Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Kríggj og tilbúgving
    Í Svøríki og Noregi tosa myndugleikar við greiðum orðum um at heimurin er vorðin ótryggari.
    Kríggj kann bresta á í Svøríki siga myndugleikarnir har - men hvussu er hjá okkum, og hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
    Í sendingini í dag spyrja vit hvussu er statt við tilbúgvingini í Føroyum.
    Vita vit hvat kann raka okkum? Og hava vit ávaringarskipanir, neyðsynjarskipanir, skjól og tað, sum annars er gott at hava í krígs- og kreppustøðum?
    47 min
  • Breddin: Navalny og stongdi Familjudepilin
    Fyri góðari viku síðani frættist, at kendi russiski andstøðingurin hjá Putin, Navalny var deyður.
    Reaktiónirnar frá vesturheiminum vóru beinanvegin nógvar - men er - ella var, Aleksey Navalnyj, sum kom livandi frá fleiri drápsroyndum, og hví geva heimsleiðarar tí so nógv gætur, at hann nú er deyður?
    Tór Marni Weihe vitjaði útvarpsstovuna
    og
    Í skjótt tvey ár hevur einki virksemi verið á familjudeplinum hjá Almannaverkinum - hetta hóast rykkjarar og fyrispurningar frá teimum, sum arbeiða við familjum, sum hava akkuttan tørv á tí.
     
    Hoyr Breddan her.
    36 min
  • Breddin: Fólkaskúlin
    Í mai handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum í Barna- og útbúgvingarmálum eitt álit við 18 tilmælum um fólkaskúlan.
    Álitið liggur til grund fyri aðalorðaskiftinum, sum er í tinginum í dag, 20 februar.
    Í frágreiðingini stendir millum annað, at tað er sera torført og so at siga ómøguligt við verandi skipan at skipa gerandisdagin í skúlanum soleiðis, at endamál skúlans verður rokkið, har fakliga læringin, trivnaður, persónliga menningin og at brynja næmingarnar til lívið eru samskipaðir partar í virksemi skúlans.
    Lærararin má hava meiri tíð við næminginginum í skúlanum, har vánaligur trivnaður, happing, frávera, skúlamøði og næmingar, ið hava sálarligar avbjóðingar, eru partur av virkisøkinum, sum skúlin skal loysa saman við foreldrum, skúlamyndugleikum og ráðgevandi stovnum.
    Í arbeiðsbólkinum vóru umboð úr Fólkaskúlaráðnum, Námi, Sernámi, Foreldrafelagnum Heim og Skúli Námsvísindadeldini, Kommunufelagnum, Barna og -útbúgvingarmálaráðnum, Føroya lærarafelag og Skúlaleiðarafelagnum
    Forkvinna í bólkinum var Jenny Lydersen, umboðandi Barna og útbúgvingarmálaráðið-
    Millum tey 18 tilmælini var meiri eftirútbúgving til lærararnar - fleiri kreativ fak, KT í allar lærugreinar styttri skúladagar og færri næmingar í hvørjum flokki - heilt ítøkiliga - helst ikki fleiri enn 20 næmingar og tvílæararskipan - tað vil siga tveir lærarar um 20 næmingar.
    Haraftrat eiga skúlarnir fáa størri frælsi at leggja til rættis
     
    Í Breddanum vóru skúlastjórarnir Annbritt Toftegaard frá skúlanum á Giljanesi, Regin Marnerson frá Skúlanum á Fløtum og Vagn Foldbo skúlastjóri á Skúlatrøð í Klaksvík.
    Eisini tosaðu vit við formannin í Kommunufelagnum Torbjørn Jacobsen, og Sólvit Nólsø og Magnus Rasmussen úr mentanarnevndini vitjaðu útvarpsstovuna.
    45 min
  • Breddin
    Ongantíð áður hava so nógv fólk skula á val sum í ár. Ein lítil helvt av heimsins íbúgvum , í fleiri enn 60 londum, skulu velja politisku kósina fyri næstu árini.
    Og ongastaðni man tað kunna fáa so stórar avleiðingar, sum í USA. Tí nú Joe Biden situr á 4. árið í forsetasessinum er valstríði hinumegin hav kyknað, og tað smittar av til restina av heiminum.
    Høvuðsnøvini bæði eru vælkend, men eru nakrir aðrir avbjóðarar? hvussu fer valstríði at síggja út? og hvørjar vera avleiðingarnar?
    Tað er Breddin, sum í dag snýr seg um amerikanska forsetavalið.
     
    Gestir eru Brynhild Thomsen og Tóri Højgaard.
    Gjørt sendigina hava Hallur av Rana og Tróndur Olsen.
    47 min
  • Breddin: Val í Pedagogfelagnum og Rafah
    Hvør skal standa á odda fyri Føroya Pedagogfelag. 
    Tann spurningin skulu teir 2.000 limir felagsins taka støðu til næstu vikurnar.
    Sitandi formaður, Jógvan Philbrow stillar upp aftur, men hesa ferð er eitt mótvalevni, Sanna á Løgmansbø. 
    Men hví stilla tey upp og hvat vilja tey arbeiða fyri?
    Tað spyrja vit valevnini, sum hittast til kjak í útvarpsstovuni.
    Rafah
    Meir enn helmingurin av teimum tveimum milliónum íbúgvunum í Gasageiranum eru í løtuni stúgvaði saman í býnum Rafah, meðan Ísrael sigur seg fyrireika innrás í býin.
    Tað skortar ikki við ávaringum um at geva sivilfólkunum meira ans, men hvussu er støðan og eru nøkur útlit fyri vápnahvíld?
    Vit tosa við Allan Sørensen, sum er tíðindamaður fyri Kristiligt Dagblad.
    Gestir eru Jógvan Philbrow, Sanna á Løgmansbø og Allan Sørensen.
    Gjørt sendingina hava Hallur av Rana og Tróndur Olsen. 
    Hallur av Rana var redaktørur og Rúni Eysturlíð tøkningur.
    56 min
  • Breddin: Føroyar og møguleikar í Arktis
    Skulu vit vera meiri virkin í Arktis? Og vita vit yvirhøvur hvat vit vilja hava burturúr?
     
    Broytingarnar í Arktis merkja øktar møguleikar fyri nýggjum vinnum, siglingarleiðum, tilbúgvingarsamstarvi og fiskileiðum.
    Men hvat gera vit fyri at troyta hesar møguleikar?
    Nógv bendir á, at vit gera for lítið. Vit hava einki organ, sum samskipar ta vitan, sum vit hava í sambandi við at vit luttaka í arbeiðsbólkum og ymiskum fora í Arktis-høpi, staðfestir Hallbera West, granskari í nýggjari grein, sum er almannakungjørd í tíðarritinum "Regional and Federal studies".
     
    Fleiri inngongdir eru til Arktiska Ráðið uttanum landsstýrið - eitt nú hevur Útnorðurráðið eygleiðarastatus í Arktiska Ráðnum
    Eisini kunnu løgtingsfólk seta landsstýrinum fyrispurningar um Arktis, men lítil og eingin aktivitetur er á hesum økinum. At siggja til eru okkara fólkatingslimir tey, sum eru mest aktiv tá tað kemur til mál, sum relatera til Artkis, og tað er tí Fólkatingið leggur eina skipaða ætlan tá tað kemur til at savna vitan um alt sum hevur við Arktis at gera, er niðurstøðan hjá Hallberu West.
    Hvat skulu vit so gera? Skulu vit gera meiri og hvussu skal tað skipast? Tað tosa vit við okkara fólkatingslimir, við limir í uttanlandsnevndini og tingforkvinnuna um í Breddanum í dag
    59 min
  • Breddin: Kríggið í Ukraina og fólkaræði í Arktis
    Nærum tvey ár eftir, at Russland gjørdi innrás í Ukraina halda bardagarnir fram við somu styrki.
    Men hvussu standa partarnir í dag og hómast nakar endi á krígnum?
    Vit tosa við Flemming Splidsboel Hansen, sum er serfrøðingur í trygdar,- og russiskum viðurskkftum á DIIS, sum er danski granskingarstovnurin fyri altjóða viðurskifti, um støðuna í Ukraina. 
    Fólkaræði í Arktis
    Sum nú er gagnnýta føroyskir politikarar ikki allar teir møguleikar, sum teir hava, til at gera sína ávirkan galdandi í arktiska økinum.
    Tað verður staðfestir Hallbera West, ph.d. í stjórnmálafrøði, í nýggjari vísindarligari grein við heitinum "The Danish Realm in the Arctic" í tíðarritinum Regional & Federal Studies.
    Gjørt sendingina hava Marjun Dalsgaard og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur var Kári Annand Berg.
    32 min
  • Breddin: Ungdómsting
    Í hesum døgum ganga 33 skúlanæmingar í fótafetunum hjá teimum tingfólkum, sum vanliga sita í tingsalinum. 
    Tey seta dagsskránna á tingi, smíðja lógaruppskot, gera nevndarinnkallingar og seta landsstýrisfólkunum spurningar.
    Breddin hevur verið til staðar, og vit tosa við næmingar, lærarar, politikarar og fyrrvernadi ungdómstingfólk, sum í dag hava sæti á tingi.
     
    Í sendingini eru samrøður við:
    Henrik Old, tingmann og fyrrverandi landsstýrismann, sum hevur lagt uppskot fram, sum hevði røtur í ungdómstinginum,
    Hervør Pállsdóttir, sum er tingkvinna í dag, og sum í 2012 var millum næmingarnar á ungdómstingi.
    Mary Ann Zachariasen, lærara á Fuglafjarðar Skúla og næmingarnar: Jónatan Avni Joensen, Báraldur Nóløse, Martinson og Fríðu Briansdóttir Gjógvará
    Claru Viktoriu Rakulardóttir við Skipá, Elin Bergtórudóttir, Hansinu Ólavsdóttir Hansen,
    37 min
  • Breddin: Politikarar á sosialum miðlum og Teslaskannarin
    Mikudagin fegnaðust og takkaðu politikarar røsku tilbúgvingini og øðrum, sum sambært teimum tryggjaðu, at vit komu væl ígjøgnum ódnina.
    Men hvussu var tað móttikið? Og er hetta slagið av samskifti nakað fyri føroyingar?
    Tað viðgera vit saman við fólkum, sum kenna til politikk og samskifti.
    og..
    Týsdagin gjørdist greitt, hvør hevur givið Klaksvíkar sjúkrahúsi Tesla-skannaran.
    Heilsuverkið í Føroyum er eitt av eymu politisku málunum, sum kunnu fáa lokalpolitiskar kenslur at kóka.
    Vit spyrja, hvar markið gongur fyri, nær privata vinnulívið kann blanda seg upp í politikk.
    57 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners