Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Tøkugjald og dátutrygd
    "Ov vánaligt politiskt handalag."
    "VinnuÓVinarligt tøkugjald."
    Ákoyringarnar á Høgna Hoydal, landsstýrismann í vinnumálum, vóru nógvar í tinginum mikukvøldið, tá tingið hevði 1. viðgerð av einum uppskoti hjá Sambandsflokkinum um broytingar í tøkugjaldinum.
    Og ákoyringarnar komu frá bæði frá andstøðu og hansara egnu.
    Men kann andstøðuuppskotið blíva samtykt?
    Karlot Hergeirsson, Árni Skaale, Uni Holm Johannesen og Erhard Joensen, tinglimir í Vinnunevndini, kjakast um málið.
    1 hr 1 min
  • Breddin: Gildistíð av fiskiloyvum
    Í áravís stóðu flokkarnir í núverandi samgongu - Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin og  Framsókn saman um at umskipa fiskivinnuna soleiðis, at hon var grundað á marknaðtreytir.
    Aðalendamálið var, at tilfeingisrentan í "fólksins ogn", varð tikin inn, og at fyribyrgja at fiskurin í havinum kring Føroyar verður endaliga avhendaður til privatar aktørar.
    49 min
  • Breddin: Verkfallið
    Síðani løgtingið legði uppí verkfallið hevur lítið og einki verið at hoyrt til sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum nú hava verið í verkfali í 37 dagar. 
    Vit tosa við forkvinnuna Óluvu í Gong og fólk við nógvum royndum innan samráðingar og seming.
    Í Breddanum í dag eru Ingeborg Winther, sum var forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í nógv ár, Marita Rasmussen, sum var stjóri í Vinnuhúsinum og hevur umboðað arbeiðsgevarafeløgini til samráðingar og fyrrverandi semingsmann Jógvan Amonsson
    53 min
  • Breddin: Skattalættin
    Tað eru tey, sum vinna milum 37.500 og 50.000 um mánaðin, sum fáa mest burturúr skattalættanum.
    Endamálið er at lækka markskattin og eggja serliga kvinnum til at arbeiða meira, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
    Skattalættin hjá landsstýrinum er til fyrstu viðgerð í tinginum í dag.
    46 min
  • Breddin: Verkfallið og politiska støðan
    Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og politiska støðan eru evnini í Breddan.
    Árni Gregersen, journalistur, og Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, eru í útvarpsstovuni, har teir viðmerkja og greina politisku støðuna, sum er íkomin, nú løgtingið í gjárkvøldið legði seg út í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
    Gestir: Árni Gregersen, Jóannes Eidesgaard, Steinar Eirikstoft og Ingeborg Winther
    Gjørt sendingina hava: Ruth Winther Poulsen, Frants Jensen og Hallur av Rana, sum eisii var redaktørur.
    45 min
  • Breddin: Útoyggjar sum ein kommuna og støðan í verkfallinum
    Skulu allar útoyggjar vera ein kommuna?
    Í kanning, sum Útoyggjafelagið hevur gjørt, siga tveir triðingar av teimum spurdu á útoyggj, at tey eru sera misnøgd við gongdina í bygdini ella oynni, har tey búgva.
    Hugskotið at gera allar útoyggjar til eina kommunu er tikið fram aftur.
    Vit hava Olgu Biskupstøð, samskipara í Útoyggjafelagnum, Óla Jákup úr Dímun, formann í Útoyggjafelagnum, og Tórbjørn Jacobsen, formann í Kommunufelagnum, í útvarpsstovuni.
    1 hr 8 min
  • Breddin: Ferðavinnan
    Hvussu skal ferðavinnan skipast næstu árini? 
    Spurningur er enn einaferð aktuellur eftir, at Visit Faroe Islands í gjár kunngjørdu ferðavinnu strategiina fram móti 2030.
    52 min
  • Á Breddanum: Grøn orka í Eysturlund
    Effo skal gera eina stóra vindmyllulund á vestursíðuni á Lambavík. Talan er um 24 vindmyllur, og lundin eru fýra ferðir so stór sum vindmyllulundin á Gellingarkletti oman fyri Havnina. 
    Havsbrún í Fuglafirði er ein av stóru avtakarunum at grønu orkuni, men ætlanin er eisini at framleiða grøna orku til skip og bátar, í fyrsta umfari til tvíkiljur.
    Gestir: Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, og Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún
    Gjørt sendingina hava: Frants Jensen, Ruth Winther Poulsen og Hallur av Rana
    48 min
  • Á Breddanum: Rentuhækkingar og Skansabryggjan
    Í gjár boðaði Evropeiski miðbankin frá, at tey meta ikki, at tað er neyðugt at hækka rentuna meiri.
    Sostatt verður rentan verandi á fýra prosentum.
    Skansabryggjan
    Tórshavnar kommuna ætlar at útbyggja Skansabryggjuna norðureftir. Samtykt var í gjár at brúka eina millión til fyrireiking og prosjektering.
    Men øll eru ikki fegin um hesa ætlanina.
     
    Gestir: Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum,  og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum.
    31 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners