Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Politiska støðan og barnsburðartunglyndi
    Ofta verður angist og tunglyndi í sambandi við barnsburð ikki uppdagað nóg skjótt, og mammur fáa tí ikki røttu hjálpina og hóskandi stuðulin. Tað vísir nýggj kanning, sum verður løgd fram í dag.
    Politiska støðan
    Nýggju revsitiltøkini móti Russlandi druknaðu beinanvegin í ivasama talgrundarlagnum, sum landsstýrið legði fyri dagin á tíðindafundinum á Viðareiði hósdagin í síðstu viku.
    43 min
  • Breddin: Privatar gávur og krabbameinsætlanin
    Tað almenna skal ikki taka ímóti gávum við treytum. Tá gávur verða lætnar, skal tað vera fult gjøgnumskygt og uttan treytir.- Tað siga tær báðar Súsanna Olsen námslektari á Fróðskaparsetri Føroya og Beinta Løwe fyrrverandi tingkvinna og journalistur.
    52 min
  • Breddin: Landsstýrið setir tiltøk í verk móti Russlandi
    Umfatandi havnarstongsil og avmarkaðir møguleikar hjá russum, at keypa tænastur í Føroyum
    Hesi eru tiltøkini, sum landsstýrið nú setir í verk móti Russlandi, tað var upplýst á tíðindafundi á Viðareiði fyrrapartin.
    Men landsstýrið fer ikki at taka støðu til fiskiveiðisamstarvið við Russland í 2024 fyrr enn í heyst.
    Gestir: Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen og Ruth Vang
    Gjørt sendingina hava Jógvan Skeel Nolsøe, Kári Mikkelsen og Frants Jensen, sum eisini er redaktørur.
    Teknikari er Høgni Fagraberg
    45 min
  • Breddin: Atgerðir móti Russlandi
    Møgulig tiltøk móti Russlandi í sambandi við innrásina í Ukraina 24. februar í fjør draga út, og nú meira enn 15 mánaðir eftir russisku innrásina, eru framvegis eingi stórvegis tiltøk sett í verk.
    Í gjár var framløga í Løgtinginum av einum uppskoti um at geva landsstýrinum heimild til at seta tiltøk í verk, men onki um innihaldið í tiltøkunum.
    Innihaldið skal viðgerast í uttanlandsnevndini, og um hon góðtekur hetta, er tað upp til landsstýrið at seta tiltøkini í verk.
    1 hr
  • Breddin: Broytingar í fólkaskúlalógini
    Næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlunum verður lækkað úr 24 niður í 20 næmingar, skúladagurin hjá næmingunum skal styttast, tvílæraraskipanin skal víðkast til at fata um bæði grund- og miðdeild, teir einstøku skúlarnir fáa størri frælsi at leggja til rættis, og lærarar skulu hava fleiri eftirútbúgvingar.
    Hetta er millum tilmælini um broytingar í fólkaskúlalógini, ið ein arbeiðsbólkur er komin við og hevur handað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og undirvísingarmálum.
    1 hr
  • Breddin: My AI og talufrælsi
    My AI er nýggi vinurin í telefonini hjá milliónum av børnum og ungum kring allan heim, sum brúka væl umtóktu appina Snapchat.
    Men My AI er ikki ein persónur, tað er eitt vitlíki. Eitt vitlíki, sum vil hjálpa tær við alskyns spurningum. 
    Tí mugu børn og ung vera varin fyri hesum nýggja vini. Tað sigur Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi.
    Kampen om ytringsfriheden
    Trygdarpolitikkur verður alsamt meira brúktur sum ein orsøk til at avmarka talufrælsi hjá borgarum.
    40 min
  • Breddin: Nýggjur stjóri í BankNordik og vitlíki í skúlanum
    Turið F. Arge stendur nú einsamøll á odda fyri BankNordik-samtakinum.
    Men hvørjar ætlanir hevur hon fyri bankan, og hvussu fer tað at merkjast, at leiðslan er nýggj?
    Vitlíki
    - Tøknin rennur undan, og vit renna aftaná.
    Tað sigur nevndarlimur í Lærarafelagnum, sum eftirlýsir reglugerðir og vegleiðingar fyri, hvussu lærarar skulu fyrihalda seg til nýggju tøknina innan fyri vitlíki, nú landsroyndirnar eru byrjaðar.
    Luttakarar: Turið F. Arge, Eyðbjartur S. Skaalum og Eyðun Gaard.
    49 min
  • Breddin: Mótrokningin hjá fólkapensjónistum
    Í gjár fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, handað eina áheitan frá einum bólki av pensjónistum, sum vilja hækka markið fyri mótrokningina úr núverandi 45.000 krónum upp í 154.791 krónur. 
    Tað skal loysa seg betri hjá pensjónistum at arbeiða, er boðskapurin.
    Tað hendir tvær vikur eftir, at samgongumeirilutin á tingi feldi eitt uppskot hjá Sambandsflokkinum um at strika mótrokningina.
    37 min
  • Breddin: Næmingatal í fólkaskúlanum og norðurlendsk gransking
    Eftir summarfrítíðina vera minst 20 flokkar í fólkaskúlanum, sum hava fleiri enn 24 næmingar í flokkinum.
    Hetta hendir, sjálvt um 24 næmingar er hámarkið fyri, hvussu nógvir næmingar skulu vera í hvørjum flokki, sambært fólkaskúlalógini.
    Vit tosa við skúlar, Undirvísingarstýrið og formannin í Føroya Lærarafelag.
    Gransking
    Føroyar hava fingið sjálvstøðugan limaskap í stýrinum fyri norðurlendska stovnin, Nordforsk, og tað fer eisini at at geva onkrar nýggjar møguleikar fyri gransking.
    54 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners