Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Slit í sáttmálasamráðingum og búskaparfrágreiðingin
    Semingsstovnurin hevur givið skarvin yvir í semingsroyndini millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um maskinmeistararnar hjá SEV og IRF.
    Men enn er ógreitt, um verkfall ella verkfall verður lýst.
    Arbeiðstíðarreglur tykjast at vera høvuðsraðfestingin hjá Maskinmeistarafelagnum, men hvat snúgva hesar reglur seg um, og hví hava tær so stóran týdning hjá maskinmeistarunum?
    Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Anita Fuglø, leiðari í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, vóru í útvarpsstovuni.
    Røringur er komin í politisku skipanina, eftir at Búskaparráðið fyrr í vikuni legði heystfrágreiðingina fram.
    Árni Gregersen og Beinta Løwe, politiskir eygleiðarar, komu í útvarpsstovuna at viðgera politisku støðuna.
     
    Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur
    Tøkningur: Kári Annand Berg
    1 hr 2 min
  • Breddin: Fiskavirkisskipanin og russisk álop á Ukraina
    Enn eina ferð mælir Búskaparráðið til at taka fiskavirkisskipanina av.
    Í sendingini hyggja vit nærri at umstríddu skipanini og broytingunum, sum ætlanin er at fremja.
    Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, var í útvarpsstovuni.
    Kríggið í Ukraina harðnar. Í gjár lupu russar á býin Lviv, og fyrradagin framdu russar eitt tað ógvusligasta álopið higartil í krígnum móti býnum Poltava.
    Vit tosa við Claus Borg Reinholt, tíðindamann hjá donsku sjónvarpsstøðini TV2.
    Gestir: Eyðfinnur Jacobsen og Claus Borg Reinholt
    Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur
    Tøkningur: Kári Annand Berg
    40 min
  • Breddin: Heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum
    Hálv milliard krónur í halli í ár.
    Tað var kaldi veruleikin, sum Búskaparráðið borðreiddi við í gjár, tá heystfrágreiðingin var løgd fram.
    Og støðan í føroyska búskapinum fær eisini landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum at øtast.
    Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, verður í útvarpsstovuni.
    Í sendingini verður eisini orðaskifti millum samgongu- og andstøðulimir í fíggjarnevndini.
    Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, og Eirikur í Jákupsstovu umboða samgonguna, og Beinir Johannesen og Steffan Klein Poulsen umboða andstøðuna.
    Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Rúni Eysturlíð
    53 min
  • Breddin: Vakmyndatól og kvinnufráflyting
    Vakmyndatól eru í andsøgn við okkara privatlív, siga summi, men hvønn týdning hevur tað at verða eygleidd, ella at sleppa undan tí? Og er privatlív meira vert, enn at forða fyri brotsverkum? Vit taka etisku mørkini til viðgerðar í sendingini.
    Fráflyting
    Ov nógv ung, men serliga ungar kvinnur, flyta uttanlands í lestarørindum. - Vit mugu leggja nógv meira orku í at gera samfelagið áhugavert hjá ungum kvinnum, heldur Erika Hayfield, granskari á Fróðskaparsetrinum.
    Gestir: Jógvan D. Hansen, Regin Berg og Erika Hayfield. 
    Gjørt sendingina: Katrin Petersen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur. 
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    50 min
  • Breddin: Gerðarrættur viðger trætu um WTO-limaskap
    Málið um føroyskan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO skal nú fyri ein gerðarrætt.
    Tað gjørdist greitt eftir tíðindafundin við teimum trimum stjónarleiðaranum í ríkisfelagsskapinum, sum var í vikuni.
    Serliga nevndin, sum skal taka avgerð í málinum, verður sett eftir grein 6 í heimastýrislógini, og hetta er fyrstu ferð, at henda lógarheimild verður brúkt.
    Hvat er hetta fyri nevnd, hvat snýr ósemjan seg um, og nær kann væntast, at ein niðurstøða kemur. 
    Gestir: Christian Andreasen og Niels Winther. 
    Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Katrin Petersen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    38 min
  • Breddin: Bíðilisti til útgreining fyri ADHD
    576 fólk yvir 18 ár bíða eftir at vera útgreinað fyri ADHD. Vit spyrja, um bíðitíðin veruliga er so lang sum forkvinnan í ADHD felagnum vil vera við, hvørjar avleiðingar tað hevur at vera í bíðistøðu, hví hesin listin er so langur - og hvat verður gjørt fyri at stytta hann.
    Gestir: Bjørg Dam, Gunnhild Perssson og Tórmóður Stórá
    Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur
    Tøkningur: Høgni Fagraberg
    50 min
  • Breddin - Arbeiðsmarknaðarkanning
    Hvussu trívast føroyingar á arbeiðsmarknaðinum?
    Ein føroysk granskingarverkætlan hevur kannað arbeiðsumhvørvi, heilsu og trivnað hjá arbeiðstakarum í Føroyum, og kanningin vísir millum annað, at arbeiðsfólk eru í vanda fyri at verða hótt ella upplivað aðra neiliga atferð, meðan tey eru til arbeiðis.
    Vit tosa við Anniku Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðing, sum hevur verið við at gera kanningina, og Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, er gestur í útvarpsstovuni.
    Gjørt sendingina hava Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.
    35 min
  • Breddin - USA og Ukraina
    Flokstingið hjá amerikonsku demokratunum er í hesum døgum, og Kamala Harris verður nú formliga vald sum forsetavalevni. Men hvønn politikk hava amerikananarnir - og vit - í væntu, um hon verður vald um 5. november?
    Vit tosa við Lotte Mejlhede, tíðindakvinnu, sum er stødd á flokstinginum hjá Demokratunum í Chicago, umframt at Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og Hallur av Rana, tíðindamaður og redakøtur í KVF, eru gestir í útvarpsstovuni.
    Seinastu vikurnar hevur kríggi í Ukraina tikið eina vend. Nú eru tað ukrainskar herdeildir inni í Russlandi. Men hvussu er støðan har og hvat er støðan í ukraina í dag?
    Vit tosa við Claus Borg Reinholdt, tíðindamaðnn hjá TV2, sum seinastu dagarnar hevur verið nær hermótinum í eysturukraina.
    Lagt til rættis: Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.
    53 min
  • Breddin - Serflokkar í fólkaskúlanum
    Skúlaárið er nú byrjað aftur, og enn eina ferð fara metnógv børn í serflokkar. Talið hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, men bara síðani 2019 eru nú tvífalt so nógv sum ganga í serflokkum.
    Men hví passa karmarnir í fólkaskúlanum ikki til eitt vaksandi tal av næmingum?
    Duga vit betur at nágreina verandi avbjóðingar, ella eru nýggir trupulleikar, sum gera seg galdandi?
    Gestir í útvarpsstovuni: Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi á Námi, og Johan Marner Stenberg, leiðari á Gula skúla.
     
    Lagt til rættis: Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.
    57 min
  • Breddin: Bústaðarmarknaður á bygd
    Føroyski bústaðarmarknaðurin er stirvin - tað er ringt at finna nakað at búgva í, um tú vil búseta teg á bygd, og enn verri at fáa lán til at byggja eini hús fyri, um tey eru uttanfyri miðstaðarøkið.
    Hvat skal til fyri at fáa lán til hús uttanfyri Havnina? Og skulu politisk átøk gerast fyri at gera tað lættari at búseta seg á bygd?
    Vit tosa við Borgarstjóran í Vestmanna, Bjørg á Rógvi og Gerhard Lognberg, borgarstjóra í Skopun.
    Brian Smedemark, ráðgeva í Bank Nordi og Káru á Dunga, stjóra í Betri Heim.
    36 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners