Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Vitjanin hjá von der Leyen
    ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen skrivaði saman við løgmanni undir eitt sonevnt semjuskjal um tættari samstarv millum ES og Føroyar.
    Men hvat merkir tað í veruleikanum, og hví kemur ES-forkvinnan hendan vegin nú?
    Tað tosa vit um í Breddanum í dag, har millum annað politiskt orðaskifti er um møguleikarnar í nýggju semjuni.
    Harumframt um tann manglandi opinleika, sum miðlarnir upplivdu, tá tað gjørdist greitt, at bert tveir føroyskir miðlar sluppu at seta ein spurning í part til nevndarforkvinnuna, og eingin fekk avtalu um samrøðu.
    Ein ónøgd hevur verið um hetta millum miðlarnar - fjølmiðlafólk skifta orð um hetta síðst í sendingini.
    1 hr 2 min
  • Breddin: Útlendsk arbeiðsmegi og integratión
    Stóra tilflytingin seinastu árini sæst aftur í dagstovnum og í føroyska fólkaskúlanum, sum als ikki er til reiðar til vaksandi talið av børnum, ið ikki skilja føroyskt - og - sambært landsstýrismanninum í barnamálum - eisini hjá Barnaverndini.
    Kemur tú til Føroya, hevur tú rætt til at fáa tína familju við. Men eru tað virðilig kor, vit bjóða teimum børnum, sum koma til Føroya?
    Í dag settu við fast track-skipanina, ella snarskipanina á Breddan.
    55 min
  • Breddin: Útlendsk børn í fólkaskúlanum
    Av teimum skilja 120 als ikki føroyskt.
    av teimum 464 næmingunum í Runavíkar Kommunuskúla eru 33, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, og 12 av teimum skilja als ikki føroyskt. Hesi síðstu ganga í einum sonevndum móttøkuflokki.
    Ein annar skúli, sum hevur lutfalsliga nógvar næmingar, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, er skúlin Á Giljanesi. Har ganga 294 næmingar, og 5,8 prosent av teimum hava ikki føroyskt sum móðurmál.
    Eisini Eysturskúlin hevur nógvar tvímæltar næmingar. 26 næmingar hava ikki føroyskt sum móðurmál, 8 av teimum skilja ikki føroyskt, og haraftrat eru 12 børn, sum eru flýdd undan krígnum í Ukraina.
    Vit tosaðu við varaskúlastjóran í Runavíkar kommunuskúla, Hans Michael í Mittúni, Brynhild Djurhuus, lærara har, eins og vit tosaðu við Eyðnu Magnussen, skúlastjóra í Eysturskúlanum, og Durita J. Jacobsen, lærara á Eysturskúlanum. Somuleiðis høvdu vit Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum í útvarpsstovuni.
    Sendingina gjørdu Kári Mikkelsen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
    50 min
  • Breddin: Javnstøða og fíggjarviðurskifti
    Enn er langt á mál, tá ið ræður um javnstøðu millum kynini á fíggjarliga økinum.
    Til dømis forvinna menn 60 prosent av útgoldnu lønunum í Føroyum sambært Hagstovuni.
    Hóast fleiri orsøkir eru, so bendir nógv á, at fíggjarliga støðan broytist nógv, tá kvinnan fer í barsilsfarloyvi.
    Lítil og eingin munur er á, hvussu nógv menn og kvinnur tjena, til fyrsta barnið kemur.
    Kvinnan forvinnur eitt sindur meira enn maðurin, áðrenn fyrsta barnið kemur.
    Men eftir fyrsta barnið, fer inntøkan niður niður á eitt stig, sum er 34 prosent minni enn lønin hjá manninum, og lønin verður verandi har
    Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna.
    43 min
  • Breddin: Støðan í Gasa og amerikanska forsetavalið
    Støðan í Gasa versnar alsamt - børn doyggja í hungri og neyðhjálpin er als ikki nøktandi, sigur Reyði Krossur.
    Men hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael? Og hvørjum skulu vit trúgva, tá falstíðindi floyma inn yvir og okkum og fylla almenna rúmið?
    Tað spyrja vit Sigrið Zachariasen, dagligan leiðara í Reyða Krossi, um.
    Amerikanska forsetavalið
    Joe Biden og Donald Trump vera forsetavalevni í USA 5. november.
    Tað er greitt, nú uppstillingarval hava verið í flestu statum.
    Týsdagin var Super Tuesday í USA. Men hvat merkir tað, at amerikanarar hava hesar báðar at velja ímillum?
    Báðir eru komnir væl til árs, og annar er umstríddur og hevur bæði rættarmál og ákærur hangandi yvir sær.
    Tóri Højgaard, sum fylgir væl við amerikanskum politikki, og Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðingur, vera í útvarpsstovuni.
    48 min
  • Breddin: Fosturtøka
    Ein hugbursbroyting er á veg. Tað er niðurstøðan í greinasavninum: "abort - grundgevingarfyri rættin at velja sjálv", sum Turið Hermannsdóttir og Turið Nólsøe hava ritstjórnað.
    Men hvat siga politikarar? Er tað lættari at siga nei til fría fosturtøku enn ja? Ella er tað blivið lættari at tosa um fosturtøku í heila tikið?
    Í Breddanum í dag tosa vit við ritstjórnina til greinasavnið: abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv" - tær báðar Turið Hermannsdóttir og Turið Nólsøe.
    Í seinnu helvt av sendingini er politiskt kjak um fosturtøkuspurningin, og um hvussu vit tosa um fosturtøku.
    Luttakarar í kjakinum vóru Hervør Pálssdóttir, Tjóðveldi og forkvinna í rættarnevndini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin, Eyðdis Hartman Niclasen, Sambandsflokkurin og Karlot Hergeirson, Framsókn.
    1 hr 1 min
  • Breddin - mineral og tvískattaavtalur
    Ein semja tvørtur um miðjuna í Noregi slóðar vegin fyri, at fyritøkur kunnu søkja loyvi til at reka námsvinnu á havsins botni. Virðini eru ovurstór, og nógv bendir á, at virðismiklu ráevnini eisini goyma seg niðri í dýpinum á føroyskumegin markið.
    Men hvat fjalir seg í dýpinum, hvørjar eru royndirnar aðrastaðni og hvat er kostnaðurin?
    Heri Ziska og Uni Árting, báðir jarðfrøðingar á Jarðfeingi, vitja í útvarpsstovuni, og Jógvan Hugo Gardar, tíðindamaður greiðir frá kjakinum í Noregi, um gongdina at loyva útvinning av mineralum á havbotninum.
     
    Tvískattaavtalur
    Seinna evnið í sendingini, er tørvurin hjá føroyska handilsflotanum á tvískattaavtalum.
    Tí vantandi tívskattaavtalur gera, at føroysk reiðaríir javnan ikki kunnu bjóða seg fram til uppgávur, sum í veruleikanum hóska væl til tær tænastur, sum feløgini kunnu veita.
    Vit tosa við Jórun Gardar, varastjóra í Vinnuhúsinum og skrivara hjá Reiðarafelagnum fyri handilsskip, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtimgskvinna, eru gestir í útvarpsstovuni.
     
    Sendingina gjørdu Kári Mikkelsen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.
    58 min
  • Breddin - Public Service
    Tann 1. apríl kemur nýggjur public service sáttmáli í gildi, sum verður galdandi fýra ár fram.
    Gestir í Breddanum eru Rógvi Olavson, stýrisformaður fyri Kringvarpsstýrið; og løgtingslimirnir Bárður á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, Liljan Weihe úr Tjoðveldi, Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum og Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum skifta orð um sáttmálan og Kringvarpið sum heild.
    Kári Mikkelsen var redaktørur.
    58 min
  • Breddin
    Nú skal aftur koma gongd á gongd í haga. Tí fríggjadagin gekk hoyringsfreistin út um uppskotið um burðadygga ferðavinnu- nevnt gongd í haga, og landsstýrismaðurin skal meta og viga hvat sleppur við í lógaruppskotið.
    Í breddanum í dag kaga vit niður í nøkur av hoyringsskrivunum, og royna at fáa greiðu á, hvat vendir upp og hvat vendir niður í hesum málinum.
     
    Gestir eru Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum og Bjørn Kalsø, bóndi á Syðradali og fyrrverandi løgtings,- og landsstýrismaður.
    Gjørt sendingina: Kári Mikkelsen og Tróndur Olsen, sum eisini er redaktørur.
    54 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners