Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Tá Liljan Weihe bleiv útihýst frá samgongufundi
    Leiðslan í Tjóðveldi, vildi ikki hava Liljuna Weihe við á samgongufund, tá pensjónsmálini og málið um Suðuroyartunnilin var til triðju viðgerð í Løgtinginum.
    Hetta, tí hon frammanundan hevði boðað frá, at hon ikki ætlaði sær at atkvøða fyri pensjónsmálinum - og heldur ikki fyri málinum um Suðuroyartunnilin.
    Men er tað lagið at útihýsa einum tingfólki frá samgongufundi, og hvat er tað fyri nýggjur leiðslustílur vit síggja frá Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi?
    Rasmus Tantholdt, journalistur á danska TV2, hevur júst verið í Ukraina, og skal aftur hartil sunnudagin. Hann gevur okkum eina støðulýsing um støðuna í Ukraina.
    Gestir: Helena Dam á Neystabø, Beinta Løwe og Rasmus Tantholdt.
    Vertir: Sigurjón Einarsson og Marjun Dalsgaard.
    57 min
  • Hvussu fáa vit meira burturúr ferðavinnuni?
    Ferðavinnan á Føroyum hevur verið fyri stórum vøkstri seinastu árini, og í fjør setti ferðavinnan í Føroyum met, tí tá rakk samlaða virðið á útflutningi í vinnuni eina góða milliard krónur.
    Virðisøkingin, brutto, varð 370 milliónir krónur í 2024, samanborið við 349 milliónir í 2023.
    Men formaðurin í Búskaparráðnum heldur, at hóast íløgur eru gjørdar í ferðavinnuna seinastu árini, so er lønsemið ikki nóg gott.
    Í Breddanum spyrja vit hvussu vit fáa meira burturúr hvørjum ferðafólki - uttan at missa tað, sum ger Føroyar serligar?
    Hvussu skipa vit ferðavinnuna so landið fær sum mest burturúr?
    Sirið Stenberg og Gurðið Højgaard
    49 min
  • Breddin: Kann Evropa klára seg ímóti Russlandi uttan USA?
    Stórveldini kappast um at taka leiðsluna í heiminum.
    Kina hevur bæði handilsliga og hernaðarliga megi til at kappast við USA. Summi halda, at tað er ein orsøk til at USA við Trump á odda, sær út til at venda Evropa bakið.
    Men hvat hendir um USA ikki longur er okkara trygdarpolitiski sameindi? Hvørjar møguleikar hava evropeisku londini at finna aðrar sameindar á trygdarpolitiska økinum ?
    Og hava vit nakran kjans móti Ruslandi, um vit ikki hava USA í bakinum?
    Vit tosa millum annað við Major, phd á danska verjuakademinum, Mikkel Storm Jensen.
    29 min
  • Breddin: Eurovision politiskur víðvøllur ella friðarverkætlan
    Ársins Eurovision er júst farið aftur um bak og meðan seinastu atkvøðurnar vórðu taldar upp leygarkvøldið var stóra ivamálið um tað fór at vera Ísrael ella Eysturríki, sum fór avstað við sigrinum.
    Mótmælir hava verið móti at ísrael er við, men tá avtornaði fekk landið dyggan stuðul frá hyggjarunum.
    Eurovision byrjaði í 1956 sum ein mentanarlig friðarverkætlan og kom í kjalarvørrinum av seinna heimsbardaga.
    Ein tónleikakapping, har lond kunnu koma saman og kappast um at vera besta sangtjóðin - heldur enn at stríðast á vígvøllinum.
    Í áratíggju hevur Eurovision verið ein pallur fyri felagsskapi og inklusjón - men eisini fyri spenningi, mótmælum og øðrum umstríddum evnum.
    Í dag spyrja vit, um Eurovision framvegis er ein friðarverkætlan - ella er hon vorðin ein vígvøllur fyri virðum og geopolitikki?
    Og skulu vit boykotta lond sum Ísrael og Russland, tá teirra stjórnir bróta altjóða normar og menniskjarættindi? Ella skal tónleikurin framvegis sleppa at sameina okkum tvørtur um landamørk?
    Tað spyrja vit um í Breddanum í dag. Gestir eru Knút Háberg Eysturstein og Gunnar Nóløse
    58 min
  • Breddin: Politiska støðan, pensjón og Suðuroyartunnilin
    Í gjár fór løgtingið í summarfrí og samstundis blivu fleiri av teimum størstu málunum hjá samgonguni eisini sett í bíðistøðu.
    Pensjónsmálið hevur verið tað stóra málið hjá Framsókn, sum vil hava langtíðarhaldførið í búskapin, meðan tey ikki hava verið so øgiliga heit fyri risaverkætlanini, undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
    Sum heild ikki nakar veitsludagur í sólini í gjár - heldur høvdu tingfólk lyndi til at lúta við høvdinum.
    Men hvat merkir hetta fyri løgmann, fyri samgonguna og fyri Suðuroyartunnilin.
    Í Breddanum tosa vit við politisku viðmerkjararnR, Beintu Løwe og Inga Samuelsen um tað.
    47 min
  • Breddin: Hví skulja okur hava ein suðuroyartunnil?
    Hví skula okur hava ein suðuroyartunnil?
    Tað var heitið á fundi í Suðuroy í gjár. Breddin var við og vit spyrja millum annað, hvussu ein suðuroyartunnil fer at ávirka heilsuverkið og suðuroyar sjúkrahús.
    Vit spyrja eisini hvussu fyrimunir fyri heilsuverkið til dømis síggjast í eini kost nyttu greining, um tað ikki er beinleiðis sparingar.
    Vit tosa eisini við Inge Marie Ellendersen, sum skal eiga skjótt og má flyta til Havnar tvær vikur áðrenn.
    44 min
  • Breddin
    Trygdarpolitiska støðan er hættislig men enn er eingin tilbúgvingarætlan. Løgmálaráðið ger eina, men hon byggir á eina váðamynd, sum Arbeiðseftirlitið skal gera.
    Landsverk hevur gjørt eina trýstroynd av kostnaðarmetingini av Suðuroyartunlinum, sum PF Suðuoyartunnilin hevur gjørt. Vit tosa við Landsverk og Stjóran í PF Suðuroyartunnilin
    51 min
  • Breddin: Støðulýsing nú Norðurlandahúsið er 42 ár
    42 ár er ikki nakar rundur føðingardagur, men tá ein hevur føðingardag, so er tað eitt gott høvi at gera støðuna upp.
    Í Breddanum í dag gera vit støðuna upp, nú Norðurlandahúsið gjørdist 42 ár.
    Vit spyrja um Norðurlandahúsið kann rúma allari list og øllum tiltøkum, um innanhýsis stríð - og hvussu sær framtíðin út hjá Norðurlandahúsinum.
    Og vit spyrja eisini, hvussu framtíðin hjá stjóranum í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, sær út.
    Gestur er Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum.
    Vertur: Sigurjón Einarsson
    23 min
  • Burðardygd og sjálvbjargni í føroyskari matvøruframleiðslu
    Fyri at vera meira umhvørvisvinarlig og burðardygg, er nógv man kann gera sum einstaklingur, sum fyritøka og sum myndugleiki.
    Landsstýrið hevur sett sær fyri, at vit skulu minka um CO2-útlátið og gerast meira sjálvbjargin, tá tað snýr seg um matvørur.
    Men hvat kann man gera sum einstaklingur, kommuna og sum fyritøka fyri at verða meira umhvørvisvinarlig og burðardygg - og hvat ger landið?
    58 min
  • Breddin: Fyrstu 100 dagarnar við Trump
    Nógv er hent, nógv er blivið sagt - ja, tað hevur verið alt annað enn keðiligt at fylgt við, nú Donald Trump hevur verið forseti í 100 dagar.
    Men hvussu hevur Donald Trump klárað seg hesar fyrstu 100 dagarnar?
    Hvat hevur verið gott og hvat hevur verið minni gott? Og hvat kunnu vit vænta okkum teir næstu 100 dagarnar?
    48 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners