Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Eftirlønirnar minka og Beinir Johannesen
    2022 var eitt vánaligt ár - eitt sera vánaligt - tá ið talan er um avkastið av eftirlønum.
    Hjá teimum trimum føroysku pensjónsgrunnunum, LÍV, Betri Pensjón og Lívsverk, sum er eftirlønarfelagið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Landsfelag Handverkaranna, tódnaði uppsparingin við umleið 10 prosentum.
    Og tað rakar serliga tey, sum fara á pensjón í næstum. 
    Beinir
    10. november var ein lagnudagur hjá tá størsta flokki tingi - Fólkaflokkinum.
    45 min
  • Breddin: Tøkugjald og bygnaðarbroytingar á Glasi
    Politiska skipanin má steðga bygnaðarbroytingunm á Glasi. Tað krevur Yrkisfelagið Miðnám, sum metir, at rektarin brýtur fleiri mannagongdir og sáttmálar.
    Bæði samgongan og andstøðan arbeiða í løtuni við nýggjum uppskotum um tøkugjøld á alivinnuna, sum skulu fáa meira pengar í landskassan. 
    Umboð í Vinnunevndini kjakast um, hvussu nógv alivinnan skal rinda aftrat.
    58 min
  • Breddin: Børn hjá innflytarum og nýggj strandfaraskip
    Politiska skipanin má vakna og gera meira fyri at hjálpa børnum hjá innflytarum í skúlaverkinum.
    Tað vísir nýggj gransking um integratión og inklusión, har serligur dentur verður lagdur á børn hjá innflytarum.
    Tríggjar milliónir krónur eru nú játtaðar til at kanna og fyrireika endurnýgging av flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins. Hvat er tørvurin, og hvussu langt røkka tríggjar milliónir krónur?
    43 min
  • Breddin: Dagstovnaøkið og Sturgeon
    Enn eina ferð rópa foreldur, starvsfólk, fakfelag og onnur varskó um vánalig viðurskifti á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu. 
    Talan er um ein trupulleika, sum hevur fleiri ár á baki, og í útvarpsstovuni í morgun hittust Heðin Mortensen og Annika Olsen, sum saman hava røkt borgarstjórastarvið í Tórshavn síðan 2005, til eitt kjak um støðuna.
    Skotland eftir Sturgeon
    Tað kom sum snarljós av bláum himni, tá skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon kallaði inn til tíðindafundar mikudagin.
    44 min
  • Breddin: Dagstovnaøkið í høvuðsstaðnum og fíggjarlógin
    Dagstovnaøkið er í skeljasori. Leiðarar og starvsfólk rýma, og tað er ofta, at foreldur mugu heim at ansa børnunum, tí dagstovnaøkinum manglar starvsfólk.
    Tað sigur Høgna Midjord, pápi at trimum børnum, sum ganga á stovni í Hoyvík. Ein stovnur, sum í løtuni enn eina ferð má leita eftir nýggjum leiðara, eftir at verandi hevur sagt seg úr starvi. Sostatt skal stovnurin hava sín sjeynda leiðara seinastu trý árini.
    39 min
  • Breddin - Fíggjarlógin og ferðaseðlaprísir
    Fíggjarlógin hjá nýggju samgonguni kom í tingið í gjár. 
    Nú verður avlopið 141 mió kr. í staðin fyri 12, sum var uppskotið hjá undanfarna landsstýri. Men andstøðan sóknast eftir politikkinum, tí uppskotið er at kalla tað sama sum hjá undanfarnu samgongu. 
    Hevur samgongan latið fyrsta møguleikan fara aftur við borðinum?
    Strandferðslan skal endurnýggja ferðaseðlaprísirnar, soleiðis at útoyggjafólk sleppa bíligari og útlendingar rinda meira. Ferðavinnanan dámar ikki ætlanina, og landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum viðgongur, at ein ferðavinnuætlan manglar?
    1 hr 4 min
  • Breddin: Hvar endar afturberingin?
    Í fleiri ár hevur landið endurrindað meirvirðisgjaldið fyri at stimbra undir grønu kósina, so at fólk skulu velja el-bil í staðin fyri bensin- ella dieselbil.
    Men nú hevur spurningurin tikið seg upp, hvar peningurin, sum landið endurrindar, endar. Er tað hjá grøna brúkaranum, ella er tað hjá bilasøluni, sum hækkar prísin?
    Politikarar úr samgongu og andstøðu kjakast um grønu leiðina við el-bilum, og hvar vinningurin endar.
     
    Gestir: Eyðgunn Samuelsen, Eirikur í Jákupsstovu, Magnus Rasmussen og Steffan Klein Poulsen.
    31 min
  • Breddin - Arbeiðsvikan, mattilfeingi og Ukraina
    Arbeiðsvikan skal so líðandi styttast, og tað ætlar samgongan skal gerast við lóg. Ja! rópa fakfeløgini, meðan arbeiðsgevararnir siga, at hetta hoyrir heima við samráðingarborðið. Hvørjar eru royndirnar í Íslandi, har tey hava stytt arbeiðsvikuna, hvussu ávirkar tað tey sum fáa eina styttri arbeiðsviku og hvørja ávirkan fær tað á privata arbeiðsmarknaðin, um lógin ásetir eina arbeiðsviku styttri enn 40 tímar?
    1 hr 1 min
  • Breddin - mattryggleiki og møtiskylda
    Rætturin til heilsugóðan mat og mat-sjálvbjargni var á breddanum tá útnorðurráðið hevði ráðstevnu týsdagin. Men hvat liggur í hesum hugtøkunum, og hvønn rætt hava føroyingar til matin sum verður framleiddur í Føroyum?
    Og kann ein arbeiðsgevari krevja, at fólk skulu møta til arbeiðis, tá stormurin ýlur uttanfyri og politiið mælir frá at fara út at koyra?
    Tað er Breddin í dag.
    Gjørt sendingina: Elin Winther Poulsen, Hansa Hansen og Tróndur Olsen
    Redaktørur: Tróndur Olsen
    56 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners