Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Valdsjavnvágin í heiminum og fólkaræðið
    Í ár verða fleiri enn 70 val hildin kring heimin, og tað kundi sæð út sum eitt sigursár fyri fólkaræðið, at meira enn helmingurin av heimsins íbúgvum búgva í londum, har tað í ár verður landsumfatandi val.
     
    Men tað eru fleiri og fleiri, sum spyrja, um fólkaræðið, sum vit kenna tað hevur ein lokadag - og kann 2024 gerast eitt ár har valdsjavnvágin í heiminum broytist og harvið eisini støðan hjá vesturheiminum?
    32 min
  • Breddin: Gongd í haga
    Tað verður ikki loyvt at taka pening frá ferðafólki fyri at ganga í haganum eftr nýggju lógini um burðadygga ferðavinnu.
    Gjald skal takast frá øllum ferðafólkum, sum ikki eru skrásett at búgva í Føroyum, tað skal býtast millum kommunur, heimfólkið í bygdum og bøndir.
    Haraftrat verður ásetingin í lógini um hegn frá 1937 strikað, sum sigur at ørindaleys ikki kunnu fara í hagan uttan at spyrja um loyvi frá bóndanum.
    49 min
  • Breddin: Fíggjarpolitiskt regluverk og gongd í haga
    Eitt hugtak, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni er fíggjarpolitiskt regluverk.
    Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vil gjarna hava fíggjarpolitiskt regluverk - øll londini rundan um okkum hava tað - men hvat er tað? Og hevur Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum undirtøku fyri tí?
     
    Tað hyggja vit uppá í Breddanum í dag.
    53 min
  • Breddin: Veiðiloyvi og støðan í Miðeystri
    Veiðiloyvini eru aftur knýtt at stálinum, og tað merkir, at bæði Vørn og skipaskrásetingin hava úr at gera.
    Eitt nú eru fiskidagarnir á Føroya Banka áhugaverdir, og nógv skal til fyri at loyvini kunnu gagnnýtast til fulnar.
    Hetta elvir summum trupulleikar.
    28 min
  • Breddin: Minni matoyðsl
    55 prosent av húsarhaldsruskinum er matleivdir. Tað vísir ein kanning, sum kommunala brennistøðin hevur gjørt av 580 kilo av ruski í Tórshavnar Kommunu.
    Matvøruhandlarnir royna at selja vørurnar áðrenn tær vera for gamlar, og minni fer burtur í dag, enn tað hevur gjørt, sigur umboð fyri fleiri matøruhandlar í Føroyum.
    Ongar reglur eru fyri nær frukt og grønmeti skal burturbeinast - tað er altíð ein meting, sigur Heilsufrøðiliga starvstovan.
    32 min
  • Breddin: Eitt ár síðan valið
    Eitt ár eftir, at Javnaðarflokkurin. Tjóðveldi og Framsókn vunnu valið tykist fólksliga undirtøkan at skinkla.
    Nýggjasta spyr.fo kanningin vísir, at andstøðan hevur vunnið fimm tingsessir frá samgonguni og Fólkaflokkurin og sambandsflokkurin høvdu einsamallir kunnað skipað stjórn. 
    Hvør er orsøkin til, at samgongan missir veljarar?
    54 min
  • Breddin: PISA-kanningin
    Eitt fall í úrtøku, sum ikki er sæð fyrr. Skelkandi føroysk úrslit.
    So var hon aftur her. PISA frágreiðingingin.
    Føroyskir fólkaskúlanæmingar hava stóra afturgongd í støddfrøði og lesing.
    Sambært frágreiðingini er føroyska PISA-úrslitið, serliga í støddfrøði, skelkandi. 
    Vit tosa við fýra av teimum fólkunum, sum hava gjørt kanningina. 
    Tey eru Ingi Højsted, Erla Olsen, Páll Isholm og Laufey Haraldson Blaasvær.
    1 hr 1 min
  • Breddin: Álvarsliga átalan til Heilsumálaráðið
    Heilsumálaráðið royndi tilvitað at fjala upplýsingar fyri Kringvarpinum og Løgtingsins Umboðsmanni, sjálvt um Umboðsmaðurin fleiri ferðir royndi at fáa upplýsingar til høldar. 
    Tí hevur aðalráðið fingið eina álvarsliga átalu frá Umboðsmanninum, sum er sent til løgtingið, løgmann og landsstýriskvinnuna í heilsumálum. 
    Men hvat er hent, hví er tað álvarsamt og hvørjar eru avleiðingarnar?
    Vit tosa við Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, og Duritu Sigmundsdóttir Djurhuus, løgfrøðing.
    Føroyskir næmingar dumpa
    48 min
  • Breddin: Burðartalið
    Vit fáa færri børn, enn vit hava fingið.
    Vit seta ikki longur fleiri í verðina, enn vit sjálvi telja, og tað fær ávaringarklokkurnar at ringja hjá fleiri fakfólkum.
    Eru Føroyar ikki eitt nóg gott land at eiga børn í?
    Er hetta eitt rák uttan úr heimi, sum nú er komið til okkara?
    Tað kjakast nevndarlimir í Trivnaðarnevndini um í útvarpsstovuni.
    40 min
  • Harðskapur og versnandi livikor
    Kvinnuhúsið í Havn fær fleiri og fleiri áheitanir.
    Hetta rákið er ikki serføroyskt, tí eisini í grannalondunum eru alt fleiri, sum leita sær hjálp, tí tey eru ella hava verið fyri harðskapi.
    Ráðgevi í Kvinnuhúsinum og sálarfrøðingur koma í útvarpsstovuna.
     
    Versnandi livikor
    Samstundis, sum fleiri hjálparfelagsskapir staðfesta, at talið á umbønum setur met, sigur landsbankastjórin, at føroysku húsarhaldini eru væl fyri.
    1 hr

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners