Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Politiskt kjak um snarskipanina
    Samfelagið skríggjar eftir arbeiðsmegi.
    Hetta er bara ein av yvirskriftunum seinnu árini, sum bera vitnisburð um búskaparligu hjólini, sum hava malið so mikið skjótt, at trupult hevur verið hjá vinnulívinum at fylgt við eftirspurninginum.
    Og tá tað ikki eru nóg nógvar hendur til tann - til tíðir at tykjast - ómettaða hugin hjá vinnulívinum at vaksa meira, er neyðugt at útvega arbeiðsmegina aðrastaðni frá.
    Loysnin hevur verið at lata slúsurnar upp fyri arbeiðsmegi úr øðrum londum.
    1 hr 1 min
  • Breddin: Príshækkingar og brennistøð
    Eina ella tvær brennistøðir? Fáir spurningar elva til eins nógv kjak millum kommunupolitikarar sum hesin. Og tað er við jøvnum millumbilum.
    Vit seta tveimum fyrrverandi kommunalpolitikarum, Elina Lidenskov og Hilmari Danielsen, stevnu fyri at fáa greiðu á, hví júst hetta málið er so torført at loysa. 
    Príshækkingar
    Príshækkingar - serliga seinasta árið - síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina, hava havt stóra ávirkan á, hvussu gerandisdagurin háttar sær hjá nógvum føroyingum.
    45 min
  • Breddin: Heimaflotin og Landsstýrismálanevndin
    Heimaflotin er í kreppu. 
    Tað er dapri boðskapurin frá trimum feløgum, Garnaskip, Trolskip og Lemmatrolarar, sum umboða heimaflotan.
    Kjarnin í trupulleikanum er, at tey bert kunnu fiska undir Føroyum, og fiskiskapurin hevur verið vánaligur leingi.
    Umboð fyri politisku flokkarnir koma á gátt í útvarpstovuna at kjakast um framtíðina hjá heimaflotanum.
    Landsstýrismálanevndin
    Meðan løgtingið er farið í summarfrí, er landsstýrismálanevndin farin til verka.
    57 min
  • Breddin: Snarskipanin og almenni eigarapolitikkurin
    Er nakað eftirlit við teimum arbeiðsgevarum, sum fáa útlendingar til arbeiðis gjøgnum snarskipanina. Og hvørja hjálp ella kunning fáa útlendingar, sum koma til landið at arbeiða. 
    Tað eru nakrir av spurningunum, sum standa ósvaraðir eftir dokumentarin Uppihald í óvissu.
    Sólva G. Dam, deildarleiðari fyri Útlendingastovuna, sum varðar av snarskipanini, vitjar sendingina. 
    Almenn partafeløg
    Hvat ætlar landsstýrið við almennu partafeløgunum?
    37 min
  • Breddin: Snarskipan til kroystan arbeiðsmarknað
    18. november 2021 sá snarskipanin, fast-track, dagsins ljós.
    Endamálið við nýggju skipanini er at útvega arbeiðsmegi til ein kroystan arbeiðsmarknað, sum tá var merktur av søguligum lítlum arbeiðsloysi.
    Men hvørji krøv verða sett til arbeiðsgevarar, hvat verður gjørt fyri at hjálpa útlendingum at gerast ein partur av føroyska samfelagnum, og hvar fara útlendsku arbeiðstakararnir, um okkurt er galið.
    Hesir spurningarnir verða settir í Breddanum hesuferð.
     
    Gestir: Erika Anne Hayfield, Jens Martin Knudsen, Ken Nónklett, Kári Holm Johannesen
    30 min
  • Breddin: Kommunulæknaskipan og sálarheilsa hjá næmingum
    Kommunulæknaskipanin
    Hvussu skal kommunulæknaskipanin skipast frameftir?
    Tann spurningurin gjørdist brádliga aftur aktuellur, tá Margit Stórá fyri viku síðan upplýsti, at hon arbeiðir við einari ætlan at yvirtaka tann partin av skipanini, sum kommunurnar í dag umsita.
    Men er undirtøka fyri ætlanini hjá samgonguni? Tað spyrja vit kommunulæknafelagið, kommunufelagið og partar av andstøðuna um í dag
    Ung og sálarheilsa
    Hvussu eru miðnámsskúlanæmingar fyri sálarliga? Tað varpar ein nýggj kanning ljós á.
    56 min
  • Breddin: Serskattaskipanir, russiskur fiskiskapur og Trump
    Fishfacts hevði almenna framløgu í morgun, har greitt verður frá russiska fiskiskapinum í Irmingarhavinum og í føroyskum og altjóða sjógvi frá 2020 til 2023.
    Sambært tølum hjá Fíggjarmálaráðnum, hava serskattaskipanir við sær, at landið missir umleið 300 milliónir krónur árliga.
    Skulu vit varðveita hesar skipanirnar, sum komu í gildi, tá ið arbeiðsloysi var stórt í Føroyum, ella skulu tær strikast, nú tørvur er arbeiðsmegi?
    Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum, Hanna Jensen í Framsókn og Eirikur í Jákupsstovu í Tjóðveldi kjakast um evnið í útvarpsstovuni.
    48 min
  • Breddin: Skíggjanýtsla og politisk greining
    Skíggjanýtsla
    Fólkaheilsuráðið mælti fyri fleiri árum síðani til at avmarka skíggjanýtsluna hjá børnum. Men kortini nýta flestu børn nógvar tímar framman fyri skíggjan hvønn dag.
    Gitte Klein, sálarfrøðingur, sum var við til at orða nýggju skíggjaráðini, verður í útvarpsstovuni.
    Politiska støðan
    Seks mánaðir eftir seinasta løgtingsval vísir nýggj spurnakanning, at samgongan hevði mist meirilutan, um val var í dag.
    Politisku viðmerkjararnir, Doris Bjarkhamar og Árni Gregersen, greina politisku støðuna.
    47 min
  • Breddin: Ferðavinna og løgmaður um russisku tølini
    Málið um gongd í haga er framvegis ikki loyst.
    Í Mykinesi krevja tey pening inn, tá ferðafólkini koma í land. Í Saksun stendur eitt gjaldsportur fyri fólki á fjórða ári á rað og Høgni Hoydal er 4. landsstýrismaður, sum hevur sett sær fyri at loysa málið um ferðavinnuna og føroysku náttúruna. Men fer tað at eydnast? Og hvat siga limirnir í rættarnevndini har eitt uppskot um eina lendisætlan væntandi skal viðgerðast til ferðavinnu og gongd í haga.
    1 hr 9 min
  • Breddin: Bakkafrost niðurlagar virksemið í Føroyum
    Bakkafrost fer at niðurlaga íløgur og møguliga alt góðskingarvirksemi í Føroyum.
    Tað var boðskapurin frá peningasterkastu fyritøkuni í Føroyum fyrr í vikuni.
    Men er tað bara tómar hóttanir og trýst á politisku skipanina, tá risafyritøkan sigur seg vera noydda at niðurlaga virksemið i Føroyum vegna hækkaða tøkugjaldið? Ella hevur politiska skipanin lagt so stórt trýst á alivinnuna, at her ikki er verandi?
    46 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners