Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Landsverk og Tórshavnar kommunu ósamd um innkomuvegin
    Kuril er komin á tráðin millum Landsverk og Tórshavnar kommunu um innkomuvegin til Havnar. 
    Landsverk vil ikki rindað landsins part av innkomuvegnum. Tórshavnar kommuna hevur sent rokningar fyri 35 milliónir krónur til Landsverk.
    Kommunan hevur fingið advokat at leggja trýst á Landsverk og á Fiskimálaráðið í málinum. Men tá tað heldur ikki bar á mál, hevur borgarstjórin í Havn havt fund við løgmann fyri at fáa hann at leggja trýst á Fiski- og samferðslumálaráðið.
    42 min
  • Á Breddanum: Framtíðin hjá Landsverki
    Hevur Landsverk eina framtíð, og hvussu sær hon út?
    Tað er kjarnin í einari greining, sum embætisfólk í miðfyrisitingini hava latið úr hondum, og sum nú er latin løgmanni.
    Arbeiðsbólkurin nevnir tríggjar møguleikar:
    - at dagføra verandi skipan við Landsverki,
    - at fara aftur til skipanina, sum var galdandi fyri 2001, har aðalráðini sjálvi umsita byggiverkætlanir. Sostatt missir Landsverk leiklutin sum almennur byggiharri.
    40 min
  • Á Breddanum: Verkfallið og fíggjarliga sperdar familjur
    Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum tók aðra vend í gjár, tá ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaði frá, at tey, sum hava undantak at vera til arbeiðis, skulu fáa yvirtíðarløn.
    Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vildi í gjár ikki siga, um limirnir fáa tað, og landssjúkrahúsið vísir til fíggjarmálaráðið, men hvat merkir hetta kravið fyri sjúkrahúsverkið?
     
    Hjálparpakki
    Hjálparpakkin sum landsstýrið samtykti í mars, er bara galdandi til 1. januar.
    43 min
  • Breddin: Veiðutrýst á landgrunninum og neyðhjálp til Gasa
    Frítt fiskarí er í roynd og veru á landgrunninum, tí har eru so nógvir óbrúktir fiskidagar. Tað merkir, at stovnarnir verða niðurfiskaðir, siga búskaparfrøðingar, sum vilja hava eina burðadygga fiskivinnu á landgrunninum.
    Fyrimunir og vansar eru við bæði kvotaskipanum og fiskidagaskipanini, men vit eiga at hava eina áseting um, hvat skal gerast um ein stovnur er serliga illa fyri, heldur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.
     
    Neyðhjálp sleppur ikki fram í Gaza
    43 min
  • Breddin: Barsilsgjald og val í Póllandi
    Barsilsútgjaldið er ikki hækkað í 20 ár - tað skal tað nú, heldur andstøðan, sum hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um at hakka útgaldið við 3.000 krónum.
    Skipanin er eisini ov lítið smidlig fyri pápar og fólk, sum ikki eru í starvi og tí skal hon endurhugsast, heldur samgongan.
    Fýra limir í rættarnevndini kjakast um broytingar í barsilsskipanini.
    Val í Póllandi
    58 min
  • Breddin: Ísrael-Gaza og makrelstuðul
    Eftir spreingingina á einum sjúkrahúsið í Gasageiranum í gjárskvøldið, er spenta støðan blivin enn spentari.
    Arabisku grannalondini siga, at ísrael hevur ábyrgdina, meðan ísrael peikar eftir einum yvirgangsfelagsskapi.
    Í øllum ruðuleikanum er amerikanski forsetin lendur í Ísrael í morgun í eini roynd at kyrra partarnar.
    1 hr
  • Makrelur sum stuðul og happing
    Dennis Holm var greiður, tá hann kom til sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
    Brúksskylda skal vera galdandi fyri uppsjóvarfisk eisini, soleiðis at tey sum fáa kvotur frá landinum eisini skulu fiska tær - eisini línuflotin, sum fær makrelkvotur.
    Í verandi lóg er eitt undantak, sum merkir, at línuskip og garnabátar, sum fáa makrel kunnu selja kvoturnar víðari til onnur at fiska.
    Tað skal steðgast, heldur Dennis Holm, men hann hevur kortini ikki ásetingina í lógaruppskotinum, sum er á veg í tingið.
    45 min
  • Breddin: Stríðið millum Ísrael og palestinar
    Eitt stríð, sum bara harðnar.
    Tað tykist vera støðan í Ísrael og Palestina, sum aftur eru í blóðigum kríggi. 
    Men hvat er søguliga orsøkin til ósemjuna?
    Tað hava vit spurt søgufrøðingin, Hans Andrias Sølvará, og rithøvundin Hanus Kamban, sum júst hevur latið eina bók úr hondum um antisemitismu, frá ár 60 eftir Krist, til 1945.
    Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetrinum, verður í útvarpsstovuni.
     
    Við í sendingini: Hanus Kamban, Hans Andrias Sølvará og Heini í Skorini.
    1 hr
  • Breddin: Sálarheilsa og happing í fólkaskúlanum
    Sálarheilsan hjá teimum ungu tykist vera í afturgongd, og á tiltaki í Løkshøll var ljós varpað á málið á altjóða sálarheilsudegnum.
    Gera vit nóg mikið fyri at fyribyrgja, og hvussu hevði støðan verið, um meira varð gjørt við fyribyrging?
    Fólkaskúlin
    Alsamt fleiri næmingar kenna seg vera fyri happing í fólkaskúlanum.
    Tað var ein av niðurstøðunum í trivnaðarkanning, sum varð løgd fram í farnu viku.
    Men hví fara tølini skeivan veg? Og hvussu venda vit hesari gongdini?
    Tað spyrja vit trivnaðaráðgeva í fólkaskúlanum um.
    47 min
  • Breddin: Støðan í samgonguni og kríggj í Ísrael
    Tað brýtur í bæði borð í samgonguni. 
    Meðan fleiri stórmál liggja á láni, hevur serliga eitt mál fingið ilt í samgongufólk, nevniliga nýggja prísskipanin, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar at seta í verk fyri Strandferðsluna.
    Árni Gregersen og Beinta Løwe koma í útvarpsstovuna at gera viðmerkingar um politisku støðuna. 
     
    Ísrael og Hamas
    Ísrael var tikið á bóli, tá Hamas-felagsskapurin, sum hevur valdið í Gaza-geiranum, fór at skjóta rakettir inn í Ísrael um vikuskiftið.
    35 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners