Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Fleiri og fleiri hava brúk fyri hjálp
    Alt fleiri hava tørv á hjálp fyri at fáa endarnar at røkka saman. Bara seinastu tvey árini er talið á teimum, sum leita sær hjálp frá mat- og klædnatænastuni hjá Reyða Krossi, vaksið úr 400 brúkarum upp í 1.400 brúkarar.
    Men er tað rætt, at fólk í neyð noyðast at venda sær til hjálparfelagsskapir í staðin fyri til landið? Hvat ger tað almenna fyri at hjálpa teimum, sum detta niðurímillum?Og hava vit yvirhøvur nakra hóming av, hvørji tey eru, sum hava tørv á hjálp?
    Í sendingini: Beinta Rubeksen, Kári Holm Johannesen, Sonja Jógvansdóttir og Sirið Stenberg.
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    31 min
  • Breddin: Sosialu miðlarnir skulu rudda upp
    Facebook, Google, TikTok og Snapchat. Talgildir pallar, sum flest allir føroyingar brúka hvønn dag til at hitta onnur, skapa vinarbond, keypa og selja, deila viðkvæmar upplýsingar, skipa fyri tiltøkum o.s.fr. Men eisini pallar, sum í stóran mun eru uttan fyri lóg- og landaskil. Eitt nýmótans wild west, har ymiskt verður framt, sum ikki tolir dagsins ljós.
    Men nú skal vend koma í. Tað skal ruddast upp - og tøknirisarnir sjálvir skulu standa fyri tí arbeiðinum. Tað er boðskapurin frá teimum norðurlendsku løgmálaráðharrunum, sum fyrr í vikuni gjørdu eina yvirlýsing um evnið. Men letur tað seg yvirhøvur gera hjá smáum londum at leggja teymar á tøknirisar? Og verða sosialir miðlar brúktir til ólógligt virksemi í Føroyum?
    Gestir: Bjarni Kárason Petersen og Heri Andreasen. 
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    27 min
  • Breddin: Politiska skipanin um fráflyting
    Fráflyting, fólkasamanseting og føroyingar við útbúgvingum uttanlands.
    Í dag er tað politiska skipanin, sum kemur til orðanna, um ávaringarnar av Exit Føroyar 2. 
    Hvørja leið skulu vit ganga, hvørjar eru politisku loysnirnar og hvussu stórur trupulleiki er hetta í roynd og veru? 
    Hetta og mangt aftrat verður millum spurningarnar, tá vit fáa vitjan av politisku flokkunum.
    Gestir eru Beinir Johannesen, Johan Dahl, Ingilín Strøm, Hervør Pálsdóttir, Hanna Jensen og Steffen Klein Poulsnen. 
    Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen og Tróndur Olsen.
    56 min
  • Breddin - Exit Føroyar 2.0
    Exit Føroyar lúrir aftur, og støðan í dag er eins og álvarslig, sum hon var í 2013 - og okkurt má gerast, alt fyri eitt, heldur stjórin í Vinnuhúsinum:
    11 ár eru liðin, síðani fyrsta heildarætlanin um fólkafráflyting sá dagsins ljós.
    Nú haldi summi av teimum, sum vóru við í arbeiðnum tá, at stundin er komin at gera ein nýggja ætlan.
    Í dag hitta vit umboð fyri Setrið, og nøkur av teimum, sum vóru við at gera heildarætlanina í 2013.
    Vit spyrja millum annað, um avbjóðingarnar framvegis eru tær somu - og hvat meira kann gerast fyri at venda gongdini.
    Gestir í sendingini eru Martin Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, Erika Hayfield, Ph.d í samfelagsvísindum og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.
    Lagt til rættis hava Birgit Carina Eliasen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur
    39 min
  • Breddin - Fólkamorð í Gasa
    Ísrael fremur fólkamorð í Gasageiranum í kjalarvørrinum av Hamas álopunum 7. oktober 2023. Tað er niðurstøðan í nýggjari frágreiðing, sum Amnesty International hevur latið úr hondum í dag.
    Hvat skal til fyri at fremja fólkamorð, hvat liggur til grunds fyri kanningini hjá Amnesty og hvørja ávirkan kann tað fáa á syndarligu støðuna í Gasa og í Ísrael?
    Gestir eru Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty Føroyar, Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og nevndarlimur í Amnesty Føroyar, og Heini í Skorini, Ph.D. í aljtóða politikki.
    Lagt til rættis hava Birgit Carina Eliasen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.
    41 min
  • Breddin - Fátakaváði
    Jólini nærkast í hvørjum, men fyri eitt vaksandi tal av okkum, tykjast jólini vera hildin í skugganum av fíggjarliga sperdum umstøðum.
    Men eru tað fleiri av okkum, sum nú eru í fátækaváða?
    Hvussu verður fátækaváðin mátaður
    og gevur tað eina rættvísandi mynd av støðuni í Føroyum í dag?
    Gestir eru Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovuni og Sonja Jógvansdóttir, samkipari hjá Samtak.
    Lagt til rættis: Birgit Carina Eliasen og Tróndur Olsen
    30 min
  • Breddin: Fráflyting og altingsval
    Ein triðingur av føroyingunum, sum búgva í Danmark, hava útbúgving á heilsu- og umsorgarnarøkinum. 258 eru útbúgvin innan barnaansing ella ungdómstilboð, harav størsti parturin av teimum eru námsfrøðingar.
    Og hetta eru júst nakrar av teimum starvsfólkunum, sum vit mangla í Føroyum. 
    Vit tosa vit Sannu á Løgmansbø, forkvinnu í Føroya Pedagogfelag. 
    og líkt er til, at íslendingar fara til vinstru, tá teir í morgin fara í valhølini til Altingsval.
    Tað er ymiskt hvat veljarkanningarnar siga um úrslitið, men líkt er til, at Samfylkingin verður størstur flokkur. 
    Vit tosa við Hannu í Horni, sendikvinna Føroya í Íslandi.
    Gestir: Sanna á Løgmansbø og Hanna í Horni.
    Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana
    27 min
  • Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
    Fimti hvør føroyingar í hvørjum ættarliði flytur av landinum og kemur ikki heimaftur. Tað staðfesta tøl hjá Hagstovuni. Men tað er ikki nýtt, at Føroyar stríðast við at halda upp á fólk og fáa tey heimaftur.
    Í Breddanum í dag hyggja vit at fráflyting í einum søguligum høpi og spyrja, hvat hendi við arbeiðinum eftir Exit Føroyar-kjakið í 00'unum. 
    Gestir: Lív Arge Simonsen, Høgni Hoydal og Heri á Rógvi.
    Gjørt sendingina: Elin Mirjamsdóttir, Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    48 min
  • Breddin: Sálarligur harðskapur og fráflyting
    Alsamt fleiri søkja sær hjálp í Kvinnuhúsinum í sambandi við sálarligan harðskap. Longu 1. oktobur í ár vóru 20 prosent fleiri áheitanir komnar, enn alt árið í fjør.
    Kortini er sálarligur harðskapur ikki revsiverdur í Føroyum, men tað skal eftir ætlan broyast næsta ár.
    Búfestið
    Meðan føroyingar í hópatali flyta úr Føroyum og ongantíð koma heimaftur, er støðan øðrvísi í Ìslandi. Hvat kunnu vit læra av grannunum fyri vestan?
    Luttakarar: Birita Skov Christensen, Ruth Apol Mortensen, Susanne Maria Lamhauge, Óluva í Gong og Kári Holm Johannesen.
    Gjørt sendinga: Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Rúni Eysturlíð.
    34 min
  • Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
    Hvat skal henda við landsstýrismálanevndini? Tann spurningurin stendur eftir, nú málið um Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinnu, er avgreitt.
    Landsstýrismálanevndin kom rættiliga í eldin, tá tað frættist, at ein fyribils niðurstøða hjá nevndini segði, at landsstýriskvinnan tilvitað hevði sagt ósatt fyri tinginum. Síðani broytti ein meiriluti í nevndini hugsan og vildi hava kanningarstjóra settan. Málið endaði sum kunnugt við einum misáliti á landsstýriskvinnuna, sum legði frá sær, tá hon staðfesti, at tað fór at verða samtykt.Men hvat skal henda við landsstýrismálanevndini nú?
    Í løtuni liggur ein kæra í nevndini um Dennis Holm, landsstýrismann, tí hann hevur býtt svartkjaft út sum felagskvotu. Hvussu skal landsstýrismálanevndin arbeiða, og skulu vit yvirhøvur hava eina landsstýrismálanevnd?
    Tað spyrja vit um í sendingini í dag.
    Luttakarar: Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini og Kristina Samuelsen, løgfrøðingur. 
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    32 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners