Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Tøkugjøld
    Skoðsmálið, sum nýggjasta uppskotið um tøkugjøld hjá Høgna Hoyda fekk, tá hann kallaði inn til tíðindafund tann 26. mars, var, at hetta var søguligt.
    Ein breið semja um tøkugjøld millum samgonguflokkar og Sambandsflokkin bleiv undirskrivað.
    Men hvat merkir nýggja, breiða semjan fyri inntøkurnar hjá landinum?
    Og hví er hendan loysnin betur enn tað sum er roynt fyrr?
     
    Gestir: Hans Ellefsen, Atli Gregersen, Rebekka Joensen og Høgni Hoydal
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Elisasen og Marjun Dalsgaard, sum var redaktørur. 
    Tøkningur: Rúni Eysturlíð
    48 min
  • Breddin: Politiskt kjak um at taka alt av fiski til lands
    Útflutningsvirðið á føroyskum sjófeingi skal økjast við trimum milliardum krónum, so tað er 11 milliardir í 2030.
    Tað var millum annað niðurstøðan á Vakstrarforum, sum undanfarna samgonga skipaði fyri í 2021.
    Ein háttur at røkka málinum er at virðisøkja alt fiskatilfeingið. Mælt var til, at alt av fiskinum skuldi við til lands, so tað kann virðisøkjast.
    Men hvussu fæst gongd á hesa virðisøking?
    Og endar hetta ikki bara sum eitt ískoyti til fóðurframleiðsluna hjá Havsbrún til Bakkafrost?
    Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.
    Umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini koma í útvarpsstovuna at kjakast.
    Í kjakinum luttaka: Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, sum er formaðurin í vinnunevndini, Árni Skaale úr Fólkaflokkinum, Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Annika Olsen úr Tjóðveldi.
    Tøkningur: Bjørn Hentze Bech
    Sendingina gjørdu: Ruth Winther Poulsen og Marjun Dalsgaard, sum var redaktørur.
    57 min
  • Breddin: Alt til lands og norðurlendski samleikin
    Skræða, høvd og innvølir
    Alt skal til lands á fiski, sum verður fiskaður í føroyskum sjógvi.
    Tað vil í øllum førum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum hevur sent eina kungerð til hoyringar.
    Kunngerðin hevur við sær, at 20 prosent av slógvi skal til lands frá 1. juni í ár. Í 2030 eitur tað 100 prosent - tað vil siga, at alt skal til lands um seks ár.
    Men hvat ætlar landsstýrismaðurin, og hvør skal rinda útreiðslurnar, sum sambært fiskimonnum standast av at taka alt til lands?
    Tað spyrja vit um í Breddanum.
     
    Norðurlond
    Norðurland førka seg tættari at hvørjum øðrum politiskt, sær út til, men hvussu tætt kann tað blíva, og hvussu var, tá Norðurlond vóru eitt ríki?
    Vit tosa við søgufrøðing, og hyggja aftureftir fyri at hyggja frameftir.
    48 min
  • Breddin: Norðurlandaráðsfundur í Føroyum
    Hálvt trýhundrað norðurlendskir parlamentarikarar, ráðharrar og ungdómspolitikarar vitja høvuðstaðin í hesum døgum.
    Hálvárligi evnisfundurin er í tveir dagar - í gjár vóru fundir í politiskum bólkum og arbeiðsbólkum. Í dag var so almenni parturin ella tingfundurin á Hotel Føroyum.
    Arbeiðsbólkar hava millum annað arbeitt við tilmælum um broytingar, tá tað kemur til trygdarpolitikk og felags verju og broytingum viðvíkjandi støðuna hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi, sum ikki hava fullan limaskap.
    Í Breddanum er longri samrøða við Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum, um norðurlandaráðið.
    Eisini fangaðu vit løgmann, Erling Ejdesgaard og Jenis av Rana á Hotel Føroyumtil til politiskt kjak.
     
    Bjarni Kárason, føroyskur samstarvsfráðharri, viðmerkir í sendingini útsøgnina hjá svenska samstarvsráðharranum í Degi og Viku í gjár, har hon segði at Føroyar ikki fáa fullgyldigan limaskap í Norðurlandaráðnum.
    1 hr 2 min
  • Á Breddin: Rúsevni floyma inn í samfelagið
    Rúsevnir floyma sum ongantíð fyrr inn í føroyska samfelagið. Løgreglan og tollvaldið løgdu í fjør hald á metsórar nøgdir av hassji og kokaini, og bara seinastu tvey árini er hald lagt á meira hassj enn tey átta undanfarnu árini tilsamans. Er hetta ein ábending um, at rúsevni hava fingið fastatøkur í samfelagnum? Hvør skipar fyri rúsevnissmuglingini, og ger politiska skipanin nóg mikið til tess at tryggja myndugleikunum neyðugu amboðini til at basa rúsevnissmugling? Gestir vóru Heri Andreasen, Magni Højgaard og Bjarni Kárason Petersen. Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum var redaktørur. Tøkningur var Kári Annand Berg.
    48 min
  • Breddin: Kynslig brotsverk á netinum og Helsingfors-sáttmálin
    Seinasta árið hevur løgreglan fingið óvanliga nógvar fráboðanir um kynslig brotsverk á netinum. Tað er serliga tey ungu, sum eru í vanda, sigur Heri Andreassen, varapolitiinspektørur. Hvussu ávirkar tað børn og ung at uppliva ótespilig og óhóskandi atburð á netinum? Erling Fles, sálarfrøðingur, verður í útvarpsstovuni.
    Málið um at dagføra grundlógina fyri Norðurlandaráðið - Helsingfors-sáttmálin - er um at vera liðugt. Men hvørji útlit eru fyri, at dagføringin ruddar slóð fyri føroyskum limaskapi? Johan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum, verður í útvarpsstovuni.
    Gestir vóru Erling Fles og Johan Dahl. Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum var redaktørur. Tøkningur var Kári Annand Berg.
    46 min
  • Breddin: Hvat eyðkennir kjakið um fosturtøku
    Fyrsta viðgerð av fosturtøkulógini hjá landsstýrismanninum í lógarmálum var fríggjadagin, og ikki óvæntað var orðaskiftið hvast. Tað var bæði drúgt og stundum ógvisligt.
    Spurningurin, um kvinnan sjálv skal taka avgerðina um fosturtøku fram til viku 12, sær út til at kloyva bæði fólkið og løgtingið.
    Vit tosa við ein løgfrøðing, ein serlækna, ein heimspeking og retorikara, og spyrja, hvat eyðkennir orðaskiftið og argumentini í fosturtøkuspurninginum.
    Gestir vóru Bárður Larsen,  Diana Reynstind, Jógvan D. Hansen og Eydna Skaale. 
    Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen, Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Marjun Dalsgaarð, sum var redaktørur. Tøkningur var Kári Annand Berg.
    58 min
  • Breddin: ES-val og sjáldsom steinsløg
    Fyrst í juni skulu evroperarar á val at velja nýggja ES-tingið. 
    Men hvønn týdning hevur ES-tingið, hvat merkir valstríðið og fer Evropa at snara til høgru. 
    Vit tosa við Elisabeth F. Rasmussen, sendikvinnu Føroya til ES-samveldið, um stóra valdagin. 
    Sjáldsom steinsløg í Arktis
    Rare Earth Minerals. Sjáldsom steinsløg. T
    Tað tykist at vera nýggjasti vígvøllurin í einum geopolitskum stríði. Og tí er arktiska økið nú eisini á altjóða leikpallinum.
    Saman við Anna Sofía Lava, samfelagsfrøðingi, hyggja nærri at nýggja vígvøllinum. 
    Gestir vóru Elisabeth F. Rasmussen og Anna Sofía Lava.
    Gjørt sendingina hava Hansa Hansa og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Tøkningur var Kári Annand Berg.
    28 min
  • Harðskapur í hjúnaløgum
    Er tað rímiligt, at fólk, sum fara úr einum harðligum hjúnalagi, eru fíggjarliga tongd at makanum fleiri ár seinni?
    Í sendingini í dag hoyra vit søguna hjá eini kvinnu, sum trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað, framvegis er fíggjarliga heft at fyrrverandi makanum.
    Tað finnast fleiri sløg av harðskapi í parløgum, men allir eru ikki revsiverdir í Føroyum. 
    Tað sigur Anna Katrin Matras, samskipari fyri heildarverkætlanin um harðskap í parlagi og nærsambondum, sum Almanna- og mentamálaráðið varðar av.
    Í útvarpsstovuni at viðgera tann løgfrøðiliga partin, var Kristina Samuelsen,  advokat. 
    Luttakarar: Anna Katrin Matras og Kristina Samuelsen. Gjørt sendingina hava Hansa Hansen, Hallur av Rana, sum var redaktør, og Kári Annand Berg, sum var tøkningur.
    42 min
  • Breddin: Fíggjarpolitikkur í javnstøðubrillum og kommunusamanlegging
    Hædd skal takast fyri javnstøðu í fíggjarpolitikkinum. 
    Tað skrivar Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, í lesarabrævi um vikuskiftið.
    Men seinastu dagarnar hava bæði Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparfelag Føroya, funnist at verandi samgongu fyri ikki at gera nóg mikið fyri teir fakbólkar, har kvinnur eru í meiriluta.
    Tingkvinnurnar Eyðgunn Samuelsen og Hanna Jensen kjakast við fakfelagsforkvinnurnar Mary Antonsdóttir og Óluvu í Gong um javnstøðu í førda fíggjarpolitikkinum. 
    Kommunusamanlegging 
    Enn eina ferð verður tosað um kommunusamanlegging í Suðri. Men hvat er tað, sum nú liggur á borðinum. 
    Hetta er Breddin í dag. 
    Hvalbiar og Tvøroyar kommuna hava áður slóða vegin í kommunalum høpi í Suðuroynni.
    Tær vóru tær fyrstu, sum brutu úr felagskommununi, og nú kunnu tær - saman við Fámjins kommunu - gerast tær fyrstu at leggja saman í eina størri kommunui.
    Arbeiðsbólkurin, sum seinasta árið hevur kannað vansar og fyrimunir við samanlegging av Fámjins-, Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunu, legði í gjár framm frágreiðing um samanlegging. 
    Og tilmælið er greitt. 
    Fyrimunirnir viga meira enn vansarnir. 
    Vit hyggja eftir hví oyggin er býtt upp í fleiri kommunur og tosa við formannin í arbeiðsbólkinum, Róin Schrøter. 
    Luttakarar: Eyðgunn Samuelsen, Hanna Jensen, Mary Antonsdóttir og Óluvu í Gong.
    Gjørt sendingina hava Hansa Hansen, Hallur av Rana, sum var redaktør, og Rúni Eysturlíð, sum var tøkningur.
    1 hr 7 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners