Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Val í Fraklandi í ótíð
    Val verður í Fraklandi í ótíð
    Emmanuel Macron, forseti, skrivaði út val, tá tað var greitt, at høgrivongurin vann stórsigur á ES-valinum.
    Londini í ES valdu síni umboð í ES-tingið frá 6. til 9. juni.
    Val gav flokkinum hjá Marine Le Pen yvir 30 prosent av atkvøðunum, meðan flokkurin hjá franska forsetanum Emmanuel Macron einans fekk 15 prosent.
    Tí vil forsetin hava hava fraklendingar at velja nýtt ting í ótíð. Men hvat hendir, um Macron tapir?
     
    Gestur: Róland í Skorini
    Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Marjun Dalsgaard, sum var redaktørur
    Tøkningur: Kári Annand Berg
    52 min
  • Breddin: Eru elbilar grønir?
    Yvir 2000 el-bilar eru skrásettir sum persónbilar í Føroyum.
    Tað svarar til 7 prosent av persónbilunum, og líkt er til, at áhugin fyri elbilum er vaksandi.
    Haraftrat eru elbilar avgerandi fyri grøna orkuskifti, og tí vilja myndugleikarnir gjarna hava, at fólk fáa sær el-bil.
    Men meðan talið av elbilum veksur, er enn ikki greitt, hvussu teir skulu burturbeinast á Kommunalu Brennistøðini í Havn, har allir elbilar verða tiknir inn.
    Haraftrat er orkan, sum el-bilar brúka ikki altíð grøn men eisini svørt, tí streymurin verður gjørdur við olju.
    Eitt er samlaða Co2 roknistykkið, tá framleiðslan og burturbeining av bilinum verður tikin við - men hvussu við streyminum, sum til tíðir verður framleiddur við tungolju?
    Breddin varpar ljós á mannagongdirnar fyri burturbeingin av battaríunum í Føroyum og orkuna, sum ikki altíð er grøn.
    Í sendingini tosa vit við Beintu Højgaard Thomsen á Kommunalu Brennistøðini, Kára Mortensen, ORKA, Umhvørvisstovan, Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, VERND, Umhvørvsstovan, Ásfinn Sigvardsen, stjóri, Bilasølan, Hákun Djurhuus, stjóri, SEV og Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í Umhvørvismálum.
    52 min
  • Breddin:Útlendinga- og integratiónslóg og ES val
    10 av 17 næmingum, sum ganga í skúla í Føroyum, men hava útlendskt persónstal, fingu ikki 9. flokks prógv saman við javnaldrunum í fjør.
    Tað eru børn, sum eru her við foreldrum, sum eru komin fyri at arbeiða, ella tað kann vera talan um børn, sum eru komin við einum foreldri, sum hevur fingið føroyskan maka.
    Er tilgongdin av útlendingum so stór, at vit ikki klára fylgja við? og hvørji krøv skulu vit seta til tey, ið koma hendan vegin at arbeiða.
    Tað spyrja vit landsstýrismannin sum umsitir fast track skipanina, Integratiónslógina og útlendingalógina um í Breddanum í dag.
    ES-val
    Val til ES er í hesum døgum . ES-borgarar vilja hava broyting í - Tað er ov trupult at finna bústað, at finna gott arbeiði og at fáa almennar tænastur so sum góða heilsutænastur, ljóðar úr fleiri ES-londum.
    Samstundis vilja nógv minka um talið av fólki, sum koma til ES úr øðrum londum, og vilja hava ein annan politikk á umhvørvis- og orkuøkinum.
    Og tí sær út til at valið til ES-tingið, sum gongur fyri seg í hesum døgum, fer at merkja eina samlaða snaring til høgru. Í Breddanum tosa vit við sendikvinnuna í Bruxelles.
    46 min
  • Breddin: Elians Sonur og journalistisk kriteriur
    Elians Sonur er poddvarpsrøð, sum hevur ligið á heimasíðuni hjá kringvarpinum í nakrar vikur.
    Í síðstu viku var Elians Sonur sent sum útvarp, og tá kyknaði kjak um sendingina sum er hugleiðingar hjá einum sørvingi, um vanliga arbeiðir sum bilmekanikari.
    Sambært Kim Simonsen, rithøvunda og phd eru tankarnir og argumentatiónin hjá sørvinginum meinlíkir vanlig ástøði um samansvørjingar, har staturin og miðlarnir verða sæddir sum eitt ósjónligt vald við einum vilja til at dylja sanleikan fyri borgaranum.
    Er tað rætt, at tað eru ávís sjónarmið, sum ikki rúmast í kringvarpinum? Eru onnur krøv til kringvarpið enn aðrar miðlar í so máta? Og ber til at leggja øll journalistisk amboð og ábyrgd fyri innihaldinum frá sær, tá talan er um poddvarp og ikki vanligt útvarp?
    Millum annað tað spyrja vit journalistarnar Øssur Winthereig og Finn Koba um.
    1 hr
  • Breddin: Verkfallið herðist
    Í gjár skrædnaði millum partarnar og royndinar hjá semingsmanninum at finna eina semju millum arbeiðarar og arbeiðsgevararnar á privata arbeiðsmarknaðinum kollsilgdu.
    Eftir 15 dagar í verkfalli helt semingsmaðurin, at ein møguleiki var fyri at finna semju, men áðrenn tey komu í gongd, fóru partarnir hvør til sítt.
    Í tíðindunum á náttura í gjár, segði Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá arbeiðarunum, at nú herða tey verkfallið, og í morgun savnaðust limir hjá arbeiðarafeløgunum í verkfalli og onnur, sum eru verkfalsvaktir, inni á Hjalla, frammanfyri hjá báðum byggifyritøkunum: Articon og J&K Petersen.
    Hvat merkir tað fyri verkfallið at semingsroyndin kollsilgdi? Hvørja ávirkan hevur tað, at arbeiðarirnir ikki fáa stuðul frá handverkarafeløgunum? Og hvussu ávikar tað, at nógv ikki eru limir í nøkrum arbeiðstakarafelagi?
    Tað spyrja vit millum annað Ingeborg Winther fyrrverandi forkvinnu fyri Føroya Arbeiðarafelag og Eirik Lindenskov, blaðstjóra, um í Breddanum í dag.
    Vit tosa eisini við Pætur Niclasen, formann í Samverki, hvørs limir verða sendir heim tí handlar hava styttri opið.
    43 min
  • Breddin: Nógvir tilflytarar fáa ikki fólkaskúlaprógv
    Summarið nærkast og fólkaskúlanæmingar og komandi pisur fegnast um, at skúlin skjótt er liðugur og ein tíð við nýggjum avbjóðingum byrjar.
    Men ikki øll standa við einum prógvi í hondini, tá próvtøkurnar eru lidnar.
    Fleiri ung, sum eru flutt til Føroya, sum stór børn ella hálvvaksin hava stórar avbjóðingar við at læra føroyskt og danskt nóg væl til at fáa eitt brúkiligt prógv í fólkaskúlaum.
    Breddin í dag viðgerð teirra møguleikar - í fólkaskúlanum og Miðnámi.
    Vit tosa ið Fíu Lindenskov, integratiónssamskipara í Tórshavnar Kommunu, Duritu J Jacbsen, lærari í føroyskum sum annað mál, Unu Joensen, rektara á Glasi og .. sum ætlar á Glasir í næsta ár
    Djóni Nólsøe Joensen, landsstýrsmaður var í útvarpsstovuni.
    47 min
  • Breddin: Støðan í verkfallinum
    Verkfallið hevur nú vart í meiri enn tvær vikur, og við fráboðanini frá Havnar arbeiðskvinnufelag í gjár, um at arbeiðskvinnurnar í Havn eisini fara í verkfall, tykist einki røkjast fyri, at partarnir nærkast - heldur tvørturímóti
    Og sum frálíður rakar verkfallið breitt.
    Bæði handilshillar og bensinstøðir eru tómar.
    Hinvegin er nógv rusk, og tað hópar seg upp á dagstovnum, sum noyðast at lata aftur. Fólk sleppa ikki til arbeiðis, og tey fáa tískil ikki løn, fyrr enn verkfallið er av.
    Men hvussu er støðan millum partarnar, nú verkfall hevur verið í góðar tvær vikur?
    Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá verkafjøldini, og Niels Winter, stjóri í Vinnnuhúsinum, sum umboðar arbeiðsgevararnar, vera í útvarpsstovuni.
    Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Marjun Dalsgaard, sum var redaktørur.
    Tøkningur: Rúni Eysturlíð
    49 min
  • Breddin: Nýggja ferðavinnulógin
    So var hon loksins her: lógin um gongd í haga - ella burðadygga ferðavinnu. Summi fegnast, onnur eru vónbrotin. Fleiri landsstýrismenn hava roynt at fáa semju um eldfima málið, men tað gjørdist Høgni Hoydal, sum megnaði at fáa eina breiða politiska semju umlógaruppskotið um nýggja ferðavinnulóg. 24 atkvøður vóru fyri, tá lógin var endaliga samtykt. Men hvat er tað, sum var samtykt í tinginum týsdagin? Ikki færri enn 26 broytingar skuldu til, áðrenn tað eydnaðist at finna breiða politiska semju tvørtur um miðjuna. Nýggja ferðavinnulógin verður sett í gildi í fleiri stigum. Ferðagjaldið kemur í gildi 1.januar í 2026.  Í Breddanum spyrja vit, hvar málið endaði, og hvat hagafólk, ferðavinnufólk og bøndur halda um úrslitið. Landsstýrismaðurin í vinnumálum verður eisini í sendingini. Luttakarar: Bjørn Kalsø, Guðrið Højgaard, Magnus Gaard og Høgni Hoydal. Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur. Tøkningur: Kári Annand Berg.
    1 hr 3 min
  • Breddin: Tilflytarar hava onga rødd og verða marginaliseraðir
    Altsamt fleiri velja at flyta til Føroya úr øðrum londum.
    Millum fimm og seks prosent av fólkinum í Føroyum eru í dag fólk, sum eru flutt higar aðrastaðni frá, og tað eru nú yvir 100 tjóðskapir í Føroyum.
     
    Men - tilflytarar hava onga rødd og eru marginaliseraðir í føroyska samfelagnum. Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning, sum er grundað á samrøður við einstaklingar og bólkar, sum umboða fólk frá 30 ymiskum londum. 
    Har aftrat eru samrøður gjørdar við kommunur, dagstovnar og heilsuverk. Breddin í dag lýsir tær avbjóðingar, sum okkara borgarar úr øðrum londum hava.
    Erika Hayfield hevur skrivað greinina:  There is No Connection Plugging Me Into This System: Citizenship as Non Participation and Voicelessness?.
     
    Vísindaliga greinin er grundað á tilfar frá 2016, 2018 og 2023: 46 samrøður eru gjørdar við 58 fólk - 46 einstaklingar og tríggjar bólkar. 
    Samrøðurnar eru gjørdar við menn og kvinnur millum 20-50 ár, bústandi í øllum landinum og umboðandi 30 ymisk lond - og tey hava búð í Føroyum í minst 1 ár.
    Haraftrat eru samrøður gjørdar við umboð fyri kommunur, dagstovnar og heilsuverk í sama tíðarskeiðið, men greinin tekur støði í borgaraskapi úr sjórnarhorninum hjá tilflytarum.
     
    Erika Hayfield er dekanur og granskari á Søgu- og samfelagdeildini á Fróðskaparsetrinum. Hon vísir á, at tilflytaraøkið hevur verið merkt av ikki-politikki, sum ber í sær, at tað er sera torført hjá tilflytaranum at gerast partur av føroyska samfelagnum. Høvuðsniðurstøðan er at tilflytarar í Føroyum hava onga rødd og eru marginaliseraðir.
    Í sendingini tosa vit við Eriku Hayfield og Fíu Lindenskov sum er integratiónssamskipari í Tórshavnar Kommunu.
    56 min
  • Breddin: Tingfólk rýmdu úr tingsalinum
    Ósemja er í samgongu um elveitingarlógina.
    Landsstýriskvinnan í orkumálum gjørdi eitt uppskot til elveitingarlóg, sum var sent til hoyringar í heyst. Í lógaruppskotinum var møguleiki hjá privatum aktørum at selja streym beinleiðis til brúkaran. Men áðrenn lógin varð borin í tingið, var hendan ásetingin tikin úr - orsøkin er ósemja í samgonguni hvørt tað skal vera møguligt hjá privatum aktørum at selja streym beinleiðis til brúkaran. 
    Ósemjan í samgonguni førdi til, at einki álit var skrivað í rættarnevndini og eina løtu sá tað út til, at málið fór at detta burtur, tí tað ikki var lagt fram áðrenn summarfrítíðina.
     
    Men so var ikki - Javnaðarflokkurin vildi hava tað úr nevnd og avgjørt var, at atkvøða málið úr nevndini uttan at nakað álit var skrivað.
    Hetta var ein ódemokratisk tilgongd, helt Steffan Klein Poulsen, limur í rættarnevndini.
     
    Ónøgdin í andstøðuni var so stór, at andstøðulimirnir valdu at rýma úr salinum, tá atkvøðast skuldi.
    Av tí at allir samgongulimirnir ikki vóru til staðar - tveir vóru uttanlands - bar ikki til at avgreiða málið - 17 fólk skulu vera í tingsalinum skal atkvøða avgreiðast.
    Hvussu vanligt er tað, og hvussu álvarsligt er málið fyr samgonguna?
    Árni Gregersen viðmerkir málið í Breddanum.
    28 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners