nýggja undirvísingartilfarinum sigst verða, at børnini skulu læra um eginbúskap og lagt verður upp til at lærarar kunnu bjóða bankaráðgevum at verða gestalærarar.
    Vit hyggja nærri at nýggja undirvísingartilfarinum Pengar, og vit fara í smálutir við, hvussu undivísingartilfar í fólkaskúlanum verður gjørt.
    Hesa vikuna savnaðust stór lond sum Kina, Russland og India í Shanghai Samstarvsfelagsskapinum (stytt SCO), sum er ein felagsskapur um samstarv innan politikk, búskap og trygd. Russland og Kina stovnaðu SCO í 2001, og felagskapurin verður av mongum kallaður eitt alternativ til NATO og G7.
    Men er SCO veruliga eitt mótspæl til Vesturheimin? Er talan um ein nýggjan valdsjavnvág í heiminum? Og hvat merkir tað, at Kina nú bjóðar sín egna stjórnarhátt fram fyri heiminum, sum eitt mótspæl til vesturlendskt fólkaræði.
    Og hvat merkir tað fyri Putin, at hann kann vísa sínum borgarum, at Russland framvegis hevur ein altjóða pall, hóast landið meira ella minni verður boykottað av Vesturheiminum?
    Gestir: Eyðun Gaard, stjóri í Námi, og Tór Marni Weihe, PhD-lesandi á Setrinum, og kønur í russiskum viðurskiftum.
    Vertir: Annika Bolton Mortensen og Sigurjón Einarsson.
    1 hr
  • Breddin: Stórtingsvalið í Noregi
    Stórtingsval verður í Noregi mánadagin, 8. september.
    Men longu nú hevur fjórði hvør norðmaður valt við brævatkvøðu.
    Hvørji eru høvuðsevnini í hesum valinum? Hvørjir flokkar liggja best fyri, og hví hevur ein fyrrverandi forsætisráðharri verið við til at geva sínum flokki so góða undirtøku í veljarakanningunum . Og hvør hevur besta møguleikan at gerast næsti forsætisráðharri í Noregi?
    Tað spyrja vit ein fyrrverandi journalist í NRK, sum nú býr í Føroyum, men sum framvegis fylgir væl við í norskum politikki.
    Gestur: Knut-Øyvind Hagen, fyrrverandi tíðindamaður í NRK.
    Vertur: Sigurjón Einarsson
    39 min
  • Breddin: Russisk reiðarí á svartalista
    Semja tykist verða í samgonguni um at seta tvey russisk reiðarí á svartalista í Føroyum.
    Talan er um Murman Seafood og Norebo JSC, sum eru svartlistað í ES og Noregi fyri mistanka um njósning.
    Lógaruppskot hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum um hetta, og málið er nú í Uttanlandsnevndini. Men bæði vinnan og andstøðan hava ávarað um møguligar avleiðingar.
    Í sendingini verður eisini hugt at, hvussu Føroyar søguliga hava valt at vera uttanveltað, tá kríggj hava verið úti í heimi, men eisini hvussu trygdarstøðan hjá okkum sær út í dag, nú kríggj aftur er í Evropa.
    Gestir: Sámal Tróndur F. Johansen, søgufrøðingur, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
    Vertur: Annika Bolton Mortensen
    55 min
  • Breddin: Eiga vit at viðurkenna fortíðina og biðja um umbering?
    Í fleiri áratíggju vórðu fólk við breki send av landinum - ofta sum børn og uttan at tey sjálvi ella familjan kundu gera nakað við tað.
    Nú verður spurningurin reistur, um Føroyar eiga at kanna hendan partin av okkara søgu nærri og taka ábyrgd fyri tær avgerðir, sum tá vórðu tiknar.
    Eigur føroyska samfelagið at viðurkenna hesa fortíð við eini umbering, ella eigur ein óheft kanning fyrst at lýsa málið út í æsir?
    Og er vandi fyri, at søgan endurtekur seg, um vit ikki vilja viðurkenna og læra av fortíðini?
    Gestir: Jógvan Andrias Joensen, sum var bert trý ára gamal, tá hann varð sendur á stovn í Danmark, tí hann hevði ein mjadnafeil, og Ruth Thomsen, forkvinna í MEGD.
    Vertur: Sigurjón Einarsson
    36 min
  • Breddin: Framvegis avbjóðingar á javnstøðuøkinum
    Í juni legði landsstýrið fram støðulýsingina "Saman um javnstøðu".
    Hon vísir, at vit í Føroyum enn hava stórar avbjóðingar. Kvinnur forvinna minni enn menn, arbeiðsmarknaðurin er kynsbýttur, og tað eru 2.200 kvinnur færri enn menn í landinum.
    Nú verður javnstøðulógin frá 1994 endurskoðað, men spurningurin er, um ætlanirnar hesa ferð fara at føra til nakrar veruligar broytingar, ella eru tað bara føgur orð í einum faldara?
    Gestir eru: Halla Nolsøe Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og vinnumálum. 
    Vertur: Sigurjón Einarsson
    41 min
  • Breddin: Vitlíki - fyrimunir og vansar
    Vitlíki - fyri mong ljóðar tað kanska fjart, men tað er nærri, enn vit geva okkum far um. Altso, tøkni, sum kann læra og taka avgerðir.Vitlíki er heldur ikki longur bara nakað, sum tosað verður um á tøkniborgum í Silicon Valley. Tað er nú eisini skipað sum serstakt málsøki í Føroyum. Í dag hyggja vit nærri at, hvat tað í veruleikanum merkir, at reglur skulu gerast fyri at brúka vitlíki. Vit spyrja eisini, hvørjir vansar og fyrimunir eru við hesari tøknini. Og so spyrja vit, hvussu vitlíki kann fara at ávirka, hvussu vit arbeiða í framtíðini. 
    Við í sendingini: Martin Mohr Olsen, Nicolai Mohr Balle. 
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Majun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg
    48 min
  • Breddin: Støðan á bústaðarmarknaðinum
    Húsaleigan hækkar, og húsini á marknaðin gerast alsamt dýrari. Samstundis hevur almenna bústaðarfelagið boðað frá, at tey hava slept tveimum av fýra verkætlanum - bústaðarfelagið, sum er amboðið hjá samgonguni at loysa trupulleikan á bústaðarmarknaðinum. Men hvat merkir tað, og hvat kunnu vit vænta frá almenna bústaðarfelagnum í framtíðini? Tað er evnið í Breddanum í dag. Landsstýriskvinnan í bústaðarmálum og løgmaður koma í útvarpsstovuni at greiða frá, hvussu knúturin kann loysast, og ein longri samrøða er eisini við stjóran í Bústøðum, Jógvan Ósá.
    Við í sendingini: Jógvan Ósá, Margit Stórá, Aksel V. Johannesen. 
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Høgni Fagraberg.
    1 hr 3 min
  • Breddin: Støðan í Evropa eftir toppfundirnar
    Í gjár hittust amerikanski forsetin, Donald Trump, og ukrainski starvsbróðir hansara, Volodomyr Zelensky, og fleiri evropeiskir leiðarar í Washington DC, eftir at Donald Trump hitti russiska forsetan, Vladimir Putin, í Alaska fríggjadagin.
    Í sendingini í dag viðgera vit støðuna í Evropa eftir toppfundin í gjár og støðuna síðsta fríggjadag, tá ið Trump og Putin hittust at tosa um landamørk í Evropa.  Hvat eru útlitini fyri friði eftir fundin í gjár, og hvørjar avleiðingar fær tað, um tað ikki eyndast at fáa eina semju millum ukrainska og russiska forsetan?
    Gestir: Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Tór Marni Weihe, ph.d-lesandi á Setrinum og kønur í russiskum viðurskiftum.
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    46 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners