Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • At bera brek í krepputíðum og vápnahvíld
    Rættindi hjá fólki, ið bera brek, verða skerd í kreppum og í brádliga íkomnum broytingum.
    Tí má politiska skipanin altíð taka atlit at Brekrættindasáttamálanum.
    Soleiðis ljóðar áminningin frá Handicaporganisationernes Nordiske Råd til norðurlendskar politikarar. Men verða rættindini hjá øllum ikki skerd undir krepputíðum?
    Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, verður í útvarpsstovuni.
     
    Vápnahvíld
    Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas er longd 24 tímar. Vit tosa við Allan Sørensen, tíðindamann, sum er staddur í Haifa í Ísrael.
    36 min
  • Sálarhjálp til børn og ung
    Alsamt fleiri børn og ung hava tørv á onkrum slagi av sálarhjálp.
    Bíðilistin til Barna- og ungdómspsykiatriina hevur ikki verið so langur sum nú.
    Men ber til at fyribyrgja við at bjóða næmingum í fólkaskúlanum sálarhjálp?
    Tað halda tey á tveimum skúlum, og tey halda seg eisini síggja, at slík skipan bøtir um trivnaðin hjá næmingunum.
    Í sendingini spyrja vit, hvussu ein slík skipan sær út, og vit spyrja eisini fakfólk á økinum, um tørvur er á slíkum tilboði.
    48 min
  • Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas
    Mest umtalaða vápnahvíldin í nýggjari tíð er nú longd tveir dagar aftrat.
    Tað eru ísraelska stjórnin og Hamas komin ásamt um.
    Longda freistin verður millum annað brúkt at lata leysar fleiri av gíslunum, sum Hamas tók 7. oktober, og palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.
    Men hvussu viðbrekin er vápnahvíldin, hvørji eru útlitini fyri einum varandi friði, og hvønn leiklut eigur alheims samfelagið at fáa frið í lag?
    42 min
  • Breddin: Tøkni í fólkaskúlanum
    Tøknin ger innrás í skúlastovurnar og samfelagið alt - og ofta tosa vit um, hvussu vit verja børnini ímóti for nógvari tøkni.
    Men tað er av týdningi at fyrireika børnini til talgildað samfelagið.
    Spurningurin er, hvussu vit gera tað við skili.
    Vit tosa við landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, Sjóna Nólrøe, Sjúrð Ravnsfjall, sum er lærari og KT-vørur, Tóra Slættalíð, deildarleiðara á Námi og Regin Marnerson, skúlastjóra á Fløtum.
    50 min
  • Breddin: Suðuroyartunnilin
    Hóast flest øll tykjast samd um, at tunnilin til suðuroyar skal gerast og samgongan arbeiðir við at fyrireika málið, kyknaði kjakið av álvara aftur, tá Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, úr Suðuroy hótti við at blokera øll mál frá samgonguni, um ikki suðuroyartunnilin verður raðfestur.
    Men hvussu nær eru vit við at fara undir arbeiðið at gera ein tunnil til suðuroyar? Og hava vit ráð til tað?
    Vit tosa við Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, Aksel V Johannesen, løgmann og Bjarna Hammer, tingmann fyri Javnaðarflokkin.
    49 min
  • Breddin: Uttanlandsnevndin og tøkugjald
    Landsstýrismaðurin í vinnumálum arbeiðir í løtuni við einum nýggjum leisti at taka tilfeingisrentuna í alivinnuni inn.
    Sum skilst skal skipanin broytast til partvíst partafelagsskat og partvíst tøkugjald - men hvørjir fyrimunir eru við tí og hvørjir vansar.
    Hoyr samrøðu við Fróða Magnussen, forman í Búskaparráðnum. 
     
    Uttanlandsnevndin broytast
    Breið semja er um at Uttanlandsnevndin eigur at vera broytt, so hon í størri mun verður kunnað um uttanlands og verjumál.
    44 min
  • Breddin: Menn og javnstøða
    Í hvønn mun mangla menn javnstøðu? Eru nøkur serlig økir, har menn eru meira útsettir? Og hvussu kemur tað til sjóndar?
    Magni Højgaard frá Megna títt lív og Pál Weihe lækni og professari vitja útvarpsstovuna.
    51 min
  • Breddin: Støðan í Gasa - kann man bumba seg til frið?
    Tað eru nú yvir seks vikur síðani, at Hamas leyp á Ísrael. 1.200 fólk lótu liv, og yvir 200 fólk vóru tikin sum gíslar.
    Síðani hava bumburnar regnað yvir Gasa - fleiri 1.000 børn eru millum tey deyðu, sum telja umleið 11.000.
    - Er gamla og háaktuella stíðið óloysiligt?
    Nær kann eitt kríggj rættvísgerast - og kann mann bumba seg til frið?
    Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.
    Jógvan D Hansen og Heini í Skorini eru í útvarpsstovuni.
    49 min
  • Breddin: Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuverkið
    Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er endiliga av eftir meiri enn seks vikur, men loysir tað trupulleikan í føroyska heilsuverkinum?
    Sjúkrarøktarfrøðingar hava bæði hótt við at rýma úr fakinum - og av landinum at arbeiða.
    Hvussu er støðan nú, og eru tær nøgdar við úrsllitið?
    Vit tosa við sjúkrarøktarfrøðingar, Óluvu í Gong, forkvinnu og Tummas í Garði varastjóra í sjúkrahúsverkinum í Breddanum.
    38 min
  • Breddin: Tøkugjøld og sparingar í KvF
    Vinnunevndin arbeiðir í løtuni við einum tøkugjaldi - hetta hóast Høgni Hoydal landsstýrismaður fekk eitt tøkugjald samtykt í vár.
    Hví skal tøkugjaldi hjá samgonguni broytast?
    Landsstýrismaðurin í vinnumálúm er í Breddanum.
    Kringvarpið hevur sett umfatandi sparingar í gongd - men hvat ætlar politiska skipanin við almenna public service stovninum?
    Politiskt kjak við landsstýriskvinnuni í mentamálum, Sirið Stenberg, Sólvit Nólsø, formanni í Mentanarnevndini, Bárði á Lakjuni úr Fólkaflokkinum og Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum.
    50 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners