Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Ung fara av landinum at lesa
    Tað er ikki nakað nýtt at ungdómurin fer at landinum at lesa. Kortini er tað aftur komið á Breddan, nú nýggj tøl frá Hægri Námi vísa, at bara fimti hvør næmingur í 3. g, ætlar at útbúgva seg víðari í Føroyum.
    Bæði Hagstovan og Fróskaparsetrið hava áður víst á líknandi rák og at vit missa 20 prosent av hvørjum árgangi. Í Breddanum tosa við vit nøkur av teimum ungu, sum ætla sær uttanlands at lesa.
    Vit spyrja eisini, hví tey velja onnur lond fram um Føroyar - og um miðnámsskúlarnir gera nakað fyri at venda hesari gongdini.
    Vit tosa við miðnámsnæmingarnar, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Bjørt Sámalsdóttir, Eyð á Reynatúgvu og Jóhonnu Súnadóttir Pedersen sum ganga í 3. g og allar ætla sær av landinum.
    Lestrarvegleiðararnir, Rannvá Holm Poulsen og Rúna Jakobsen vitja útvarpsstovuna
    43 min
  • Breddin: Nýggj integratiónslóg
    Nú er hon her. Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur lagt uppskot um integratiónslóg fyri tingið. Lógin skal skilmarka krøv og rættindi hjá teimum, sum flyta til Føroya úr øðrum londum. Nýggj integratiónslóg og nýggj útlendingalóg skuldu upprunaliga fylgja við, tá avtalan um fast-track var gjørd í 2021. Trý ár seinni er integratiónslógin komin, men tað ganga væntandi tvey ár aftrat, áðrenn útlendingalógin kemur. Hvørjar trupulleikar loysir lógin, og hvørjir trupulleikar vera framvegis óloystir?
    Gestir: David Im, Torbjørn Jacobsen, Fía Lindenskov og Bjarni Kárason Petersen.
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annad Berg.
    53 min
  • Breddin: Borgarstjórar og kvinnur í politikki
    Hvat skal til fyri at vera ein góður borgarstjóri? Hvussu ber tað til, at summir borgarstjórar verða afturvaldir ferð eftir ferð, og kann ein borgarstjóri sita ov leingi?
    Vit hava tosað við tveir fyrrverandi borgarstjórar um, hvat krevst av leiklutinum sum borgarstjóri.
    Og
    Søguligur møguleiki fyri javnstøðu í føroyskum kommununalpolitikki var í eygsjón til kommunuvalið hesa ferð, tí ongantíð áður hava so nógvar kvinnur bjóðað seg fram.
    Kortini eydnaðist ikki at røkka minstamarkinum fyri javnstøðu á kommunuvalinum í ár. .
    Gestir: Eyðdis Hartmann Niclasen, Johan Christiansen, Niels Uni Dam
    Gjørt sendingina hava Emil Lisberg Jacobsen, Katrin Johannessen og Krista Johnsdóttir Kreutzmann.
    51 min
  • Breddin: Politiska telvingin eftir kommunuvalið
    Valhølini vóru ikki meira enn latin aftur týskvøldið, áðrenn politiska telvingin fór í gongd í ítróttahøllum og fundarhølum kring alt landið. 
    Semjur eru gjørdur í millum annað Havn, Klaksvík og Vági, men enn verður telvað. 
    Í sendingin í dag ferðast vit víða um og lodda dýpið úti í kommununum saman við viðmerkjarum og fólkavaldum. 
    Og í útvarpsstovuni fáa vit eisini vitjan av Elsu Berg, sum 1. januar tekur við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. 
    Gestir: Elsa Berg, Eirikur Lindenskov, Jóhann Lutzen, Jógvan í Skorini og Eyðstein Zachariasen.
    Gjørt sendingina hava Hallur av Rana, Tróndur Olsen og Krista Johnsdóttir Kreutzmann.
    1 hr
  • Breddin: Suðuroyartunnil, nýtt landsstýrisfólk og samráðingar
    Javnaðarflokkurin kunngerð í dag hvør tekur sæti í landsstýrinum fyri Ingilín D. Strøm. Og sum Kringvarpið skilur merkir tað, at ein lítil flyting verður gjørd í landsstýrinum. 
    Vit viðgera støðuna við Beintu Løwe, politiskum eygleiðara.
    Vit fylgja eisini støðuni á almenna arbeiðsmarknaðinum, nú tveir tímar eru eftir til at Starvsfelagið og alemmu arbeiðsgevararnir skulu taka støðu til eitt semingsuppskot. 
    Suðuroyartunnilin verður eitt stórt stig nærri at gerast veruleiki, tá allir flokkar á tingi í dag skriva undir eitt semjuskjal um at gera tunnilin. 
    Tíðindafundur verður klokkan hálvgum ellivu í tinganesi.
    Samstundis ávarðar búskaparráðið ímóti, at skunda verkætlanina í gongd.
    Í Breddanum í dag tosa vit eisini við Bent Flyvbjerg, professara a Oxford, sum hevur granskað í stórum verkætlanum í ein mansaldur - um hví tær ganga væl og hví tær ganga galið.
    Gjørt sendingina hava Marjun Dalsgaard og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Tøkningur er Kári Annand Berg
    1 hr 4 min
  • Breddin: Tøkugjald og Trump
    Tvær milliónir krónur um mánaðin.
    Tað er tað, sum landskassin hevur fingið inn í tøkugjøldum seinastu mánaðirnar. Og nú ætlar samgongan enn eina ferð at broyta gjaldið - men hvat fer tað at merkja? 
    Vit tosa við Hans Ellefsen, búskaparfrøðing, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og í útvarpsstovuni vitjar Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. 
    Trump aftur við valdið
    Donald J. Trump er aftur í hvítu húsunum. 
    Tað gjørdist greitt gjáramorgunin, tá hann vann ella hevði munandi leiðslu í øllum sveiggjstatunum. 
    Í skrivandi løtu hevur Donald Trump 295 valfólk og Kamala Harris 226. 
    Tá skal leggjast aftrat, at Trump eftir øllum at døma eisini vinnur Nevada og Arizona, har tað enn verður talt. Um so er, so fær hann 17 valfólk aftrat og vinnur vailð við 312 valfólkum, sum er fleiri enn tá hann vann í 2016.
    Erik Løksagarð, stjórnmálafrøðingur, vitjar útvarpsstovuna.
    Gjørt sendingina hava Marjun Dalsgaard og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Tøkningur var Kári Annand Berg
    1 hr 8 min
  • Breddin: Val í USA og Tjóðveldi
    Valhølini í USA lata í dag upp eftir tað dýrasta og kanska mest merkisverda forsetavalstríð nakrantíð.
    Vit tosa við politiskar eygleiðarar um støðuna.
    Tjóðveldi
    Tjóðveldi vil burtur frá cafe latte segmentinum - men hvat er flokkurin sprottin úr? OG hvar fer hann?
    Vit tosa við søgufrøðing og nýggju kvinnuna á brúnni.
    1 hr 27 min
  • Breddin: Norðurlandaráðið og amerikanska forsetavalið
    Føroyar og Grønland vilja hava sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, men um tað verður veruleiki, vita vit ikki fyrr enn í fyrsta lagi í 2026. Tað gjørdist greitt eftir ársfundin í Reykjavík, sum var í vikuni. Í dag spyrja vit, hvønn leiklut Føroyar hava í Norðurlandaráðnum. Tveir fyrrverandi løgmenn, Kaj Leo Holm Johannesen og Jóannes Eidesgaard, koma í útvarpsstovuna.
    Amerikanska forsetavalið
    Um fýra dagar verður avgjørt, um tað verður Kamala Harris ella Donald Trump, sum verður forseti í USA. Seinni í sendingini tosa vit við stjórnmálafrøðing um amerikanska valið.
    Gestir: Kaj Leo Holm Johannesen, Jóannes Eidesgaard og Regin Berg.
    Gjørt sendingina hava Emil Lisberg Jacobsen, Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Tøkningur var Kári Annand Berg.
    50 min
  • Breddin: Forkvinnuval í Tjóðveldi og Norðurlandaráðið
    Tjóðveldi skal hava nýggja forkvinnu og valið stendur millum tvær av royndastu politikarunum í flokkinum. Bjørt Samuelsen ella Sirið Stenberg kann leygardagin kalla seg forkvinna. 
    Men hvørjar eru tær báðar, sum nú kappast um forkvinnusessin í Tjóðveldinum?
    Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, greinar støðuna.
    Føroyar og Norðurlond
    Norðurlandaráðið hevur í morgun roynt at loyst knútin viðvíkjandi sjálvstøðugum limaskapi til Føroyar, Grønland og Áland.
    John Johannessen var staddur í Reykjavík. 
    Gjørt sendingina hava Emil Lisberg Jacobsen og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Teknikari var Øssur Egholm.
    38 min
  • Breddin: Politiska støðan
    Aftaná eina hendingaríka viku har fyrst Ingilín D. Strøm mátti leggja frá sær sum landsstýriskvinna, áðrenn Høgni Hoydal legði frá sær sum formaður í Tjóðveldi eftir 24 ár í sessinum, er nøkulunda friður í politiska landslagnum,
    Nú verður bíðað eftir hvør verður næsta forfólk í Tjóðveldi.
    Freistin hjá økisfeløgunum at koma við uppskotum er úti á midnátt. 
    Men hvørji eru boðini at lyfta arvin eftir Høgna Hoydal? Hvør fer í sessin hjá Ingilín D. Strøm í Umhvørvismálaráðnum? Og hvørja ávirkan hevur alt hetta á samgongusamstarvið.
    Tað eru nakrir av spurningunum, sum vit viðgera við politisku eygleiðarum.
    Gestir: Beinta Løwe og Ingi Samuelsen.
    Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Tøkningur var Rúni Eysturlíð.
    41 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners