Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Sálarliga heilsan hjá ungum eftir korona
    Føroyar kláraðu seg væl gjøgnum koronokreppuna samanborið við onnur lond.
    Tað hevur føroysk gransking staðfest. 
    Men hvussu ávirkaði ein heimsumfantandi farsótt ungdómin í Føroyum? 
    Og vita vit, um undantaksstøðan, sum gjørdist gerandisdagur, hevur ført við sær seinárin hjá børnum og ungum?
    Gestir vóru Tóra Petersen, Djóni Eidesgaard og Beinta Dalbø.
    Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen, Jógvan Skeel Nolsøe og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Bjørn Hentze Bech var tøkningur.
    23 min
  • Breddin: Nýggjur stóreigari í BankNordik
    Feløg hjá føroyska kvotakonginum Gullak Madsen eiga nú nærum 16 prosent av partabrøvunum í Bank Nordik. 
    Tað er greitt eftir, at bankin hósdagin í farnu viku boðaði keypsskálanum í Keypmannahavn frá, at bankin dagin fyri hevði fingið upplýst, at sp/f frá 25. september 1978 - við skrivstovu Undir Bryggjubakka 21 - nú eigur 500.000 partabrøv í BankNordik. 
    Í prosentum svara tað til 5,2 prosent av partabrøvunum í bankanum. 
    Ognarskapurin veksur
    Frammanundan eigur Gullak Madsen longur fitt av partabrøvum í bankanum.
    25 min
  • Breddin: Stórir ella smáir stovnar
    Neyðugt er við effektivari og størri bústovnum fyri fólki við serligum tørvi.
    Tað vísir samgongan á, sum nú ætlar at byggja størri bústovnar. 
    Men starvsfólkini á økinum, avvarðandi hjá búfólkum, forkvinnan í Megd og forkvinnan í Javna eru øll atfinningarsom. 
    Tí spyrja vit í dag politikarar, hví tey hóast alt velja at gera størri bústovnar.
    Gestir: Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.
    49 min
  • Breddin: Vantandi gransking við støði í kvinnuni
    Endometriosa
    Hvussu kennist tað at ikki verða tikin í álvara, tá ein hevur pínu. Júst tað, uppliva nógvar kvinnur í sambandi við kvinnusjúkuna endometriosa. Ein orsøk er, at tað ikki er nóg vitan kvinnusjúkuna. Ein av kvinnunum, sum hevur sjúkuna, er Miriam Thomsen. Tað tók sjey ár, áðrenn hon fekk staðfest sjúkuna.
    44 min
  • Breddin: Fólkaflyting og effektivir stovnar
    Hóast eitt søguliga lágt burðatal er fyri fyrstu ferð í 10 ár eingin fólkavøkstur millum føroyingar.
    Tað eru nevniliga útlendingar, sum eiga fólkavøksturin, tí tað eru nú fleiri føroyingar sum flyta úr Føroyum enn til Føroya. 
    Hvat merkir hetta - og - hvørjar avleiðingar kann tað fáa. 
    Tann spurningin seta vit einum av rithøvundunum til bókina Exit Føroyar. 
    Effektivir bústovnar
    Neyðugt er við effektivari og størri bústovnum.
    Tað staðfesti Aksel V. Johannessen, løgmaður, í ólavsøkurøðuni.
    56 min
  • Breddin: Stuðulin til grønar bilar og ódnarveðrið Hans
    Ódnarveðrið Hans hevur í nátt herjað í norðurlendsku grannalondunum fyri eystan.
    Tað hevur ført við sær áarføri, oyðilagdar vegir, yvirflóð og annað fleiri staðnis í Norra og Svøríki. 
    Og norski forsætisráðharrin heitti í gjørkvøldið á norðmenn, um at taka støðuna í álvara.
    37 min
  • Breddin: Próvtøl og hernaðarliga støðan
    Hvønn týdning hevur eitt próvtal? Og skulu vit yvirhøvur hava próvtøl í fólkaskúlanum?
    Tað spyrja vit Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í skúlamálum, sum í farnu viku heilsaði teimum, sum júst hava fingið prógv, at próvtøl ikki eru líka týdningarmikil sum hvussu vit eru sum menniksju.
    Hernaðarliga støðan
    Stórveldini hava aftur fingið áhuga fyri Føroyum og ta strategisku staðseting oyggjarnar hava í Norðuatlantshøvum.
    58 min
  • Breddin: Politiskir polar og IOC-limaskapur
    Førleikin hjá tær at gera eina meining ávirkast av hvussu politikarar tosa við hvønn annan. Tað vísir gransking.
    Vit tosa við Regin Berg, stjórnmálafrøðing, um hvussu kjakið í politisku skipanini kann mynda samfelagið-
    Olympiskt nei
    Meðan U21-landsliðið leggur heimin fyri sínar føtum, er hurðin til lovaða landið - Olymipsku Leikirnir - klamsað aftur.
    U18 landsliðið hevur fingið noktað luttøku til eina undirkapping í olympiskum høpi.
    37 min
  • Breddin: Hoydal og Russland
    Hví fór lógaruppskotið um revsitiltøk móti Russlandi frá at vera nakað, sum vit kenna frá einaveldum til at vera fólkaræðisligt?
    Tann spurningin seta vit Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, sum fyri einum ári síðan samanbar tær heimilidir, sum løgtingið hevur givið honum í samband við tiltøk móti Russlandi, við slíkt, sum vit kenna úr londum við einaveldum.
    Russland
    Tað er trupult at gjøgnumskoða hvat endamálið var við uppreistrinum, tá Wagner-bólkurin leygardagin vendi kanónunum móti Moskva.
    1 hr 3 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners