Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Fosturtøkulógin
    Fosturtøkulógin skal endurskoðast, men kunnu vit semjast um, hvussu tann nýggja lógin skal smíðast?
    Nei, siga Frítt val og Provita, sum í nýggjari dokumentarsending viðgera fosturtøkuspurningin. Vit tosa við báðar partar.
    Og seinni í sendingini tosa vit við landsstýrismannin í lógarmálum og spyrja, hvussu hann ætlar at endurskoða fosturtøkulógina.
     
    Gestir: Elisa Vang, Ruth Norðgerð og Bjarni Kárason Petersen.
    Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Marjun Dalsgaard og Birgit Carina Eliasen, sum var redaktørur.
    Tøkningur: Rúni Eysturlíð.
    42 min
  • Breddin: Ríkisfelagsskapur og nýskipanir
    Neyðugt er við einum nýggjum felagsskapi, sum kann koma í staðin fyri Ríkisfelagsskapin.
    Tað sigur fyrrverandi sendimaðurin, Michael Zilmer-Johns, og fólkatingsmaðurin, Bertel Haarder.
    Nýskipanir
    Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum má tryggja nýskipanir og breiðar semjur, men tað tykist torført at fáa slíkt samstarv í lag.
    Men hví er tað so trupult at fremja nýskipanir í Føroyum? Tað spyrja vit í dag fyrrverandi politikarar um.
    Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Bjarni Djurholm vera í útvarpsstovuni.
    1 hr 2 min
  • Breddin: Kynsligur ágangur og vetrarfrí í skúlanum
    Fyrsta roynd at kanna, hvussu umfatandi kynsligur ágangur er í Føroyum, var løgd fram í gjár.
    Enn er langt á mál - vit mangla tøl, sigur felagsskapurin, Kris.
    Birgit Eliasen tosar við Erling Fles, Malan Kjærbo og Katrin Thorsvig Hansen.
    Vetrarfrí er á veg
    Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, Djóni Nólsøe Joensen, hevur sent uppskot um tað til hoyringar, men øll eru ikki so fegin um ætlanina.
    Gestir: Djóni Nolsøe Joensen, Eivør í Stórustovu og Lý Gray Djurhuus.
    43 min
  • Breddin: Fíggjarlóg og nýskipanir
    Í dag fer tingið undir at viðgera uppskotið um fíggjarlóg fyri 2024
    Men hvar eru neyðugu nýskipanirnar? Og eru flokkarnir sinnaðir at gera breiðar semjur um neyðug átøk.
    Tað er evnið í Breddanum í dag.
    Orðaskifti verður millum Aksel V. Johannesen, løgmann, og formann í Javnaðarflokkinnum, Bárð á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, Beinir Johannesen, formann í Fólkaflokkinum, og Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum og forkvinnu í Framsókn.
    51 min
  • Breddin: Verkfallið og útgreining í psykiatriini
    Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í Sjúkrahúsverkinum hevur nú vart í eitt gott samdøgur.
    Undantøk eru kortini givin, at virksemi heldur fram á deildunum, men tað er munandi skert.
    Vit frætta tað nýggjasta um støðuna frá Steinari Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverkinum.
    Í sendingini fara vit eisini at greina verkfallið saman við Estheri Dahl, sum í gamla starvi sínum sum ráðgevi í Vinnuhúsinum í mong ár var partur av samráðingunum á privata arbeiðsmarknaðinum, og Beintu Løwe, fyrrverandi tingkvinnu.
    45 min
  • Breddin: Eykasending um fíggjarlógaruppskotið
    Eitt hall á 64 milliónir krónur næsta ár og næstan ongar nýggjar íløgur. 
    Tað var boðskapurin, tá Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í morgun legði fram fíggjarlógaruppskotið.
    Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum,  vitjar í útvarpsstovuni, og síðst í sendingini er kjak millum andstøðulimirnar í fíggjarnevndini. 
    Gestir: Fróði Magnussen, Beinir Johannesen, Steffan Klein Poulsen og Erhard Joensen.
    Gjørt sendingina hava John Johannesen og Hallur av Rana, sum var redaktørur. 
    Tøkningur var Rúni Eysturlíð.
    55 min
  • Breddin: Fíggjarlógin og bíðilisti til barna- og ungdómspsykiatri
    Ruth Vang, landsstýriskvinna, legði á tingfundi klokkan 10 fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2024.
    Og eitt korter seinni skipaði hon fyri tíðindafundi í Smæruni í Havn um fíggjarlógina.
    Breddin sendi beinleiðis frá tíðindafundinum.
     
    Vaksandi bíðilistar
    Bíðilistin til barna- og ungdómspsykiatriina bara veksur, men hvørja ávirkan hevur tað, og hvat kann gerast, verður eisini spurt í sendingini í dag.
     
    Gestir: Marjus Dam, Signhild Johannesen, Elmar Ósá og Elin Ásudóttir.
    43 min
  • Breddin: Útlit fyri verkfalli og tørvur á mati og klæðum
    Nògv bendir á, at sjúkrahúsverkið má brynja seg til verkfall, eftir at Semingsstovnurin í gjár gavst at royna semju millum Fíggjarmálaráðið og sjúkrarøktarfrøðingarnar.
    Vit greina aktuellu støðuna saman við viðmerkjara.
     
    Mat- og klædnahjálpin hjá Reyða Krossi
    Alsamt fleiri fólk hava tørv á mat- og klædnahjálp frá Reyða Krossi. Vit seta sjóneykuna á, hvussu inflatiónin rakar føroysku húsarhaldini.
     
    Gestir: Ingolf S. Olsen og Sigrið Zachariasen
    36 min
  • Breddin: Fyrsta granskingin av inklusjón í fólkaskúlanum
    Eigur fólkaskúlin at vera fyri øll børn?
    Ja, heldur Frida Poulsen, granskari, sum er tann fyrsti, ið hevur granskað í inklusjón í føroyska fólkaskúlanum.
    Ein inkluderandi fólkaskúli hevur til endamáls at skapa eitt umhvørvi, har allir næmingar kunnu læra, trívast og mennast eftir tørvi.
    Men hví vita vit so lítið um inklusjón, hvat ber tað í sær, og hvør er tørvurin?
    Gestur: Frida Poulsen
    Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Tøkningur: Øssur Egholm
    32 min
  • Breddin: Politiska støðan og kommunuval
    Eitt spennandi politiskt heyst stendur fyri framman. 
    Millum stórmálini, sum greiða skal fáast á, eru fiskivinnusamstarvið við Russland, stytting av arbeiðsvikuni, lønarlyft, málið um gongd í haga og ikki minst, fíggjarlógin, sum verður løgd framm fríggjadagin. 
    Árni Gregersen, journalistur, og Beinta Løwe, fyrrverandi tingkvinna, greina politisku støðuna í útvarpsstovuni.
    Færri valevnir
    12. november næsta ár skulu føroyingar enn einaferð seta kross við tey nøvnini, sum tey vilja skulu stýra teimum føroysku kommununum.
    39 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners