Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Sonarboyur og trygdarpolitikkur
    Tríggjar ferðir fekk ein føroyskur útrórðarmaður eina sonarboyu á línuna. Sonarboyur verða brúktar av herinum til at finna kavbátar hjá fíggindanum.
    Í sendingini "Skyggekrigen: De russiske spionskibe" sum var víst á DR í gjár, sigur norski lektarin á Sjørkrigsskolen, Ståle Ulriksen, at russisk fiskiskip kunnu brúka sonarboyur til at finna amerikanskar kavbátar við.
    Stjórin á Vørn heldur at talan kann vera um leivdir frá NATO venjingum.
     
    Trygdarpolitikkur
    29 min
  • Breddin - Trygdarpolitikkur og peningagávur
    Hvør ræður í Føroyum?
    Tann spurningurin hongur yvir báðum evnunum vit hava á Breddanum í dag.
    Fyrra er, nær eitt mál verður eitt trygdarmál, og harvið fellir undir trygdarpolitikk, sum ikki er yvirtikið. Spurningurin hevur reist seg enn einaferð nú norðurlendskir miðlar vísa á, at russisk skip hava illgrunarsama atferð, millum annað kring Føroyar, og møguliga njósnast.
    Og seinna evni er um gávur.
    Eitt er gávan, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið frá intil víðari ónevndum vinnuligum fyritøkum í Klaksvík, Leirvík og Fuglafirði. Ein framkomin MR-skannari.
    1 hr 8 min
  • Breddin: Arbeiðsumhvørvi
    Føroyskir fiskimenn fáa ov vánaligan svøvn - og tað gongur út yvir teirra heilsu, og økir um vandan fyri arbeiðsóhappum umborð. Tað er niðurstøðan í Ph.D ritgerð hjá Annbjørg Abrahamsen um yvirmøði hjá fiskifólki. Hennara gransking staðfestir, at hvíldin er alt ov lítil innan fleiri skipabólkar, og tað gongur bæði út yvir heilsu og trygdina umborð. Annbjørg Abrahamsen hevur kannað arbeiðsumstøðurnar umborð á ísfiskalínuskipi, frystilínuskipi, garnaskipi og trolbátum størri enn 40 tons. 157 fiskimenn eru við í kanningini, sum fevnir um 18 túrar við 16 ymiskum skipum.
    56 min
  • Breddin: Andrew Tate - vandamiklasti maður á netinum
    Andrew Tate er sera væl umtóktur á sosialum miðlum, eitt nú TikTok, har hann deilir síni víðgongdu sjónarmið um kvinnur. Hansara upptøkur eru sæddar 11 milliardir ferðir. Í 2022 var Andrew Tate bannaður á Facebook, Instagram - og síðani eisini á TikTok og YouTube. Andrew Tate flutti til Rumenia í 2017, og í desember 2022 varð hann handtikin, ákærdur fyri neyðtøku og ólógligan menniskjahandil. Hann er nógv umrøddur - og umstríddur - men hvør er Andrew Tate? Er hann veruliga vandamikil? Og er Andrew Tate viðkomandi í Føroyum?
    32 min
  • Breddin: Russisk njósnan og lønarsamráðingar
    Eitt russiskt fiskiskip, sum er undir illgruna fyri at fremja njósnaravirksemi, liggur hesi løtu við bryggju í Havn. Talan er um trolaran Lira. Trolarin kom á Havnina mánadagin, júst sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, sótu á fundi í Tinganesi fáar metrar burturi. Og tað eru fleiri russisk fiskiskip, sum eftir øllum at døma fremja njósnaravirksemi í norskum øki. Tað er niðurstøðan í nýggjari dokumentarsending, sum norðurlendsku public service kringvarpsstøðirnar DR, NRK, SVT og YLE hava gjørt í felag.
    35 min
  • Breddin: Yvirmøði hjá fískifólki og verjupolitikkur í Tinganesi
    Annbjørg Abrahamsen hevur júst vart eina Ph.D ritgerð um yvirmøði hjá fiskifólki. Hon hevur kannað arbeiðsumstøðurnar umborð á ísfiskalínuskipi, frystilínuskipi, garnaskipi og trolbátum størri enn 40 tons. Kanningarnar eru gjørdar yvir 15 mánaðir frá 18 túrum við 16 ymiskum skipum. 157 mans vóru við í kanningini. Felags fyri tey skip, sum vóru við í kanningini hjá Annbjørg Abrahamsen er, at tey bert hava eina manning og onga skipan fyri frítúrar.
    36 min
  • Breddin: Snildfonir í fólkaskúlanum og fátækramørk
    Um tú ert sum fólk flest, er snildfonin allarhelst altíð við tína lið. Og snildfonin er snild, men hon elvir eisini til alsamt fleiri tvístøður.
    Tað kenna tey til á fólkaskúlunum rundt landið - og fleiri hava sett spurningin: skal snildfonin úr skúlastovunum? 
    Tóra Petersen, sálarfrøðingur og Jacob Eli Joensen, formaður í Føroya Lærarafelag, vitja í útvarpsstovuni.
    Fátækramark
    Tað er ein trupulleiki, tá ið hjálparpakkar skulu veitast, at tað ikki finnast nóg neyv hagtøl fyri hvørjum tørva hjálp.
    53 min
  • Breddin: Kvinnur við talvborðið og almenn partafeløg
    Føroyar eru einasta norðurland, sum ikki hevur eitt talvlandslið við kvinnum.
    Hvat er tað, sum ger, at so fáar kvinnur telva? Skal okkurt gerast fyri at fáa fleiri kvinnur at seta seg við talvborðið? Og um so er, hvat er tað, sum skal gerast?
    Teir spurningarnar spyrja vit Inga Wiberg, formann í Talvsambandinum, og Herborg Hansen, sum er ein av teimum fáa føroysku kvinnunum, sum hevur luttikið í kappingum.  
    Almenn partafeløg
    Nær og í hvønn mun skulu almenn partafeløg sleppa at kappast á privata marknaðinum?
    1 hr
  • Breddin: Rúsevnir og lønarsamráðingar
    Tað er eitt ár síðani, at ein heildarætlan móti rúsevnismisnýtslu varð latin táverandi løgmanni. 
    Heildarætlanin var úrslit av einum arbeiðsbólki, sum tosaði við fleiri enn 70 hoyringspartar. Burturúr tí spurdist ein røð av tilmælum - 58 í tali -og skuldu tey setast í verk fram til 2028.
    Men nú eitt ár er liðið, er enn einki tiltak sett í verk. 
    Tormóður Stóra, leiðari á Psykiatriska deplinum, og Magni Højgaard, leiðari í Megna títt Lív, eru í útvarpsstovuni.
    Lønarsamráðingar
    1 hr
  • Breddin: Játtanarkarmar, tøkugjøld og veiðugjøld
    153 milliónir krónur í halli á fíggjarlógini næsta ár. 
    Tað er veruleikin, um ikki okkurt verður gjørt fyri at broyta tað. 
    Tað vísa játtanarkarmarnir fyri 2023, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði framm í dag. 
    Vit tosa við landsstýriskvinnuna.
    Tøku- og Veiðugjøldini í tingið
    Løgtingið byrjaði í dag fyrstu viðgerðirnar av bæði tøku- og veiðugjøldunum.
    1 hr 2 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners