Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Rúsevni og politiska støðan
    Í gjár legði Ingilín D. Strøm frá sær sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum. Tað gjørdi hon, tá tað var greitt, at tveir samgongufelagar í Tjóðveldi fóru at atkvøða fyri uppskotinum um misálit. Í sendingini tosa vit við Liljuna Weihe og Erling Eidesgaard.
    Rúsevni
    Rúsevni floyma inn í landið sum ongantíð fyrr. Tað staðfestir Heri Andreassen, varapolitiinspektørur og leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, í sambandi við enn eitt rúsevnismál. Politiið og tollvaldið hava seinastu tvey árini funnið metstórar nøgdir av rúsevnum. Í sama tíðarskeiði hevur ein heildarætlan við 58 tilmælum um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu ligið mest sum órørd. Í dag spyrja vit um vaksandi nýtsluna av rúsevnum, hvussu vit megna at lofta hesum trupulleikanum, og hvat kann gerast frameftir.
    Gestir: Leivur á Lakjuni, Magni Højgaard, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard.
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    1 hr 15 min
  • Breddin: Misálit á Ingilín D. Strøm og málið í landsstýrismálanevndini
    Ingilín D. Strøm var kærd til landsstýrismálanevndina í mai, eftir at hon í tinginum hevði sagt, at hon hevði ikki fingið ábendingar um, at Húsalánsgrunnurin hevði trupulleikar við langtíðarhaldførinum.
    Landsstýrismálanevndin kom fyrst fram til, at løgtingskvinnan hevði sagt ósatt - men broytti síðani meining og ein meiriluti í nevndini - samgongulimirnir Hanna Jensen og Hans Jacob Thomsen, endaðu við heita á løgtingsforkvinnuna um at seta kanningarstjóra.
    Bárður á Steig Nielsen helt fast við sína niðurstøðu, sum minniluti í nevndini.
    Tað vil andstøðan ikki góðtaka, og tí leggur hon misálit fyri tingið.
    Nú kæran er avgreidd eru øll skjøl almen - Breddin lýsir málið og politiskir viðmerkjarar eru i útvarpsstovuni.
    43 min
  • Breddin: Landsstýrismálanevndin og Ingilín Strøm
    Landstýrismálanevndin hevur í dag verið á fundi um kæruna um Ingilín D Strøm, sum Jacob Vestergaard, hevur sent nevndini.
     
    Í Landsstyrismálanevndini eru Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og formaður í nevndini, Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn og Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
     
    Sostatt hevur samgongan meirilutan í nevndini, sum kom fram til einmælt, at landsstýriskvinnan hevði sagt ósatt fyri tinginum.
     
    Niðurstøðan var send til hoyringar hjá landsstýriskvinnuni, sum bað um longda freist at svara - hon fekk 2 vikur til tað. Á 36 síðum greiðir Ingilín Didriksen Strøm frá, hví niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini byggir á skeivt grundarlag.
     
    Hon skrivar millum annað, at hon á ongan hátt metir seg tilætlað ella av grovum ósketni at hava givið løgtinginum skeivar upplýsingar. At landstýrismálanevndin skal prógva at landsstýriskvinnan tilvitað hevur sagt ósatt og ikki umvent og at hon ikki bara hevur tikið støðu útfrá frágreiðingini hjá landsgrannskoðanini, men eisini útfrá, hvat hon sum landsstýriskvinna veit um málið.
     
    Málið byrjaði tá tingið viðgjørdi uppskotið hjá Ingilín Strøm um at hækka lániloftið hjá Bústøðum við 350 milliónum, so felagið kundi fara undir nýggjar byggiverkætlanir.
     
    Undir viðgerðini kom fram, at løgtingsgranskoðarirnir hava biðið landsgranskoðanina svara nøkrum spurningum um Bústaðir, og at tann frágreiðingin vísir á fleiri trupulleikar við Bústøðum - millum annað hvussu Bústaðir fíggjar sítt virksemi og framtíðar viðlíkahald og nýbyggingar.
    Men hvussu ávirkar tað skipanina, at spurningur verður settur við niðurstøðuna hjá einari samdari landsstýrismálanevnd, sum hevur granskað málið við hjálp av stovnum undir løgtinginum? Tað umrøða Beinta Løwe og àrni Gregersen, politiskir viðmerkjarar millum annað í sendingini.
    41 min
  • Breddin: Suðuroyartunnilin og amerikanska valið
    Enn ein váðameting er gjørd av Suðuroyartunlinum. Tað er fjórða í røðini og hon staðfestir at nógv viðurskifti eiga at vera kanna betur.
    - Stjórin í Tunnilsfelagnum kemur í útvarpsstovuna.
    Amerikanska valið
    Um 18 dagar verður avjørt, hvør fær lyklarnar til Hvítu húsini í Washington, Kamala Harris ella Donald Trump. Vit tosa við Erik Løksagarð Absalonsen um amerikanska valið.
    1 hr
  • Breddin: Aktivisma
    Hví brúka nøkur tíð og orku uppá politisk mál, sum tey onga beinleiðis ávirkan hava á - og nær flytir aktivisma nakað?
    Á Breddanum í dag tosa vit við fólk, sum hava brúkt - ella brúka ein stóra part av síni tíð til at arbeiða fyri eini søk, hóast tað til tíðir kann tykjast vónleyst at flyta nakað sum helst.
    Í Breddanum tosa vit við Elisu Vang, sum hvørt mánakvøld fylkist við 20-30 øðrum samsintum í samhuga við Palestina. Vit tosa við Eilar Fagraklett, sum var ein av stovnarunum av LGBT+ í Føroyum og við Ruth Norgerð, fyrrverandi forkvinnu í Provita - felagsskapir sum á hvør sín hátt hava arbeitt miðvíst á virðispolitiska økinum í føroyska samfelagnum.
    1 hr
  • Breddin: Ísrael og Palestina eitt ár eftir 7. oktober
    Meira enn eitt ár er nú fráliðið síðani ógvusliga álopið á Ísrael, har Hamas drap út móti 1.200 fólk og tók 250 við til Gasa, sum gíðslar.
    Sum kunnugt svaraði Ísrael aftur, og síðani er stríðið bara harðnað og hevur breitt seg til fleiri lond í Miðeystri.
     
    Minst 3.000 ísraelar eru deyðir - 1.200 sivil og upp móti 800 hermenn, og enn eru 115 ikki komin afturíaftur, eftir at tey vóru tikin inn í Gasa tann 7. oktober í fjør.
     
    Á hinari síðuni verður talið hildið at vera farið uppum tey 40.000 - tveir triðjingar eru kvinnur og børn.
     
    Ber til at steðga stríðnum sum tykist breiða seg og mennast í hvørjum? Hvat verða langtíðar avleiðingarnar av tí stríðnum, sum hevur varðað í yir eitt ár nú? Og hvat eru útlitini fyri at knúturin í Miðeystri loysnar og ein langtíðarloysn fæst?
     
    Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og Hanus Kamban, rithøvundur umrøða millum annað hesi viðurskifti í Breddanum.
    1 hr 1 min
  • Breddin: Polarisering
    Heimurin verður alsamt meira polariseraður, men tað er ikki bara úti í heimi, at mótsetningarnir eru vorðnir størri. Tað sama sær út til at gera seg galdandi í Føroyum.
    I dag spyrja vit, um vit veruliga eru so langt frá hvørjum øðrum, hvat tað er, sum skilir okkum, og um tað er ein trupulleiki, at vit eru so ósamd?
    Gestir: Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, Súsanna Olsen, stjórnmálafrøðingur.
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    52 min
  • Breddin: Herdar reglur fyri at fáa tillagað starv og sparingar
    Tað verður torføri at fáa tillagað starv, um tú hevur skerdan arbeiðsførleika.
    Løgtingið fer í dag at viðgera eitt lógaruppskot, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt fram, um at herða reglunar fyri, nær lønarískoyti kann veitast.
    Orsøkin til lógarbroytingina er, at útreiðsluvøksturin skal tálmast, skrivar landsstýriskvinnan í lógaruppskotinum.
    Endamálið við skipanini er at hjálpa fólki at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, men hvussu nógv verður spart?
    Og er vandi ikki fyri, at fólk detta í eina aðra almenna skipan uttan tilknýti til arbeiðsmarknaðin? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.
    Gestir í sendingini: Johan Dahl, Árni Skaale og Liljan Weihe, limir í løgtingsins trivnaðarnevnd, og Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini. 
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    42 min
  • Breddin: Suðuroyartunnilin, Tunnilsfelagið og Landsverk
    Landsverk er farið út um sínar heimildir, tá stovnurin hevur biðið um eina trygdarmeting av loysnini hjá Tunnilsfelagnum.
    Tað heldur Bjarni Hammer, sum sigur, at Landsverk ikki skal blanda seg uppí fyrireikingararbeiðið til Suðuroyartunnilin yvirhøvur
    Hann hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni fyrispurning - millum annað um, hvat kanningin hevur kostað, tí hann heldur at pengarnir eru brúktir í heimildarloysi.
    Landsverk er vegamyndugleiki og skal sjálvandi kanna, hvat er galdandi, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í Samferðsumálum.
    Men hvat snýr ósemjan seg um millum Tunnilsfelagið og Landsverk seg um? Tað er á Breddanum í dag.
    29 min
  • Breddin: KT-trygd og teldusníkar
    Fyri hálvari aðru viku síðani var næststørsta kommuna í landinum fyri umfatandi álopi á KT-skipanina - eitt álop sum vit enn ikki vita avleiðingarnar av - vit vita bara at ókendir teldusníkar hava lagt hald allar persónsviðkvæmar upplýsingar hjá borgarum í Klaksvíkar Kommunu.
    Men er KT-álop nakað vit skulu venja okkum við? Og hvussu verja vit okkum móti álopum frá teldusníkum? 
    Tað er á Breddanum í dag. 
    Í sendingini tosa vit við Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, Høgna Hoydal, landsstýrismann í vinnumálum, Birgir av Steinum, deildarstjóra í KT landsins og Eyðun E Jacobsen, ráðgevi í KT-fyritøkuni Klintra.
    51 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners