Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Styttri arbeiðsvika
    Stytta arbeiðsvikan fer at kosta fleiri hundrað milliónir krónur um árið, sigur Vinnuhúsið.
    Fakfelagssamstarvið hevur aðra meting. Tað fer at kosta umleið 100 milliónir krónur, vísir kanning, sum fakfelagssamstarvið læt gera.
    Men hvat vendir upp, og hvat vendir niður, nú Búskaparráðið staðililiga mælir frá ætlanini hjá landsstýrinum at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar?
    Evnið verður viðgjørt í Breddanum hesuferð.
    49 min
  • Breddin: Haldføri og pensjónsaldur
    Fíggjarlógin gevur hall í ár og næsta ár, og framskrivingar vísa, at hetta er ein trupulleiki, sum bara fer at vaksa, um tiltøk ikki verða sett í verk.
    Tað segði Búskaparráðið, tá heystfrágreiðingin varð løgd fram fríggjadagin.
    Breddin hesuferð snýr seg um serliga eitt av tiltøkunum, sum er at hækka pensjónsaldurin.
    Í sendingini tosa vit við Maluna Johansen, landsbankastjóra, og Beatu L. Samuelsen, forkvinnu í Landsfelag Pensjónista.
    Aftaná er politiskt kjak.
    1 hr
  • Breddin: Heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum
    200 milliónir í halli í 2024 og 30 milliónir í halli í ár.
    Tað stendir millum annað í frágreiðingini, sum Búskaparráðið legði fram fyrrapartin.
    Ráðið mælir beinleiðis frá fleiri av vallyftunum hjá hesi samgonguni, eitt nú stytta arbeiðsviku og skattalætta - tí tað minkar um arbeiðsútboðið og kostar landskassanum nógvar pengar.
    Í Breddanum í dag eru samrøður við Fróða Magnusen formann í Búskaparráðnum, Aksel V Johannesen, løgmann og Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.
    Viðmerkjarirnir Torbjøn Jacobsen og Árni Gregernsen vóru í útvarpsstovuni.
    56 min
  • Breddin: Føroyskir pensjónspengar skulu arbeiða í Føroyum
    Føroysku pensjónsgrunnarnir umsita 12 milliardir krónur og nógv tann størsti parturin arbeiðir uttanlanda.
    Tað er ikki í lagi, sigur Ben Arabo, stjóri í Framtaki.
    Hoyr samrøðuna við Ben Arabo her.
    Sísðst í sendingini er kjak við Jan Jakobsen, stjóra í Lív, Helga L Petersen, stjóra í Betri Pensjón og Brian Smedemark, stjóra í Nordik Pensjón um íløgur í Føroyum ella uttanlanda við pensjónspengum.
    52 min
  • Breddin: Kollfirðingar rópa varskó
    Tað eru fleiri kollfirðingar, sum halda støðuna vera vanlukkuliga, nú færri og færri børn verða fødd í kommununi, og ungar familjur ikki fáa grundstykki í bygdini. Í ár vera væntandi bara trý børn fødd í Kollafirði.
    Kollfirðingar halda, at støðan er sum í útjaðarinum, og fleiri hótta við, at Kollafjørður má taka seg úr Tórshavnar kommunu, um Tórshavnar kommuna ikki ger nakað munagott fyri at bjóða út fleiri grundstykkir og at fáa ungar familjur at trívast í bygdini.
    Í sendingini hava vit kjak millum kollfirðing og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu.
    46 min
  • Á Breddanum: Haturstala í kjakinum
    Haturstala.
    Orðið hevur verið nógv at hoyrt seinastu vikurnar - av einum póli, sum sigur seg verða útsettan fyri haturstalu, og einum øðrum, sum sigur seg verða ákærdan fyri at fremja haturstalu.
    Men hvat er haturstala? Og hevur kjakið seinastu tíðina verið merkt av haturstalu?
    Gestir: Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, og Sigri Gaini, P.hd-lesandi.
    Gjørt sendingina hava: Birgit Carina Eliasen, Ruth Winther Poulsen og Frants Jensen, sum var redaktørur.
    Teknikari: Rúni Eysturlíð.
    24 min
  • Breddin: Serflokkar í fólkaskúlanum
    Talið á næmingum í fólkaskúlanum, sum hava tørv á at sleppa í serflokk, er trífaldað seinastu sjey árini.
    Í 2017 var talið 82. Í dag, sjey ár seinni, er talið 238.
    Hví er talið hækkað so nógv, og hvat verður gjørt fyri at bøta um støðuna?
    Landsstýrismaðurin í barna- og undirvísingarmálum hevur fingið eitt tilmæli um, hvat kann gerast fyri at bøta um støðuna. Men ætlar hann at játta meira pening til økið?
    Gestir: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, og Fríðbjørg Hammer, varaskúlastjóri í Kollafjarðar skúla.
    47 min
  • Breddin: Fólkadómstólurin og fólkaræði
    Fólkadómstólurin verður sterkari samstundis sum talið av talgildum pallum veksur.
    - Men hvat er hetta í grundini fyri eitt fyribrigdi? Og er fólkadómstólurin ein grundarsteinur undir fólkaræðinum, ella er hann órættvísur og ódemokratiskur?
    Í sendingini verður tosað við námslektara í heimspeki og stjórnmálafrøðing um evnið.
    Vit spyrja: Er fólkadómstólurin vælkomin, ella er hann vandamikil?
     
    Gestir: Jógvan D. Hansen, lektari í heimsspeki, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur.
    34 min
  • Breddin: Talufrælsi og tøknirisar
    Tøknirisarnir hava av álvara gjørt innrás í samfelagið, men hvørjar broytingar hevur tað í grundini ført við sær? Og eri hesar broytingar jaligar ella neiligar
    Hóast stór ábyrgd fylgir við tøkniligari innrásini, so eru talgildir pallar sterk amboð, sum hava stimbrað undir fólkaræði. Tað sigur Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðingur.
    Men Heini í Skorini, lektari og granskari, heldur tað serliga eru tøknirisar, sum hava fingið størsta ágóðan av hesum. Og hóast sosialir miðlar hava givið okkum meira talufrælsi, er tað ikki neyðturviliga betri fyri samfelagið.
    38 min
  • Breddin: Útoyggjaálit
    22 ár eftir, at fyrsta útoyggjaálitið bleiv handað løgtinginum, skal nú eitt nýtt orðast.
    Tað upplýsti Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, tá hann svaraði ein §52a fyrispurning frá Honnu Jensen, tingkvinnu fyri Framsókn.
    Men hvat spurdist buturúr álitinum frá 2001, og hvat vónar man, at fáa burturúr einum nýggjum áliti?
    Tað spyrja vit nøkur av teimum, sum búgva og virka á útoyggj, og so er formaðurin í Útoyggjafelagnum, Óli Jákup úr Dímun, eisini gestur í útvarpsstovuni.
    46 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners