Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: At doyggja fyri egnari hond
    Saknur, sorg, skomm og skuldarkenslur vóru settar á pall í Norðurlandahúsinum í Februar, tá Whiteout: ein dansisýning um sorg, vitjaði í Føroyum.
    Endamálið við sýningini er at seta orð á sjálvmorð, sum vit skulu tora at tosa um, sigur koreografurin, Sarah Aviaja Hammeken, sum hevur fingið íblástur úr sínum egna lívi.
    Í dag spyrja vit, hvussu føroyska heilsuverkið megnar at lofta teimum, ið stríðast. Vit spyrja eisini, hví tað kann sýnast so trupult at tosa um tey, ið fara fyri egnari hond.
    Og so fara vit við til sýningina, Whiteout, sum viðgerð kenslurnar hjá teimum, ið eftir sita.
     
    Við í sendingini: Sarah Aviaja Hammeken, Nuka Eidesgaard, Gunnhild Persson, Elsa Patursson, Kathrina Lindenskov Holm og Tormóður Stóra. 
    Gjørt sendingina: Hallur av Rana og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    55 min
  • Breddin: Geopolitikkur og politska støðan í Grønlandi
    Við Donald Trump aftur í Hvítu húsunum er tað næstan vorðin gerandiskostur, at stórveldi hótta hvørt annað við tollkríggi.
    Samstundis hevur Trump ikki fjalt fyri, at hann hevur fingið eitt gott eyga á Grønlandi og vil ikki útiloka at brúka handisligt ella hernaðarligt vald at ognartaka oynna.
    Men í hvønn mun ávirkar tað, sum hendir á altjóða leikvøllinum føroyska búskapin?
    Grønland
    Demokraatit vann ein óvæntaðan sigur á grønlendska valinum týskvøldið. Men hvørjir flokkar samráðast nú um nýggja stjórn og hvørjar avleiðingar hevur valið longu havt?
    Sosialir trupulleikar
    -Hóast stóri meirilutin av fólkinum klárar seg væl, so eru alt ov stórir minnilutar, sum ikki gera tað. Tað sigur Steven Arnfjord, sum starvast á Universitetinum í grønlendska høvuðsstaðnum.
    Luttakarar: Sverri Justinussen og Steven Arnfjord.
    Gjørt sendingina hava Jón Brian Hvidtfeldt og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Tøkningur er Kári Annand Berg.
    39 min
  • Breddin: Grønlendsk valbumba
    Ein politisk bumba.
    Betri kann valúrslitið úr Grønlandi í nátt valla lýsast.
    Demokraatit hevur tikið øll á bóli og vunnið 30 prosent av atkvøðunum.
    Harnæst kemur Naleraq.
    Og gomlu valdsflokkarnir hava finigð ein frammaná.
    Men hvat merkir úrslitið? Hvønn týdning fær hetta fyri Ríkisfelagsskapin? Og hvør Jens-Frederik Nielsen, formaður í Demokraatit?
    Gjørt sendingina hava Jón Brian Hvidtfeldt og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Teknikari var Øssur Egholm.
    31 min
  • Breddin: Valdagur í Grønlandi
    Aftaná eitt hendingarríkt valstríð er dagurin nú her, tá grønlendski veljarin skal seta sín kross í valhølunum.
    Seks flokkar bjóða seg fram á valinum í dag, sum í stóran mun hevur verið merkt av kjakinum um framtíðina hjá Grønlandi í Ríkisfelagsskapinum - millum annað orsaka av einum áhaldandi fríggjaríið frá amerikanska forsetanum Donald Trump.
    Við í sendingini: Krissie Winberg og Mira Kleist. 
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen, Jón Brian Hvidtfeldt og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Rúni Eysturlíð.
    1 hr
  • Breddin: Grønlendska valið og landsstýrisfólkaumskiftið
    Ongantíð hevur áhugin fyri einum vali í Grønlandi verið størri enn hesa ferð. Og tað er eisini eitt óvanliga hendingaríkt valstríð. Amerikanski forsetin leggur seg út í valstríðið, DR ger nakað tað sama við einum dokumentari, sum verður tikin aftur, atkvøðuslúkurin hjá Siumut skiftir flokk í valstríðnum, og stjórnarflokkarnir gerast ósamdir.Alt botnar í stóra spurninginum: Kann og skal Grønland standa á egnum beinum? Í sendingini í dag venda vit eyguni móti Grønlandi, nú endaspurturin í valstríðnum upp undir valið týsdagin er byrjaður.
    Og Tjóðveldi hevur framt eitt stórt umskifti í landsstýrissessunum í sambandi við valið av nýggjum laandsstýrisfólki í fiskivinnumálum. Sirið Stenberg hevur traðka í karakter sum forkvinna, heldur Beinta Løwe, viðmerkjari.
    1 hr 8 min
  • Breddin: Amerikanski stuðulin til Ukraina
    USA fer fyribils at steðga við allari hernaðarligari hjálp til Ukraina. Tað vóru boðini fyrr í vikuni, men við so mongum sum kemur úr Hvítu húsinum í hesum døgum, so frættist nú, at forsetin møguliga hálsar um. Men hvat vendir upp og niður í hesum? Og hvørjar vera avleiðingarnar á hermótinum í Ukraina, um USA tekur seg úr stríðnum. Gestir: Claus Mathiesen og Mads Fuglede.  Gjørt sendingina hava Sigurjón Einarsson og Hallur av Rana, sum var redaktørur. Tøkningur er Rúni Eysturlið.
    39 min
  • Breddin: Várfrágreiðingin
    Vælferðin, sum vit kenna hana í dag, er í vanda.
    Soleiðis ljóðar sterka ávaringin í Várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum.
    Tað einasta, sum kann steðga tí, er um politisku myndugleikarnir fremja stórar bygnaðarligar broytingar.
    Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Elsa Berg, næstforkvinna í Kommunufelagnum, vitjar í útvarpsstovuni.
    Gjørt sendingina hava Sigurjón Einarson, Hallur av Rana, sum var redaktør, og Kári Annand Berg, sum var tøkningur.
    54 min
  • Breddin: Politiska støðan og snús
    Fyri aðru ferð innan eitt hálvt ár skal landsstýrið finna eitt nýtt landsstýrisfólk, eftir at løgmaður í gjár loysti Dennis Holm úr starvið sum landsstýrismann í fiskivinnumálum.
    Men hvat var tað sum hendi, tá landsstýrismaðurin brádliga mátti leggja frá sær, hvussu ávirkar hetta stevið í samgonguni og hvør kann hugsast at taka við sessinum?
    Politisku eygleiðarar viðgera støðuna
    Ung og snús
    Hóast 18 ár aldursmark á tubbaksvørum hevur ein kanning hjá Kringvarpinum avdúka, at tað er eingin trupulleiki hjá børnum og ungum undir 18 ár at keypa snús.
    Er tað lagi, at tað er so lætt at fáa hendur á snús? Skal eftirlitið herðast? Og kann sølan yvirhøvur forðast?
    Limir í rættarnevnd løgtingsins koma á gátt.
    Luttakarar: Beinta Løwe, Árni Gregersen, Sonja Klein Simonsen, Yngva Sigurðsdóttir Lamhauge, Stefan Klein Poulsen, Kristianna Winther Poulsen, Hervør Pálsdóttir og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
    Gjørt sendingina hava Hallur av Rana og Birita Matras Petersen
    Tøkningur: Kári Annand Berg
    1 hr 5 min
  • Breddin: Landsstýrismálanevndin og Dennis Holm
    Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, breyt lógina, tá hann í fjørvár gjørdi ein part av svartkjaftakvotuni til felagskvotu. Tað staðfestir landsstýrismálanevndin.
    Men sambært landsstýrismanninum var hann óvitandi um tað. Heldur tann grundgevingin? Fær málið avleiðing fyri landsstýrismannin ella embætisfólk? Ella er niðurstøðan hjá nevndini seinasta punktum í málinum?
    Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov, politiskir viðmerkjarar, vera í útvarpsstovuni.
    Luttakarar: Hans Jacob Thomsen, Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov. 
    Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur var Kári Annand Berg.
    40 min
  • Breddin: Trý ár við kríggi
    Í gjár vóru trý ár síðan, at Russland fór um tað markið, sum fyri mong var óhugsandi, og gjørdi innrás í Ukraina.
    Tá bleiv mett og vónað, at kríggið fekk ein skjótan enda, men trý ár seinni eru samanbrestir á hermótinum enn gerandiskostur.
    Meðan tey flestu okkara lesa um kríggið og síggja ræðuleikarnar í miðlunum, so eru tað nøkur her á landi, ið hava upplivað kríggið frá fyrstu røð.
    Í Breddanum í dag fortelja vit søgurnar hjá nøkrum teirra.
    Vit tosa við ukrainsk flóttafólk í Føroyum, føroyska hermannin, sum hevur stríðst í Ukraina og starvvsfólk hjá UNCHR í Ukraina.
    Luttakarar: Yullia Spiridonova, Daniil Spiridonova, Rodion Spiridonova, Bjarti Grunnveit Olsen og Sandra Strøm.
    Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen, Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur var Kári Annand Berg.
    42 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners