Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Lønarlyft og Veiðitrýst
    Fimm lønarbólkar kunnu 1. januar gleða seg til hægri løn. Ikki tí, at teirra fakfelag hevur fingið eina góða avtalu í hús, men tí nýggja samgongan nú er klár við einum lønarlyfti til lægst løntu bólkunum á umsorgarøkinum. 
    Men hvørjir eru bólkarnir, hvussu er upphæddin staðfest og hvat merkir hetta fyri aðrar samráðingar.
    Tað spyrja vit Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.
    Veiðitrýst 
    Hvussu ber tað til at tú kann býta ein lítlan partrolara út við eitt nógv størri uppsjóvarskip og enn fáa sama tal av fiskidøgum?
    32 min
  • Breddin: Bankar ridla og tænastur til børn skulu samskipast
    Stórir bankar ridla - og eisini evropeisku stórbankarnir Credit Suisse og Deutsche Bank eru ávirkaðir.
    Hvat er tað,sum hendir millum bankar? Og er ein nýggj bankakreppa á veg?
    Malan Johansen, landsbankastjóri greinar støðuna fyri okkum.
     
    Øll børn í Føroyum skulu hava tað gott
    Føroyar skulu verða besta stað í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í.
    Hetta eru landsstýrið og kommunurnar samd um, og í gjár undirskrivaðu tey eitt semjuskjal, sum sigur, at barnið altíð skal verða í miðdeplinum í tilgongdini hjá tí almenna.
    44 min
  • Breddin: Ófriður í Ísrael og Heimastýrislógin
    Eftir fleiri rokmiklar dagar í Ísrael, avgjørdi forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu í gjárkvøldið at útseta umstríddu broytingarnar í rættarskipanini, sum merkja, at politiska valdið fær meira beinleiðis ávirkan á dómsvaldið.
    Hundratals mótmælir hava verið seinastu dagarnar, og túsundtals fólk hava verið úti á gøtuni, og mótmælt Netanyahu-stjórnini.
    Tað, sum av álvara hevur fest í mótmælishugan eru ætlaninar, um broytingar í rættarlógini.
    31 min
  • Breddin: Fosturtøka av børnum við Downs Syndrom og lobbyisma
    Í øðrum Norðurlondum fáa allar kvinnur tilboð um screening, sum millum annað kann staðfesta Downs Syndrom - og síðani tilboð um eina fosturtøku, um barnið hevur Downs Syndrom.
    Tað verða alsamt færri børn fødd við Downs Syndromi í grannalondunum, men í Føroyum verður enn í miðal eitt barn við Downs syndromi føtt um árið, eins og fyri 10 árum síðani.
    Í Føroyum hava vit ikki fría fosturtøku, men um kanning vísir at barnið eitt nú hevur Downs syndrom kann kvinnan velja at fáa fosturtøku.
    34 min
  • Breddin: Føroyskir pápar og fólkasamanseting
    Føroyski pápin er bæði siðbundin og nútímans, men tað sæst ikki aftur í lýsingini av teimum í almenna kjakinum. 
    Gransking hjá Firouz Gaini, professara í antropologi, vísir, at ein av orsøknum er, at sjónarmiðini hjá monnum koma ikki til sjóndar í javnstøðukjakinum.
    Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari í Javnstøðunevndini, og Firouz Gaini viðgera støðuna hjá føroyskum pápum í 2023. 
    Broytta aldurssamansetingin
    57 min
  • Breddin: Flóttafólk
    Spurningurin um vit í Føroyum skulu taka móti flóttafólkum gjørdist enn einaferð aktuellur, tá Rusland leyp á Ukraina og kríggj aftur var í Evropa.
    Fyri fyrstu ferð var politiska skipanin á einum málið um at taka ímóti flóttafólkum.
    Hvat hava vit lært? Skulu vit bara taka ímóti ávísum flóttafólkum, tey í Evropa - ella skulu Føroyar lata dyrnar upp fyri flóttafólkum úr øðrum meiri fjarskotnum londum eisini?
    47 min
  • Breddin: Tøkugjøld í alivinnuni
    Sunnudagin var freistin at viðmerkja lógaruppskotið hjá Høgni Hoydal landsstýrismanni í vinnumálum um hækkaði tøkugjøld í alivinnuni.
    Uppskotið byggir á somu skipan sum undanfarna samgonga ætlaði at halda fram við.
    Í uppskotinum hjá Høgni Hoydal er stigin longdur - tað vil siga tøkugjaldið hækkar meiri, jú longur prísurin fer upp samanborið við uppskotið hjá undanfarnu samgongu.
    48 min
  • Breddin - Skúlaaftran
    Eitt vaksandi tal av føroyskum børnum aftra seg við at fara í skúla.
    Orsøkirnar eru ymiskar til hetta fyribrigdi, sum hevur fingið heitið skúlaaftran.
    Men hvat er tað og hví síggja vit ein vøkstur í tí nú? Tann spurningin seta vit í sendingini í dag.
    Gjørt sendingina: Hallur av Rana, Tróndur Olsen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
    58 min
  • Breddin: Kjak um fiskivinnu
    Aðalorðaskiftið um fiskvinnuna var í løgtinginum týsdagin 14. mars og tann 10. mars var eitt uppskot tilfeingisgjøld lagt út til hoyringar.
    Samgonan ætlar at taka meiri frá Barentshavsflotanum í tilfeingisgjaldi - men ikki at taka alla tilfeingisrentuna inn.
    Tilfeingisgjaldið er lítið og einki er broytt á uppsjóvarfiskinum, men nú skulu reiðarar selja makrelkvotur millum sín á opnum marknaði. Hvussu skal tað fyriganga? Og ber til at taka tilfeingisrentuna inn, tá hon er keypt og seld millum aktørar á einum opnum marknaði?
    1 hr 3 min
  • Breddin: Toskastovnurin fyri hóttafalli og hjálparpakki til familjur
    Toskastovnurin er hóttur. Altjóða havrannsóknarstovan ICES mælir til at vit gevast við at fiska tosk í ár og næsta ár.
    Men Havstovan kann einki gera - ikki annað enn at lækka dagarnar fimm prosent.
    Umsitingarætlanin sum kom í gildi undir Jacob Vestergaard gevur heimild til at lækka ella hækka talið av fiskidøgum - ella einki at gera.
    Vit tosa við Petur Steingrund.
    56 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners